týsdagur 6. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 46 - 6. mars 2007
Føroyar kunnu vinna
nógv við at seta á
stovn skúla fyri
næmingar við
atferðartrupulleikar,
næmingar, ið annars
detta niðurímillum í
samfelagnum, kunnu
gerast eitt virðismikið
tilfeingi. Skúlastjórin
á Fjordskolen í
Holbæk, Ingvald á
Kamarinum fer í
komandi viku á fund
við Mentamálaráðið
um eina føroyska
útgávu av skúlanum.
Skúlaskipan
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ingvald av Kamarinum, ið
rekur Fjordskolen í heimi
sínum í Holbæk, kemur í
komandi viku til Føroyar
sjálvur annar at fundast við
Mentamálaráðið um at seta
á stovn skúla fyri næmingar,
ið hava trupult við at virka
undir teimum karmum, ið
vanligi fólkaskúlin hevur.
Hetta kann gerast fyrsta
stig, til at veita føroyskum
næmingum við diagnosum
sum ADHD, OCD ella Tour
ettes Syndrom umframt
atferðartrupulleikum
av
uttanhýsis orsøkum, eina
virðiliga skúlagongd, ið tek
ur støðu í einstaka næming
inum.
Ingvald greiðir frá, at
hvørja ferð hann hevur vit
jað heima í Føroyum seinas
tu 3 árini, hava fólk víst áhu
ga fyri at seta á stovn ein
tílíkan skúla her, við Ingval
di sum ráðgeva. Men eftir
greinarøðina um Fjordskol
en í Sosialinum er áhugin
her heima vaksin nógv.
- Eg havi verið í sambandi
við onkrar lærarar, ið er
áhugaðir í at seta ein skúla
á stovn í Føroyum. Men tað
er greitt, at tílíkt krevur poli
tiskan stuðul. Tá man fer
undir eina tílíka ætlan, er
neyðugt, at hon røkk ur flei
ri ár fram. Tú kanst ikk i
taka næmingar inn á skúlan,
fyri síðan at leggja hann nið
ur aftur árið eftir. Tí fara vit
á fund við Mentamálaráðið
í komandi viku, at kanna
um hvør áhugi er fyri hes
um, sigur Ingvald.
Við sær á ferðini hevur
Ingvald, Ulrik Jensen, ið er
lærari á Fjordskolen og ein
maður við nógvum royndum
innan undirvísing av næm
ingum við atferðartrupul
leikum.
Á fundinum skulu teir
m.a. tosað um serligu peda
gogisku karmarnar, ið skúl
in virkar undir.
- Dentur verður sjálvandi
lagdur á tað fakliga, hetta
fyri at tryggja, at næmingar
nir gerast klárir til lívið, og
hava best møguligar fyri
treytir at fóta sær í tilveruni
eftir
lokna
skúlagongd.
Teoriin hevur fingið somik
ið stórt pláss í øllum útbúg
vingum, at tú skalt vera bók
liga væl fyri, fyri at klára
teg. Men vit hava tí áskoðan,
at støðið má takast í einsta
ka næminginum. Tað er týd
ningarmikið, at næmingar
nir vita, at vit hava tey høgt
í metum. Vit geva teimum
sjálvsvirði,
næmingurin
skal vita, at hann er okk urt,
og at onkur leggur í hann.
Sjálvsálitið kemur av at
duga væl, men tú mást hava
sjálvsvirði, tí tað er tað, tú
byggir sjálvsálitið á. Tí er
grundhugsjónin á skúlanum,
at taka styrkirnar hjá næm
ingum fram um veikleikar,
greiðir Ingvald frá
Ingvald metir ikk i, at tað
at seta ein skúla sum Fjord
skolen á stovn í Føroyum
hevur nakra meirútreiðslu
fyri samfelagið - heldur
tvørturímóti.
