Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 46 - 6. mars 2007 Uttan fyri Havnina verður oft­ani tikið til, at Tórshavnar kommuna er væl fyri; tað er har pengakassin flýtur yvir, tað er har fólkið er, tað er har, tann almenna fyrisitingin er, tað er har, tey almennu størv­ ini eru o.s.fr. og tískil er tað skil­agott at gjara út, flyta stovn­ar og arbeiðspláss til onn­ur øki í landinum, ið eru verri fyri. Tað sær út til, at alt tað, sum hendir í hesum landi, er stýrt av sokallaðari jantilóg, ið er so sterk, at lands­ins lógir onki kunnu stilla upp ímóti hesi simplu og gróðurfestu lóg. Alt, ið verður gjørt í Føroyum, verð­ur stýrt eftir lægsta fel­ags­nevnara. Vit kunnu taka okkara skúlaskipan, har støðið verður lagt eftir tí veikasta næminginum í flokkinum, og tíverri sær tað út til, at man nú á hægsta støði eisini ynskir at føra komm­unalan fíggjarpolitikk eftir lægsta felagsnevnara. Tað er ein hugburður, ið er púra burturvið. Vit eiga ikki at pína tær kommunur, ið klára seg væl, fyri at onn­ ur øki í Føroyum kunnu koma uppá føtur - tað er í hvørt fall ikki á henda hátt, at vit kunnu finnast millum 15 tær bestu tjóðir í 2015. Tað er í lagi, at vit styrkja um útjaðaran, men tað gerst ikki við mannagongdini, vit hava sæð í seinastuni við millum annað flytanini av Strandferðsluni. Tað er ómetaliga harmiligt, at okk­ara løgtingsumboð úr Suð­ur­streymi sita og sova, með­an alt verður flutt út Havn­ini, peningur eins væl og arbeiðspláss. Mær list­ ir at vita, hvat er hent við løgtingsfólkunum úr Suð­ur­ streymi. Hvar er loyaliteturin og samkenslan fyri tykkara valdømi? Kommunala mill­um­ javn­ingarskipanin Tað nýggjasta, vit hava hoyrt frá Tjóðveldisflokkinum, er uppskotið um so­kall­aða kommunala mill­um­javn­ing­ ar­skip­an. Grundgevingin fyri hesi skipan er, at skulu fleiri øki, eitt nú fólk­a­ skúlin og eldraøkið leggjast út til kommunurnar at um­sita, er einasta loysn at fáa eina útjavnan millum komm­unurnar, soleiðis at kommunur við hægsta inn­tøk­u­grund­ar­lagi pr. íbúgva skulu gjalda fyri kommunur við lægri inntøkugrundarlagi. Tað skal ikki nógv til at rokna út, at Tórshavnar komm­una, ið er best fyri fíggj­a­rliga og hevur størsta inn­tøk­u­grund­ arlag pr. íbúgva kemur at rinda størsta kostnaðin av hesi kommunalu mill­um­ javn­ing­ar­skipan. Eftir mín­ um tykki er hetta at gera smærru kommununum eina bjarnatænastu, og hetta kem­ur í hvørt fall ikki til at viðføra nakra sjálvbodna komm­unala samanlegging - tvørt­urímóti. Tað kann tykj­ ast ómøguligt hjá smærru komm­un­unum at yvirtaka eitt nú fólkaskúlan, sum íalt kostar umleið 300 mill. kr. og harvið treytar eina stóra øking av kommunala skattaprosentinum við uml. 5-6 prosentum, sum man neyvan fær inn aftur frá land­inum, og tí byrja smærri komm­unurnar sjálvsagt at rópa um hjálp. Føroyar skulu býtast í 4 kommunur Eftir mínum tykki er bert eitt at gera, og tað er at býta Føroyar í munandi størri øki, eitt nú 4 stórar komm­unur, soleiðis at inn­tøk­u­grundarlagið pr. í­búgva í miðal hækkar fyri við­komandi kommunur. Fyrst tá fáa vit javnbjóðis kapp­ing og kommunur, ið eru fíggjarliga væl fyri at yv­ir­taka málsøki sum eitt nú fólkaskúlan. Ì føroysku komm­un­u­num sita alt ov nógv­ir høvdingar, ið ikki vilja leggja saman í størri eindir, og hetta er sera barnsligt og fíggjarliga óforsvarligt. Tað sær út til, at vit mugu gera sum íslendingar, ið vórðu noyddir at leggja málsøki út til kommunurnar, fyri at tær kundu finna útav at leggja saman. Kommunurnar kring landið, ið hava eitt lágt inntøkugrundarlag pr í­búgva fara neyvan at klára