týsdagur 6. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 46 - 6. mars 2007
útlond
SAMBAND
árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Saddam Hussein var ein hetja, og tað var mær ein
heiður at arbeiða saman við honum
(Tariq Aziz)
Stutt sagt
Barnamorð
Fólk í Brasil eru skelkað, eftir at líkið av einari átjan
mánaðar gamlari smágentu varð funnið inni í einari
kirkju har suðuri í landinum um vikuskiftið. Ein
talskvinna hjá løgregluni hevur greitt tíðindafólkum
frá, at tað tóktist, sum drápsmaðurin hevði misbrúkt
gentuna kynsliga, áðrenn hann hevði kvalt hana.
Gentan var í kirkju saman við foreldrunum. Tey høvdu
koyrt gentuna í eitt rúm, har umleið 20 onnur børn
vóru, men tá tey komu aftur eftir henni, var hon horvin.
Løtu seinni varð hon funnin deyð inni í kirkjuni.
Bumbu ígjøgnum takið
Níggju sivilfólk doyðu, tá eitt amerikanskt flogfar
slepti einari bumbu niður yvir eini hús í Afghanistan í
gjár. Amerikanska herleiðslan sigur, at flogfarið slepti
bumbuni, eftir at onkur hevði skotið eina rakett eftir
einari amerikanskari herstøð. Afghanskir embætis
menn siga, at tey níggju, sum doyðu av bumbuni, vóru
húsfólk, og at talan var um fýra ættarlið. Hetta er annar
tilburðurin av hesum slagnum teir seinastu dagarnar.
Sunnudagin doyðu fimm kvinnur og fýra børn, tá ein
amerikonsk bumba raktu hús teirra. Tað fekk Hamid
Karzai, forseta at siga, at slíkir tilburðir bøta ikki um
umdømið hjá NATO-hermonnunum í Afghanistan.
Bleiv ikki myrd
Dómarin, sum seinastu tíðina hevur kannað tilburðin,
tá Diana prinsessa doyði, segði í hægsrarætti í London
í gjár, at hon hevur ikki funnið minsta tekin um, at
Diana bleiv myrd. Orð dómarans vóru ætlað at svara
Mohamed al Fayed, sum hevur kravt eina nýggja
kanning av, hvat veruliga hendi, tá sonur hansara,
Dodi al Fayed, og Diana prinsessa doyðu. Dómarin
segði í einari hoyring í hægstarætti, at tað er eingin
orsøk til at halda fram við kanningunum ella at leggja
málið fyri eitt nevningating, tí har er einki hjá
nevningunum at taka støðu til, segði hon.
Felags leiðslu
Býráðið í Klaksvík heldur fast um kravið um, at teir
báðir fólkaskúlarnir í býnum, skúlin á Ziskatrøð og
skúlin við Ósánna, skulu hava felags leiðslu. Um
nakrar vikur er eingin leiðsla í skúlanum á Ziskatrøð,
og hetta høvið eiga vit at brúka til at fáa felags leiðslu
á báðum skúlunum, sigur Jákup Mikkelsen, varaborgar
stjóri, við Útvarpið. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri,
hevur fyrr sagt, at kommunan bíðar eftir mentamála
ráðnum.
Zink í Grønlandi
Áhugin fyri at sleppa at leita eftir zinki í Grønlandi er
stórur. Í hvussu er veit CNN at siga, at eitt avstralskt
felag hevur goldið 92 mió. krónur fyri at sleppa at
leita eftir zainki við Citronen-fjørðin í Landnyrðings
grønlandi. Sambært CNN væntar avstralska felagið, at
17 mió. tons av zinkmálmi eru í økinum við fjørðin.
Eitt annað felag hevur í løtuni rættindini til at vinna
zink við Citronen-fjørðin, men tað avstralska hevur nú
keypt rættindini.
Russiskir fjølmiðlar
vilja vera við, at
atfinningarsamar
greinar hava kostað
enn einum
tíðindafólki lívið
Fríggjadagin doyði russiski
blaðmaðurin Ivan Safronov
av løstunum, sum hann
fekk, tá hann datt út ígjøgn
um eitt vindeyga á fimtu
hædd.
