týsdagur 6. mars 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 46 - 6. mars 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
tá okkara kæri pápi, abbi og beiggi
Bjarni Müller Poulsen
Keypmannahavn
ættaður úr Vági
andaðist og fór til gravar.
Tøkk fyri blómur og kransar
og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað
Fyri tey avvarandi
René, Yvonna og Edith
Leygardagin tann 25. februar í
1967 góvu unga parið Margretha og
Mikkjal Tróndur hvørjum øðrum sítt
ja á sýslumansskrivstovuni í Klaks
vík, og vórðu tey hervið vígd hvørjum
øðrum. Hetta var fyri 40 árum síð
ani, og kundu tey tískil sunnudagin
í farnu viku hátíðarhalda sín 40 ára
hjúnabandsdag, rubinbrúdleyp. Har
afturat rundaðu tey bæði ávikavist
60 og 65 ár í fjør og í sambandi við
hesar merkisdagar, ynskja vit at senda
teimum eina heilsu.
Mamma er fødd og uppvaksin í
Klaksvík og er elst av trimum systrum.
Hon er dóttir Jógvan Olsen, bedings
meistara (Jógvan hjá Aksel) sála, og
Annu Elisabeth, f. Nygaard, sálu,
ættað úr Porkeri. Ein stórur saknur hjá
Margrethu og familjuni var, tá mamma
hennara fór longu í 1977 av sjúku, alt
ov ung.
Mamma er uppvaksin í umhvørv
inum norðuri á Stongunum, og var
hetta hennara spælipláss, heilt niðri
frá bedingini og niðan í Ravnagil.
Í Porkeri vóru tey eisini sum yngri
hvørt summar og vitjaðu. Hetta vóru
túrar, sum henni dámdi væl og setti
stóran prís uppá.
Eftir lokna skúlagongd tók mamma
handilsmedhjálpararprógv. Eftir hetta
arbeiddi hon eina tíð sum genta í húsi,
á Dávavirkinum og á Kósini. Síðani
hon bleiv gift Mikkjal Tróndi í 1967
og fekk børnini 6 í tali, hevur hon
verið heimaarbeiðandi. Sostatt hevur
mamma altíð verið heima, tá vit børn
komu heim úr t. d. skúla.
Mamma hevur altíð dámt væl at
bundi, og ein stórur dagur var tað, tá
ið bindimaskinan kom í húsið. Nógvar
eru troyggjurnar, hon hevur bundið til
børnini og næstringar, og tað kom meir
enn so fyri, at fólk komu og bóðu hana
binda fyri seg, og hevur hon altíð verið
klár at veita eina hjálpandi hond við
hesum, eins og við mongum øðrum, t.
d. at ansa børnum.
Mamma hevur altíð verið glað fyri
náttúruna og føroysku merkisdagarnar.
Nevnast kann t. d. at fastur táttur hjá
okkum børnum saman við foreldrunum
var at fara í hagan berjasunnudag at
henta ber. Fast var eisini at fara bil
túr út til Oyrar at hyggja at tjøldr
um um Grækarismessu, og at fara á
miðnáttarsamkomu á norðoyastevnu
o. s. fr. Nógvir eru túrarnir, ið mamma
hevur gjørt niðan á Kjøl og Ravnagil,
og aðrastaðni við, og sum ung var
hon eisini røsk at standa á skí. Uppi
á Stapanum, ið stendur uttan fyri
Fugloynna, og er eystasta punktið í
Føroyum, hevur hon eisini verið.
Mamma hevur altíð skapt okkum
børnum tryggar og góðar karmar, og
var hetta m. a. gjørt við at syrgja fyri
at fáa okkum í sunnudagsskúla og
bíblitíma í Betesda, har hon sjálv altíð
hevur dámt væl at komi, og hevur hon
lært okkum rætta leið, við sjálv at vera
fyrimynd.
Babba er føddur úti í Hattarvík,
Uppi í Smiðju, yngstur av 4 systkj
um, og sum einasti sonur. Hann er
uppvaksin tætt upp at handilslívinum,
við tað at hann er sonur keypsmannin
Ole Gerdmanius Hansen (Ólavur hjá
Gummu), sála, og Mariannu, f. Fuglø,
sálu. Tey høvdu eisini postin í bygdini.
Eisini hann misti mammu sína alt ov
tíðliga, einans sum 12 ára gamal.
Í barna- og ungdómsárunum úti í
Hattarvík luttók babba í bygdalívinum,
í tá var, við t. d. torvi og neytum, eins
væl og í arbeiðinum við at hava handil
og post. Dagliga lívið var tætt tengt at
náttúruni, og hóast hann fór ungur av
oynni, hevur hann altíð vitjað aftur
javnan.
Sum 16 ára gamal fór hann sín fyrsta
túr til skips við sluppini Esther, og eftir
tað fór hann knapt 18 ára gamal til
Klaksvíkar í smiðjulæru í Ídni. Harafturat
gekk hann á maskinskúlanum í Klaksvík,
og varð útlærdur sum maskinmeistari í
1963.
Eftir lokna lærutíð arbeiddi babba
eina tíð á bedingini í Klaksvík, og var
onkrar túrar til skips. Tó dámdi honum
betri arbeiðið á landi, og fekk arbeiði á
skipasmiðjuni á Grótrætt, hjá Jógvani,
ið tá jú var vorðin verfaðir hansara. Her
var hann m. a. við til at byggja Bjørg,
Gadus, Mariann, Granit og aðrar bátar,
og eru fleiri av teimum í flotanum enn
og vinna til landið.
