týsdagur 6. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2007
13
nøvn
Sofus Richard Klakkstein úr Innistovu í Klaksvík
andaðist sunnudagin 4. mars á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
49 ára gamal.
Sigrid Eysturdal, Klaksvík, andaðist í heiminum
mánadagin 5. mars, 93 ára gomul. Farið verður úr kap
ellinum mikudagin klokkan 18. Jarðarferðin verður
úr Christianskirkjuni hósdagin klokkan 13.30.
Lisa Nattestad, fødd Rasmussen úr Miðvági, and
aðist á Landssjúkrahúsinum 4. mars 88 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Týsdagin 27. februar andaðist
Kristoffur Svabo Joensen, 84 ára
gamal. Fór til gravar úr Argja
kirkju leygardagin 3. mars.
Kristoffur var sørvingur,
føddur 21. juli 1922. Var úr
barnaflokkinum hjá Nesakristinu
og Jóhan hjá Lonajógvani,
ættaður úr Miðvági - úti í Lið í
Sørvági, tað var stutt at siga eitt
vanligt fiskaraheim. 7 vóru tey í
systkinaflokkinum.
Blaðungur fór Kristoffur til
skips, onkran feskfiskatúrin var
hann í Skotlandi undir krígnum.
Sigldi við „Royndini“, sum
Sørvingar áttu. Var í Grønlandi
við „Kúrbergi“ við Johan í
Hoyvík, við snøri. Fór á skúla og
tók prógv sum setuskipari. Um
tað mundið komu tey saman,
Gugga og Kristoffur, giftust og
fingu sonin Paula, búðu tá hjá
verforeldrunum. Bygdu á Argjum
í 1952. Trý eru børnini hjá Guggu
og Kristoffuri: Pauli, Kjartan og
Malla. Gugga doyði í 1993.
Kristoffur førdi snurruváðsbátin
„Akranes“, og royndu teir í
Norðsjónum. Louis, Poul Arne
og Kristoffur, brøðurnir og
aðrir sørvingar áttu „Akranes“,
keyptur til Føroya í 1946, og teir
høvdu hann í 5 ár og væl gekst;
men so flytur Ísland fiskimarkið
út, tað var stóri smeiturin fyri
snurruváðsbátarnar.
Nógv kenna Kristoffur, frá
árunum hann var fiskari - teim
árum hann var arbeiðsformaður
á Bacalao og síðani sum
leiðari á pakkhúsdeildini hjá
Strandfaraskipum Landsins.
Krisoffur verður nevndarlimur
í Havnar Arbeiðsmannafelag
í 1976, samstundis skrivari. Í
hesum tíðandi álitisstarvi sat
hann, til hann leggur frá sær fyri
aldur í 1993.
Kann verða nevnt, at Kristoffur
eisini nam prentsmiðjuyrkið, stutt
skifti var hann á prentsmiðjuni
hjá Arnold Øster, har var bróðurin
Poul Arne frammanundan!
Kristoffur hevði sítt støðufesti
í Javnaðarflokkinum, m.a. sum
stillari og valevni.
Jarðarbrúk hevði Kristoffur
mest sum ítriv, og mundi
tað eisini vera frá tíðini sum
hjálparmaður hjá verpápanum
Dánjal Petur Dam (Pobbin).
Hann var røktingarmaður á
sýslumansjørðini eitt langt lív.
Mangan hoyrdu vit treystu rødd
Kistoffurs, tá ”teir fýra” sungu í
missiónshúsum og aðrastaðni.
Við jarðaferðina í Argja Kirkju
leygardagin 3. mars sang Sverri
Mortensen, sum var ein av
”teimum fýra” sangin teir ofta
sungu ”Kom lyt til et råd fra din
moder, min søn”
Nú foldarlívið er endað, eiga
vit ljósu minnini eftir vinmannin
Kristoffur Svabo Joensen.
jl
Kristoffur Joensen
farin um sýnuna
»Teir fýra« syngja, f.v.: Enok Dam,
Sverri Mortensen, Kristoffur Joensen
og Thomas Thomassen
Mynd: Trúboðin
Kom lyt til et råd
fra din moder
1. Kom lyt til et råd fra din moder min søn,
kom bøj dine knæ før du går,
:/: jeg ved du skal ud, men kan hænde det er
den sidste formaning du får :/:.
2. Vel kunde jeg gi’ dig på rejsen, min søn,
en gave af sølv eller guld
:/: men tag denne bibel, hvert eneste blad
af herlige skatte er fuldt :/:.
3. Den var for mig selv en oprejsning, min søn,
da ud ifra hjemmet jeg drog,
:/: jeg elsker den så, men jeg gi’r den til dig,
den velsignede herlige bog :/:.
4. Se ind i mit gulblege ansigt, min søn,
det visnet og falmet jo er,
:/: et skjønnere ansigt du vistnok får set,
men ingen, som har dig så kær :/:.
5. Snart vokser der mos på min gravhøj, min søn,
den arm som dig ledte er stiv,
:/: men husk, at din moders formaning og bøn,
skal leve om moder er død :/:.
(MH)
Her syngja Kristoffur Joensen, Sverri Mortensen,
og Enok Dam undir minningarhaldi teirra sjó
lætnu á Sjómansheiminum í Havn 1. november
2005. Hátíðarhaldið var í sambandi við, at 60
ár vóru liðin síðan seinni heimsbardagi endaði
í 1945. Teir tríggir: Kristoffur, Sverri og Enok
sigldu allir undir krígnum, og Sverri misti pápan
á sjónum undir krígnum við »Nýggjaberg«
Mynd: Óli Jacobsen