Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 46 - 6. mars 2007 lýsingar HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.: 1) upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndug- leikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar. 2) útlán og endurnýtslu av hjálpartólum. 3) viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar. 4) tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis. htm@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo Ergoterapeutur / Fysioterapeutur til Hjálpartólamiðstøðina Hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin ikki stendur stillur og uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar – ja so hava vit júst brúk fyri tær! K R E A . F O . TEL 47 80 80 Á HTM er eitt fyribilsstarv sum ráðgevandi/málsviðger- andi Ergoterapeutur /Fysio- terapeutur leyst at seta frá 01. apríl 2007 til 31. mars 2008, við møguleika fyri føstum starvi aftaná hetta. Talan er um fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna. Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum hevur • útbúgving sum ergotera- peutur / fysioterapeutur. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur • royndir frá líknandi arbeiði • kunnleika til at arbeiða við fólki við niðursettum førleika • kunnleika til almannalóggávuna • evnir at seta í verk fyriskipanir • góð samstarvsevnir • góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrivliga • telduførleika á brúkarastøði. Vit kunnu bjóða • sjálvstøðugt arbeiði • flekstíð • tætt samstarv við starvsfelagar • tvørfakligt samarbeiði • fakligt mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen, leiðara á HTM, á tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkom- andi skjølum skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049, 110 Tórshavn, ella við telduposti til htm@almannastovan.fo. Umsóknarfreist Fríggjadagin 23. mars 2007.