Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2007 Útlendingar vilja skerja Føroya Banka Vandin fyri munandi niðurskurði av næst­ an øllum virksemi er rættiliga stórur, um til dømis ein stór­ur útlendskur íleggj­arari einsamallur sleppur at keypa Føroya Banka. Lands­banka­ stjórin ivast ikki í, at úrslitið hevði verið færri starvsfólk, færri deildir og flyting av tænastum úr Føroyum EINSKILJING Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sølan av Føroya Banka nærkast í hvørjum, og nógv sjónarmið hava í seinastuni verið frammi um, hvussu best er at selja bankan, sum er væl konsolideraður við sløkum 1,25 mia. krónum í eginpeningi. Enn er ikki alment komið fram, til hvønn kurs parta­ brøvini skulu seljast, men tøl sum tvær mia. krónur hava verið nevnd. Hetta er í minna lagi, heldur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Hann metir, at bankin átti at kunnað verðið seldur fyri tvær ferðir egin­ peningin, ið sostatt hevði givið Fíggingargrunninum og harvið Landskassanum einar 2,5 mia. krónur. Júst spurningurin um prís er tengdur at, hvør fær møguleika fyri at keypa. Í fyrstu atløgu er ætlanin bert at selja tveir triðingar, ella 66 prosent, og at ongin keypari fær loyvi til at seta seg á meiri enn 10 prosent av atkvøðunum. Hetta ger bankan minni áhugaverdan fyri til dømis strategiskar, útlendskar íleggjarar, og júst hetta er politiska enda­ málið við avmarkingini. Avmarking í sølutil­ gongd­ini hevur fingið stjóran á Hagstovuni, Her­ mann Oskarsson, ið eisini er fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, at tala at. Í Dimmalætting í gjár skrivar Hermann Oskarsson eitt drúgt innlegg um, hví avmarkingar ikki eiga at verða settar, men hví bank­ in skal seljast í fríari sølu. Grundgevingar hansara eru millum aðrar, at parta­ eigararnir (Føroya fólk, blm.) ynskja at fáa sum mest fyri bankan, so at almenna skuldin kann gjald­ast aftur, ella at tað almenna fær ráð til átroðk­ andi íløgur. Hermann Osk­ ars­son vísir á, at serligi søluhátturin, sum er fyri­ skipaður, gongur hvørgum av hesum brúkarynskjum á møti. Heldur tvørturímóti. Hann heldur, at grundgevast má fyri, hví vinnupolitisk atlit skulu skarva av tí inntøku, sum Føroya fólk fær av bankanaum, og hví tað er so. Hermann Oskarsson vís­ ir á, at tað bert er at útseta eina fulla liberalisering av føroyska fíggjarmarkn­aði­ num, tí onki er, ið forðar fyri, at teir sum sleppa at keypa seinni, fara at selja til útlendingar og sjálvir skora vinningin, ístaðin fyri at Føroya fólk nú verður snýtt fyri hesar inntøkur. Sjórin á Hagstovuni sig­ ur seg væl vita, at ræðu­ myndin, sum politikarar og vinnulívsfólk mana fram, er hon, at ein strategiskur íleggjari ger keypið til eina kyniska forrætning. Hjarta­ leys og óføroysk. Hann heldur tvørturímóti, at tað er hesi, vit hava brúk fyri. Einari fullari liberalisering av fíggjarmarknaðinum og integrasjón við umheimin. Tað vil siga ein so óføroysk­ an bankan, sum til ber. Stjórin á Hagstovuni ger vart við, at um bankin allur varð boðin til sølu, hevði kanska Danske Bank ella íslendski Landsbankinn far­­ið við sigrinum, og bank­ in hevði tá verið dótturfelag teirra í Før­oy­um. Hetta merkir, at menn­ingardeild, rokn­skapar­deild, KT-deild, fyristøða annars og ser­ vitanardeildir helst vórðu fluttar av landinum. Bankin í Føroyum hevði sostatt bara havt kundarnar at hugsa um, og so