Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2007 11 tíðindi Ítrótturin hevur ging­ið und­an og víst, at utt­an før­ oyska Merk­ið vundið á stong, so eru føroyingar ikki við. Nú lands­ ins mynd­­u­g­­leikar lata send­­i­ stovu upp í Reykj­avík, má tað verða undir føroyska Merk­­­inum ella ong­um. Alt ann­að er eitt stórt aft­ur­stig VIÐMERKING Heðin Mortensen Nú gongd er komin á ætl­an­ir­nar at lata upp føroyska send­istovu í Ís­landi, sær ikki mætari út, enn at eitt nýtt flaggstríð er á gáttini. Í øll­­­ um førum hava fleiri givið til kennar, at tað hósk­ar sera ill a, at vit fara úr Før­oy­um til Ís­lands at knýta sam­­bond við út­ norð­­u­r­­grann­ar okkara undir dons­k­um flaggi. Ikki kann heldur sigast ann­­að, enn at alt hetta tosið um før­ oyska sendistovu und­­ir donsk­ um flaggi í Reykj­­a­vík skurrar í oyr­­­u­num, tí slíkt tos er høp­is­ leyst og gevur onga meining. Skulu vit hava eina føroyska send­­­­i­stovu, so skal sjálvsagt før­ oyska Merkið verða vund­­ið á stong – og einki ann­­að! Tað er harmiligt at hoyra, at tal­a­n skal verða um Dan­ne­­brog, tí tað er als ikki í tráð við tað sam­band, vit fram­m­­an­undan hava við grann­­ar okkara í Ís­landi, at vit ætla at fáa teir at taka í­móti okkum »umvegis Dan­­mark«. Tí tað er tað, um vit ikki koma sum føroyingar og und­ir føroyskum flaggi. Tá tað ræður um nýtslu av før­ oyska Merkinum, hev­ur ítrótt­ urin gingið und­an og víst, at uttan før­oyska Merk­ið vundið á stong, so eru føroyingar ikki við. Líka aftur til 1939 eru ótald dømi um bæði norð­ur­lendsk­ar og alheims fund­ir, har tað var sjálv­ sagt, at før­oy­ing­ar eina og aleina um­boð­aðu Før­oyar und­ir før­­­oysk­­um flaggi. Ikki so fá eru dømini um, at vert­ir og fyrireikarar ikki hava giv­ið hesum gætur, og tí hava vund­ið danska flagg­ið á stong, har føroyingar eru komnir, men at før­oy­ing­­ar tá hava sett sum treyt, at annaðhvørt verður fund­ ast ell a kappast undir før­oyska Merk­i­num – ell a als ikki! Eisini hevur okkum í ítr­ótt­­ar­ høpi staðið í boði at vera við í bæði olympiskum leik­um og øðr­um alheims kapp­ingum und­ ir donskum flaggi, men ong­an­ tíð hava før­oyingar enn tikið av, men havna øll um tilboðum um at umboða Føroyar undir øðr­um enn okkara egna flaggi. Við árunum hava onnur fing­ ið virðing fyri hesum, og tí er ikki vanligt longur, at før­oy­ ingar mugu tryggja sær hesi við­ ur­skifti, áðrenn farið verður á fund ell a í kapp­ing. Her hevur ítrótt­­ur­in gingið undan og víst veg­­in, so tí er tað harmiligt og hug­­stoytt, skulu landsins mynd­ ug­­leikar nú velj a aðra leið, sum ligg­ur øll um før­oy­i­ngum so fjar. Hetta snýr seg ikki um rík­is­ fel­ags­skap ell a ei, men um før­ oyska samleikan sum tjóð. At vit eru í ríkis­fel­ags­skapi við dansk­arar, ger okk­­um ongantíð til dansk­ar­ar fyri tað, og tí er eing­in mein­ing í, at vit nú skulu seta á stovn okkara egnu send­­­i­ stovu í Íslandi sum ann­­að enn før­oy­ingar. Hendir tað seg, at Danne­brog skal verða vundið á stong uttan fyri okkara send­i­­stovu í Reyk­j­­ a­ vík, er tað ein háðan ímóti øll ­ um teim­um, sum mill um ár og dag hava vart Merkið og før­ oyska rættin at virka undir tí og ong­­um øðrum. Og hvussu skulu ís­lend­ingar tá taka ímóti okkum sum før­oy­ing­ar? Vit hvørki kunnu ell a skulu fara til Íslands sum nak­að annað enn teir før­oy­ing­­ar, vit eru. Verð­ ur tað ikki gjørt undir Merk­i­ num og ongum øðrum, so er fræg­­ari heilt at sleppa tank­a­num um nakra sendistovu. Utt­an Merk­ið – og bara tað – verður hon ongantíð nak­að veruligt um­boð fyri Før­oy­ar! Merkið ella einki í Reykjavík - Vit hvørki kunnu ella skulu fara til Íslands sum nakað annað enn teir før­oyingar, vit eru. Verður tað ikki gjørt undir Merkinum, so er frægari heilt at sleppa tankanum um nakra sendistovu, tí so verður sendistovan ongantíð nakað veruligt umboð fyri Føroyar, heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og forseti í Ítróttarsambandi Føroya Rolf Guttesen Dagur og vika hevði týs­dagin 27. februar eitt ”innslag” við Poul Mohr, Íslandskonsul. Eg vil ikki kalla tað sam­røðu, tí Poul Mohr fekk at kalla fría mikrofon í einar 10 minuttir, til at for­ klutra eitt mál, sum hevði fortjent betri við­gerð Útvarp, Sjónvarp og pol­i­tik­ ar­ar og onnur tosa um, at Før­oyar skulu hava eina send­is­tovu í Reykjavík í Ís­landi. Tað lj óðar sum tað skuldi verið so líka til og nær­mast ein sjálvfylgja. Men tað er tað bara ikki. Og enn er tað manglandi vit­an og realitetssansur. sum forvirrar. Har aftrat sjálv­ andi við ískoyti av hugi hjá vissum fund­a­ment­a­list­ isk­­um bólkum, at provokera har til ber, so tað góða sam­ bandi mill um londini í rík­is­ fel­ags­skapinum kann gerast mis­tonk­i­ligt og helst skað­ iligt fyri Føroyar. Umboð fyri íslendska lýðveldið? Tað lj óðaði sum Poul Mohr útalaði seg sum umboð fyri ís­lendska statin, sum konsul. Men innihaldið í mon­o­log­inum fyri opnari mikr­o­fon, hildin av tigandi sjón­varps­manni, var meira ein tilsvíning av rí­k­is­fel­ags­ skap­i­num. Repetitión av goml­um mytum og mis­skilj ­ ing­um, sum føroyska so­kall ­ aða ”sjálvstýrisrørslan” hev­ ur verið í so dugnalig at jabba í tíð og úrtíð. Sum inngang segði sjón­ varp­ið nakað soleiðis: ”Íslendska flaggið fer skjótt at veittra yvir Fút­a­ stovu. Men í Reykjavík kann føroyska flaggið ikki veittra yvir føroysku send­i­ stov­uni. Nei, har skal Danne­brog vindast á stong.” Legg merki til at tað eru symbolini sum her eru í fok­ us, ikki sakin. Ikki nakað konkret innihald, men meira um litin á inn­pakn­ings­papp­ íri­n­um. Málpurisman svínar málið til Og enn einaferð hava heim­ a­gjørd ný-føroysk orð for­ virr­að. Tí hvat er ein send- i­stova??? Hatta er eitt elas­ tikk-orð, sum er breitt brúkt. Um ambassadu, kon­ sul­at, lobbykontór ell a ag­en­ tur. Føroyar eru IKKI í holt við at gera eina sendistovu (am­b­assadu) í Íslandi. Tí tað ber ikki til. Tað eru bert su­verenir statir, sum kunnu hava ambassadur hvør hjá øðr­um. Føroyar kunnu held­ ur ikki hava nakað konsulat í Íslandi, tí konsulatir um­boða eisini suverenar stat­ir. Ísland fer tí heldur