Í 1975 fór hann at arbeiða á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum maskin
maður. Tá var doktarabátur knýttur at
sjúkrahúsinum, og røkti hann eisini
arbeiðið sum maskinmaður umborð á
“Medicus”. Í tí arbeiðinum var oftani
at teir løgdu rættiliga nógv fyri, fyri at
hjálpa og bjarga menniskjum.
Eftir 22 ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
fer babba aftur at arbeiða í smiðju,
og er hann framvegis virkin sum
smiðjumaður. Hann er ein avbera
dugnaligur og tolin smiður, og nógvir
eru teir, ið hann hevur lært upp innan
smiðjuyrkið.
Tað, ið babba m. a. hevur víst okkum
børnum, er stórt tolsemi, arbeiðssemi,
nærlagni og ábyrgdarkenslu.
Sum nevnt, so giftust mamma og
babba í 1967, og búsettust norðuri á
Stongunum í Klaksvík. Frá 1968 til
1982 fingu tey seks børn: Jógvan,
Marianna, Anita, Ólavur, Jóhan og
Gunnvá. Ommu og abbabørnini eru
eisini seks í tali.
Sum børn og ung vóru vit hvørt
summar úti í Hattarvík. Hetta var
nakað, vit altíð sóu fram til, og fingu vit
nógvar tímar at ganga í Kellingará, sum
rennur beint við húsini, við at fiska síl
og sigla bát og annað. Foreldrini løgdu
okkum lag á, og vóru við í øllum.
Eisini á Fugloynni vóru nógvir túrar
í náttúrini, inn í Krók, inn í Skarðsvík,
niðan á Kross, niðan á Fýrin á Eystfelli
o. s. fr. Hæddarpunktið á sumri var um
ólavssøku, tá lundapisurnar komu oman
eftir ánni, og vit gingu í myrkri og leitaðu
eftir teimum. Tær, ið funnar vórðu, blivu
tiknar heim, ringmerktar og sleptar avstað
aftur í skýmingini.
Altíð hevur ligið væl fyri hjá babba at
veitt fugl, serliga lunda, og túrarnir inn
í Vík og við báti í Urðina Miklu eftir
lunda hava verið mangir ígjøgnum árini
og veiddu lundarnir enn fleiri. Eisini í
hesum eru vit børn sloppin upp í part,
og hevur hann lært frá sær við góðum
toli í hesum sum við øllum.
Hjá mammu hava snórarnir altíð
verið fullir, serliga úti í Hattarvík, tí
karmarnir vóru nógvir av seks børnum,
og ikki so lítið av mati mátti havast
við og tilgerast til so mangar munnar.
Fyrr var vanligt at tað mátti farast við
“lítla báti,” av Másanum fyri at sleppa
upp á land í Hattarvík, og onkuntíð
hevði mamma vogn við nýføðingi í,
á bekkinum, so her hevur skula góður
hugur og gott mót til. Okkum er fortalt,
at ein slíkan túr í 70’unum sótu so
mætir menn sum Páll á Dul og Niels
Pauli Danielsen við árarnar, so ikki
kann sigast annað enn at ferðafólkini
vóru í góðum hondum.
Tað sum altíð hevur eyðkent mammu
og babba er teirra tol og kærleiki til
okkara. Tey hava altíð tikið okkum
fram um seg sjálvi, og lagt stóran dent
á at vit skulu hava tað gott.
So nógv meiri kundi verið sagt,
men vit vilja við hesum fáu orðum
senda tykkum, mammu og babba, eina
heilsan.
Góðu mamma og babba, hjartaliga til
lukku við 40 ára brúdleypsdegnum, og
takk fyri alt tit hava verið, og eru fyri
okkum. Nógv góð ár framyvir og má
Harrin signa tykkum ríkliga.
Vit vilja enda hesa kvøðu við orðum
úr bíbliuni ið siga tað betri enn nakað. Tit
og tykkara hjúnarlag eru livandi prógv
uppá hesi orð. Fyrra Korint. kap. 13,
vers. 4 – 7: “Kærleikin er langmóðigur,
er mildur; kærleikin ber ikki øvund,
kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir
ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar
ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir
órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar
alt, tolir alt”.
Ynskja børnini
40 ára hjúnarbandsdagur:
Margretha og Mikkjal Tróndur Hansen
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum luttóku í stóru sorg
okkara, tá elskaði maður mín, pápi, sonur, verfaðir,
bróðir, versonur og svágur
Sigurd Bærentsen
varð tikin frá okkum, takka vit hjartaliga.
Eina serliga tøkk veita vit Elisi, Finni Olsen, Nannu
og Zachariasi. Eisini mugu vit nevna ta stórfingnu
hjálp og stuðul, sum varð veittur okkum av
skopuningum og øðrum við, sum vístu okkum
stóra umsorgan og kærleika alla tíðina, meðan
Sigurd var sjúkur.
Tøkk til heilsusystrar og heimahjálparar.
Tøkk til prest fyri troystarrík orð.
Tøkk til manskór og Sámal Hanna fyri frálíkan sang
og til Tummas fyri vakurt spæl.
Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til
kirkjuna og okkum.
Tøkk til øll tey mongu, sum vóru í kapellinum,
á keiini, harímillum teir fittu skúlanæmingarnar,
og tey, sum fylgdu Sigurdi til hansara síðsta
hvíldarstað.
Tøkk til tey, sum hjálptu til við ervinum og
sum bakaðu so nógv gott.
Tøkk fyri vøkur minningarorð.
Familjunnar vegna
Sólva,
Jónsvein, Kristin og Beinta, Jákup Ebbi, Pætur,
mamma og pápi
Tann, sum lívgar onnur, skal sjálvur verða lívgaður
Dagurin
7. mars. Perpetua, deyð ár 202 ella 203. Trælkona í
Kartago, sum saman við hábornari konu Felicitas varð
tikin av døgum fyri trúar sakir.