seg betur fíggjarliga við at fáa ein kekk sendandi hvørt ár. Hetta minnir eitt sind­ ur um blokkstuðulin, sum Føroyar fáa sendandi úr Danmark, og at tað er Tjóð­ veld­isflokkurin, ið rópar harð­ast um hetta útjavnan kann man bara undrast enn meira yvir. Við at lata kommunurnar finna saman í størri eind­ir hava tær sjálvar møg­u­leika fyri at loysa trup­ul­leik­ar­ nar innanhýsis og har­við styrkja seg á ein sunn­an búskaparligan hátt held­ur enn at fáa kunstiga fíggj­ar­ liga innspræning. Incitamentið fyri at klára seg væl hvørvur Við einari millum­komm­ un­al­ari útjavningarskipan hava kommunurnar onki end­a­mál fyri at klára seg gott fíggjarliga, tí aðrar komm­unur taka jú um end­ an. Hinvegin hava sterku komm­unurnar heldur ikki nakað incitament fyri at klára seg gott, um yv­ir­ skotið bert verður flutt úr komm­unukassanum til aðrar komm­unur. Sum býráðspolitikkari í Havn taki eg tí als ikki undir við útjavning. Eg haldi, at Tórs­havnar kommuna longu hevur víst sín solidaritet við at taka fleiri smærri komm­ unur upp í Tórshavnar komm­unu, her hugsi eg um bygd­ir og oyggjar, ið liggja kring Havnina, og hevur tí Tórshavnar kommuna longu framt eina kommunala mill­ um­javning. Tað er uppá tíð­ ina, at løgtingsumboð, ið eru vald fyri Suðurstreym vakna, áðr­enn mjólkin undan kúnni er vorðin til tað reina vatn. Føroysk ítróttarfólk, føroysk listafólk og før­ oysk­ir granskarar gerast alt meira kend uttan fyri landoddarnar. Ítróttarfólk og telvarar koma aftur av einari altjóða stevnu fyri og aðrari eftir við heiðursmerkjum og framúrskarandi ítrótt­ arligum avrikum. Vit gleðast øll við teimum og kenna tað, sum vit eiga eitt sindur í teimum, tá tey koma aftur av sigursferðum. Tá ið illa gongst í hond harmast vit og vóna, at betur verður næstu ferð. Vit fegnast um, at tey hava tikið lut og hava víst flagg okkara uttanlands. Føroysk listafólk tað veri seg innan tónlist, leiklist, filmslist, málningalist ella skaldskap, hava stóra eydnu við yrkisleiðum sínum utt­an­ lands. Tey fáa virðislønir, ella verða innstillað til viðirslønir, og tey fáa sera góða umtalu í útheiminum. Vit fylgja við og fegnast, tá tað gongst okkara listafólkum væl og vit hava eina kenslu av, at hetta kemur allari tjóðini til góða bæði á ein og annan hátt. Tey gera Føroyar kendar fyri dygd og kreativitet. Umframt listafólk og ítróttarfólk eru føroyingar í hópatali í vinnu uttanlands. Teir flestu eru í Danmark ella í Norðurlondum, men alt fleiri eru í vinnu uttan fyri hetta landafrøðiliga øki. Føroyingar eru sera nógv eftirspurd ar­beiðs­ megi og er hetta tekin um dugnaskap, góðar við­komandi útbúgvingar og álit. Øll hesi, ítróttarfólk, listafólk og fólk í ymsum vinnum, eru okkara umboð uttanlands- tey góðu umboðini. Føroyar so at siga branda seg við hesum fólkum. Tey eru sera góðir am­b­ass­ a­dørar ella sendifólk fyri føroysku tjóðina, eitt slag av óalmennum goodwill ambassadørum. Vit eiga at fara væl um hesi fólk og eiga at vera teimum takksom fyri teirra týdningarmikla leiklut. Landsins myndugleikar eiga eisini at tryggja tilgongdina av slíkum fólkum. Hetta gerst við at styrkja og menna ítrótt, mentan og list eins væl og at menna og nútímansgera okkara yrkisligu útbúgvingar. Altjóðagerðin hevur latið alheiminum upp fyri ungum før­oy­ ing­um. Verður rætt og skilagott borið at, kemur hesin møguleiki okkum øllum til góðar. Sosialurin Tey góðu umboðini Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar býráðslimur í Tórshavn Annika Olsen Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tórshavnar kommuna vorðin ein sonn mjólkikúgv