Myndugleikarnir
siga, at Ivan Safronov leyp
út ígjøgnum vindeygað, og
at talan sostatt var um sjálv
morð.
Men russisku fjølmiðlarn
ir hava ilt við at góðtaka ta
frágreiðingina.
– Myndugleikarnir um
hugsa ikki aðrar møguleikar
enn sjálvmorð, men øll,
sum kendu Ivan Safronov,
siga, at hann tók ikki lívið
av
sær,
skrivar
blaðið
Kommersant,
sum
Ivan
Safronov
arbeiddi
hjá.
Starvsfelagar og skyldfólk
hansara, at hann hevði tað
gott, og at tey duga ikki at
síggja nakra orsøk til, at
hann skuldi beina fyri sær.
Ivan Safronov var yvir
maður í russiska herinum,
áðrenn
hann
gjørdist
blaðmaður á Kommersant í
1997. Hann skrivaði fleiri
atfinningarsamar
greinar
og var ikki høgt í metum
hjá myndugleikunum, skriv
ar Reuters úr Moskva.
Fimm starvsfólk á
bretsku sendistovuni
í Ethiopia eru
burturflutt. Illgruni
er um, at tað kann
vera al-Qaeda, sum
hevur burturflutt tey
Teir báðir bilarnir, sum tey
fimm bretsku starvsfólkini
vóru í, tá tey vórðu burtur
flutt, vórðu funnir í gjár.
Teir vóru gjøgnumgataðir
av kúlum, men serliga
merkisvert var, at viðførið,
fartelefronir og annað lá
eftir í bilunum. Myndug
leikarnir eru tí komnir til ta
niðurstøðu, at tað vóru ikki
vanligir tjóvar, sum tóku
starvsfólkini, men at talan
heldur er um eitt politiskt
átak.
Bretska blaðið The Inde
pendent skrivar, at bretska
stjórnin hevur biðið ethiop
isku myndugleikarnar um
loyvi at senda servandar
hermenn um markið úr
Kenya at leita eftir teimum
horvnu sendistovufólkun
um.
Teir bretsku hermenninir
í Kenya hjálptu fyrr í ár
kenyansku myndugleikun
um at taka limir í al-Qaeda,
sum flýddu úr Somalia.
Bretskir fjølmiðlar stúra nú
fyri, at burturflytingin í
Ethiopia kann vera hevnd
fyri tað.
Tað kom óvart á fleiri,
at fyrrverandi irakski
varaforsætis
ráðharrin, Tariq Aziz,
rósti Saddam Hussein
– Eg hevði tann heiður at
arbeiða í fyrrverandi stýrin
um og saman við hetjuni
Saddam
Hussein,
segði
Tariq Aziz, tá hann var til
avhoyringar
í
irakska
hægstarætti í gjár. Fyrrver
andi varaforsætisráðharrin
og uttanríkisráðharrin av
sannaði eisini, at fyrrver
andi stýrið í Bagdad hevði
skipað fyri nøkrum hóp
drápi.
Tað var týðiligt, at orða
lagið hjá Tariq Aziz kom
óvart á dómararnar, og til
burðurin gav eisini eina
heilt aðra mynd av fyrr
verandi ráðharranum, sum í
altjóða eygum bleiv mettur
sum ein av teimum hóvligu
iraksku leiðarunum. Aziz
var tann einasti kristni ráð
harrin í fyrrverandi stýrin
um.
– Saddam var hetjan aftan
fyri iraksku eindina og
landsins sjálvræði, og tað
var mær ein heiður at
arbeiða saman við honum,
segði Taeiq Aziz í rættinum.
Dómarin bað hann tiga og
ávaraði um, at orðini kundu
verða vend ímóti honum
seinni.
Tann 71 ára gamli Tariq
Aziz gav seg yvir til
amerikonsku herdeildirnar
í apríl í 2003, og síðani
hevur hann sitið í varðhaldi
Camp Cooper-fongslinum
nærhendisd altjóða flog
havnini í Bagdad.
Rósti Saddam Hussein
Tariq Aziz var fyrst uttanríkisráðharri og seinni varaforsætisráðharri í Irak
Kann vera al-Qaeda
Ikki sjálvmorð