ikki at hava nakra ambassadu í Fúta­stovu. Tað hava teir í Keyp­mann­a­havn, har tað hoyr­ir heima. Men eitt gen­e­ ra­l­kon­sulat kann einhvør su­ver­enur statur hava í øll ­ um býum, sum nógv sam­ band er við (ikki bert í ríkis­ stjórn­arbýum, sum Keyp­ mann­a­havn ell a London). Tí er tað í lagi, at Ísland velur at gera gamla kons­u­l­ at­ið í Havn um til eitt gen­er­ al­konsulat, sum er eitt stig hægri. Hvør hevur fjalda dagsskrá? Báðir aktørar, Sjónvarp og Poul Mohr, blanda tingini sam­an. Teir burdu vitað betri! Tí má vera mær loyvt at spyrja, um teir hava nakra fjalda dagsskrá? Hvat er mein­in­gin? Ell a er hatta bara vanlig (ell a óvanlig) dumm­heit? Poul Mohr og aðrir ”tjóð­ skap­armenn” burdu verið fegn­i­r um at Føroya Lands­ stýri kann brúka ta eks­per­it­ su og alt tað praktiska, sum ligg­ur í at fáa eina skrivstovu í sam­band við ambassaduna hjá Ríkisfelagsskapinum (Da­n­mark). Tí Føroyar kunnu, sam­ bart Wienerkonventiónina (ikki skrivast Vinar­kon­ven­t­i­ ón, sum vissir málspill arar gjarna vilj a) um dipl­o­m­at­ iska umboðan, hvørki hava ambas­s­adu, generalkonsulat ell a konsulat í Íslandi ell a aðr­a­staðni. Tú kanst vera nøgd­ur ell a ónøgdur við støð­una, sum hon er - men soleiðis er veruleikin. Tí misbrúkar Poul Mohr sína diplomatisku støðu sum íslendskur um­boðs­ maður, tá hann leggur á Dan­mark, og háðandi hvess­ ir, at ”teir vilj a hava Dan­a­ brók­ina hangandi uppiyvir før­oysku sendistovuni” Hatta kann ein diplomatur hvørki siga ell a meina! Og Sjónvarpið dugir ikki síni ting, tá teir kunnu siga sovorið svass, sum citerað er omanfyri! Og ikki eru før­ir fyri at seta bert ein einasta kritiskan spurning. Frítt spæl fyri grovheitum? Eg skal at enda bert nevna eina grovheit, sum Poul Mohr sendi út í luftina hend­ an dagin, betri var tað ósagt: ”Ísland er tað einasta land í verðini, sum virðir okk­um sum tjóð.” Hvat skal man siga til slíkt tokusnakk? Og enn ein­a­ferð er orðavalið mis­ vísandi, tí meinar hann ”tjóð” sum stat ell a natión? Men Ísland man hava sínar int­eres­sur at fremja, tá teir senda so nógvar ráðharrar hend­an­vegin. Friðarligt samarbeiði millum tjóðir Til dømis í statinum Stór­a­ bret­landi (United Kingdom) eru minst 3 tjóðir, skottar, wal­is­ar og eingilskmenn. Íbúgv­ar­nir á Man, sum tosa manx, eru kanska eisini tjóð. Og teir í Ulster? Í Suðurjyll andi búgva fólk, sum eru týskarar av nati­o­n­alitet (tjóð). Og sunn­ an fyri markið búgva fólk, sum eru danskarar av nat­i­ on­al­itet, men sum búgva í Bund­es­re­pub­lik Deuts­ch­ land. Í Belgia eru tvær tjóð­ ir, Vall onar og Flam­lend­ing­ ar. Í flestu londum eru nógv­ ar tjóðir saman, og í flestu førum er hetta problemfrítt, ja kanska beríkandi. Men summastaðni kemur nationalisma og fund­a­ment­ a­lisma uppí, og so koma pro­blem­ini. Og so kann ó­bóta­ligur skaði henda. So, um Poul Mohr kanska meinti, at íslendingar virða føroyingar/Føroyar sum su­ve­r­enan stat, so má tað kall­ast óhóskandi uppí­legg­ ing. Hartrópandi íslendskur konsul, ódugnaligt føroyskt sjónvarp rolf guttesen