týsdagur 6. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2007
5
tíðindi
upplivingum
Marcus Bourget, frá, at Føroyar hava
nýligani samtykt, at anti-diskriminatións
lógin eisini skal fevna um samkynd.
– Tað eru hesi fólk (Reðin Húsdal
Leonsson og vinfólk hansara, blðm.)
komin fyri at hátíðarhalda saman við okk
um – fyri mær er tað hetta, sum Mardi
Gras snýr seg um, segði Marc us Bour
get.
Reðin greiðir annars frá, at Sydney
Mardi Gras er ein av teimum heilt fáu
skrúðgongunum, har ein rúgva av stovn
um luttaka, og nevnir hann løgregluna,
sjúkrabilar og borgarstjóran í Sydney
sum dømi um nøkur av teimum almennu
sum luttóku.
Tónleikur, sjónleikur og dansur
Sydney Mardi Gras byrjaði leygarkvøldið
klokkan 20.30 og endaði um 23-tíðina.
– Skrúðgongan sjálv er mitt í býnum
og fevnir um einar tveir kilometrar vild
eg mett. Tónleikur og sjónleikur er ein
stórur partur av skrúðgonguni, og nærum
allar “entry’irnar” høvdu tónleik og
“dansirutinur”, fortelur Reðin, sum tekur
soleiðis saman um stóra tiltakið.
– Tað var heilt ótrúliga gott, og vit fin
gu sera góð aftursvar. Persónliga vil eg
siga, at hetta er ein av mínum størstu upp
livingum.
Gjørdi nógv interview
At Reðin og vinfólk hansara vaktu ans
við bannara teirr a og slagorðinum “Faroe
Islands moving forward” sæst eisini á
alskyns heimasíðum og tíðarr itum.
– Vit vórðu interviewaði í trimum
útvarpsstøðum, sjónvarpið og til ymsar
heimasíður, sigur Reðin. Á alnetinum
fæst eisini sjón fyri søgn, har Reðin Hús
dal Leonsson er endurgivin hjá millum
annað Reuters og Daily Times.
Heimsins størsta skrúðgonga
fyri samkynd var í Sydney um
vikuskiftið. 7500 fólk gingu
marsjeraðu, 400.000 áskoðarar
hugdu at í gøtunum í Sydney,
umframt at skrúðgongan varð
varpað út til fleiri milliónir
hyggjarar, sum millum annað
kundu síggja Føroyar verða
umboðaðar undir slagorð
inum “Faroe Islands moving
forward”
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er leygardagur. Klokkan er
hálvgum níggju um kvøldið. Í
miðbýnum í Sydney pumpar
tónleikurin og 7500 litrík og lívlig
fólk koma syngjandi og dansandi
gjøgnum gøturnar.
Sydney Mardi Gras er júst farið av
bakkastokki. Hetta er 29. ferðin at
skipað verður fyri hesi skrúðgongu,
sum er ein sterk politisk skrúðgonga,
har ljós verð ur varpað á viðurskiftini
hjá samkyndum.
Sterkur politiskur boðskapur
Reðin Húsdal Leonsson, sum lúttók á
skrúðgonguni leygardagin, lýsir týd n
ingin av henni soleiðis.
– Skrúðgongan hevur alstóran
týdning fyri samkynd um allan
heimin. Hon vísir á at rættindi hjá
samkyndum hava týdning, og at
samkynd hava rætt til somu rættindi
sum øll onnur. Skrúðgongan hevur
ein sterkan politiskan boðskap,
greiðir Reðin Húsdal Leonsson frá og
vísir síðani á, at skrúðgongan er ein
av teimum fáu møguleikunum hjá
samkyndum at savnast og fagna fjøl
broytni, felags samleika og rætt til at
elska frítt.
Lítil mótmælisgonga grundar
steinurin
Tað var annars í 1978, at Sydney
Mardi Gras sá dagsins ljós. Tá var
talan um eina lítla mótmælisgongu,
har ljós varð varp að á støðuna hjá
samkyndum í Avstralia, sum vóru fyri
mismuni og vanbýti.
Hetta er grundarsteinurin undir tí
stórfingna tiltaki, sum 400.000
áskoðarar og milliónir av
sjónvarpshyggjarum vóru vitni til
farna leygarkvøld. Eitt tiltak har
Føroyar vóru umboðaðar og fagnast
varð um, at grein 266b í revsilógini
nú eisini fevnir um samkynd.
Sydney Mardi Gras:
Føroyar umboðaðar á heimsins
størstu homo-skrúðgongu
7500 fólk luttóku í Sydney Mardi Gras
og í gøtunum fylgdu fleiri enn 400.000
fólk skrúðgonguni
Frá vinstru hava vit Steve Withers Norris, Gavin John Lewis,
Reðin Húsdal Leonsson og Jules Major
Steve Withers Norris og
Reðin Húsdal Leonsson
(høgrumegin) ganga
við bannaranum við
áskriftini “Faroe Islands
moving forward”