- Um tú hyggur, at einum
næmingi frá 0-18 ár, so eru
útreiðslurnar ikk i størri enn
tær eru frammanundan. Tí
flestu av hesum næmingum
eru í viðgerð av onkrum
slag, hava stuðlar ella fylla
teirra trupuleikar nógv í
fólkaskúlanum. Á okk ara
skú la, gerast teir klárir til
lívið, og kunnu tí halda
fram í skúlaskipanini ella
aðrastaðni í samfelagnum.
Teir gerast í nógv størri
mun eitt virðismikið tilfein
gi fyri samfelagið, so sæð
yvir eitt heilt lív, er nógv at
vinna fyri føroyska samfel
agið við hesi loysnini, sigur
Ingvald at enda.
Ingvald á Kamarinum heldur, at
Føroyar hava nógv at vinna við eini
loysn sum teirri á Fjordskolen
mynd: Símun Jóannesarson
Grækarismessuhald í Århus
Mánadagin 12. mars kl. 17.00 verður Grækarismessuhald
í Áarstovu. Á skránni verður felagssangur, Finnur Jensen
fer at bera fram røðu, og nýstovnaða Áarstovukórið fer
at syngja nakrar sangir. Kaffi og køkur verða sjálvandi
eisini at fáa. Aftaná Grækarismessuhaldið verður
eykaaðalfundur hjá felagnum. Les meira um hetta á
heimasíðuni, aarstova.dk
Føroyskur skúli fyri næmingar
við atferðartrupulleikum
Fjordskolen er serskúli, ið Ingvald á Kamarinum tók stig til í 2001. Skúlin er í heiminum
hjá Ingvaldi tætt við havnarlagið í lítla norður sælendska býnum Holbæk.
Ingvald er sosial pedagogur og fór undir Fjordskolen eftir at hava starvast við ung við
trupulleikum í nøkur ár. Á Fjordskolen eru 13 næmingar, alt dreingir í aldrinum 8-15 ár.
Hetta eru næmingar við stórum trupulleikum við at passa inn í ein vanligan fólkaskúla.
Næmingar við diagnosum sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom. Summi eru undir
doyvandi viðgerð við heilivági. Eisini eru næmingar við atferðartrupulleikum av øðrum
uttanhýsis orsøkum.
Á Fjordskole starvast fýra fólk 2 pedagogar og 2 lærarar, ið eru um børnini alla tíðina.
Hetta, at hava tey somu vaksnu rundan um seg, skapar tryggleika.
Grundhugsjónin handan Fjordskolen, er ikki at fokusera uppá trupulleikar og veikleikar,
men í staðin leggja dent á styrkir hjá barninum. Dentur verður lagdur á, at børnini ikki
skulu kenna seg, sum um tey eru vrakaði og endaði á onkrum serskúla, tí tey ikki passa
inn. Hetta verður gjørt við, at tey læra ymiskt, ið tú ikki lærir í vanliga fólkaskúlanum, og
at tey fáa upplivingar, ið tey ikki høvdu fingið aðrastaðni. Eitt nú eigur Fjordskolen ein
sera stásiligan seglbát, ein reyðan skjóttgangandi gummibát, jollur og vatnskíð.
FAKTA UM FJORDSKOLEN
Skúli fyri 100 milliónir
Tórshavnar kommun samráðist í løtuni um byggisáttmála
um skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, skrivar
torshavn.fo. Væntandi verður sáttmálin klárur í næstu
viku. Síðan tilboðini upp á skúlan vórðu latin upp,
hevur verið samráðst við ein av tilboðsgevarunum, og
nú verður roknað við, at semja verður um byggikostna
á góðar 100 milliónir kr. Harumframt verða aðrar
útreiðslur til eitt nú ráðgeving, eftirlit og slíkt, sum
hoyrir slíkum arbeiði til. Ætlanin er, at 1., 2. og 3.
flokk ur, og frítíðarskúlin skulu byrja í skúlanum í 2008.
Allur skúlin skal so vera endaliga liðugur í 2009.