ráðgivið høvuðssætinum um kapp­ ingina við hinar bankarnar, skrivar Hermann Oskarsson í Dimmalætting. Neyvan so einfalt Stjórin í Landsbankanum, Sigurd Poulsen, gevur Her­ manni Oskarssyni rætt í nógvum, hann førir fram, men heldur kortini ikki niðurstøðurnar vera so einfaldar. – Fyri tað fyrsta vænti eg ikki, at til dømis Danske Bank er serliga áhugaður sæð í ljósium av tí, sum hendi undir kreppuárunum, har teir stungu halan millum beinini. Fyri tað næsta vildi tað verið heims­ met, um ein útlendskur banki setti seg á 50 prosent av fíggjarmarknaðinum í einum øðrum landi, og tað vildi verið støðan, um bert ein keypari fór avstað við bankanum. Í triðja lagi er eg als ikki vísir í, at ein útlendskur banki vil bjóða meiri, enn tað Føroya Banki kann seljast fyri eftir tí sølutilgongdini, sum nú er lagt upp til, sigur Sigurd Poulsen. Landsbankastjórin ivast ikki í, at óansæð søluupp­ hædd, so vil ein útlendskur banki beinanvegin skera inn á bein, um hann verður einsamallur ella fær av­­ger­ andi ávirkan á ognarvið­ur­ skiftini. Tað merkir upp­ søgn av starvsfólkum og niðurlegging av deildum. – Meirkostnaðurin skal fíggjast onkursvegna, og her verður fyrst hugt eftir, hvar sparast kann, sigur Sigurd Poulsen, men leggur dent á, at tað alst ikki ber til at siga, hvat er hundrað prosent rætt at gera. – Her er ongin føst uppskrift, men tað er ikki av tilvild, at mann velur at gera, sum mann ger. Eg haldi, at fyrimunirnir eru størri enn vansarnir við at behalda avgerðarrættin í Føroyum, enn at lata út­ lendingar fara avstað við bankanum, sigur Sigurd Poulsen. Landsbankastjórin vísir á, at útlendski íleggjarin bert er áhugaður í at halda upp á kundarnar og fáa útreiðslurnar so langt nið­ ur, sum møguligt, og at hetta sjálvandi fer at merkja, hvussu bankin fer at síggja út. Landsbankastjórin heldur tað vera skilagott at gera avmarkingar í sølutilgongdina av Føroya Banka. Sigurd Poulsen vísir á, at tað vildi verið heimsmet, um bert ein útlendskur keypari fór avstað við bankanum, tí so hevði hesin sett seg á 50 prosent av føroyska fíggjarmarknaðinum, og tað vildi verið óheppið fyri samfelag okkara Ráða barnakonum til at eta føroyskan tosk Føroyskur toskur er góður matur hjá barnakonum, tí toskurin av føroyska landgrunni­ num inniheldur fimm til átta ferðir størri nøgdir av folinsýru og helvtina meiri av grundevninum selen, enn toskaflak úr grannalondum okkara ger, og at proteininnihaldið eisini er stórt. Hetta vísa samanberingar av føroyskum, svenskum, norskum, donskum og íslendskum toski, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt, og sum stendur at lesa í blaðnum Frøði. Tann kannaði føroyski toskurin varð veiddur við rannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, á Mýlingsgrunninum. Flyta inn í summar Í summar verður klárt at flyta í tær fyrstu av 96 nýggjum íbúðum Millum Horna, skrivar torshavn.fo.Byggingin verður eftir ætlan liðug til jóla 2008. KJ Contractors byggir 8 hús við tilsamans 96 íbúðum. Húsini verða í fýra hæddum við trimum íbúðum í hvørjari hædd. Harumframt verður kjallararúm til hvørja íbúð. Lyfta er í øllum bygningunum. Íbúðirnar verða í trimum ymsum støddum. 89, 105 og 108 fermetrar, og kostnaðurin verður ávikavist kr. 1.425.000,- 1.650.000,- og 1.695.000,-. Tó verða íbúðirnar á ovastu hæddunum eitt sindur dýrari. Tær fara at liggja millum 1,79 og 1,99 millión krónur hvør.