týsdagur 6. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 46 - 6. mars 2007
Fríggjakvøldið var
konsert í Mentanarhús
inum í Fuglafirði við
Sic og 200. Konsertin
var eitt sindur øðrvísi
enn tær vanligu
konsertinar í Fugla
firði plaga at vera
Konsert
Elin Maria Ó. Olsen
Tá ið bólkarnir ikki spældu,
var í staðin fyri tað vanliga
nýmótans R&B’ið og rap’ið,
tungmálmstónleikur og okkurt
techno har ímillum. Tað var
eitt verðuligt “headbangers-
ball”, og tað var fyri tað mesta
eitt stað, har ungdómar, í
svørtum klæðum og svartari
sminku, kundu hittast.
Har var ikki so nógv fólk,
sum tað plagar at vera í
Mentanarhúsinum, men har
var kortini eitt sindur.
200 spældu fyrst, og har
stóðu nøkur fólk fremst
og rockaðu til teirra punk
musik. Teir spældu nøkur av
teirra kendu løgum, og tað
var fínasta slag, hóast ljóð
góðskan ikki var heilt sum
hon skuldi, men bólkurin
spældi líka væl, sum altíð.
Tá ið sangurin hjá 200
“Drotningavitjan” skuldi spæl
ast, komu Sic eisini á pallin,
og teir framførdu hann saman.
Tað var alvorliga feitt.
Síðan skuldu Sic spæla.
Tá kom meira spenningur í,
og nærum alt fólkið fór fram
at rocka til teirra ógvusliga
tungmálmstónleik.
Teir spældu øll løgini, sum
eru á nýggju fløgu teirra og
so eisini eitt coverlag.
Teir spældu serstakliga
væl, og ljóðgóðskan var
betri enn hon hevur verið á
onkraðri aðrari konsert hjá
teimum. Samanumtikið var
framførðslan hjá teimum
bara heilt góð.
Umframt at hoyra Sic
spæla, kundi tú keypa nýggju
fløguna hjá Sic „Pande
monium“, Sic patches, Sic
plakatir og Sic t-shirts har.
Sic og 200 í Mentanarhúsinum
Leygarkvøldið var
trífald konsert í Ment
anarhúsinum í Fugla
firði. FUT skipaði fyri
og tað vóru vælum
tóktu bólkarnir
Marius, The Dreams
og Boys In A Band, ið
spældu. Í millum
konsertirnar vendið
DJ Knýtil plátum
Konsert
Elin Maria Ó. Olsen
Hóast fólk høvdu tað á
orði, at konsertin var avlýst,
var hampuliga nógv fólk
komið saman at lurta eftir
bólkunum.
Væl kend løg
Bólkurin Marius var fyrst á
pallinum, og teir royndu seg
bara heilt væl. Teir spældu
nøkur av teirra væl kendu
løgum, og nøkur fólk vóru
við uppá tað og dansaðu til
hansara góða tónleik serliga
vóru tað Paven, Sky is our
home og Staight lines, ið
vóru væl umtóktir.
Teir spældu sera væl og
ljóðgóðskan var eisini frá
lík.
Teimum dámdi væl at spæla
í kvøld. Tað var ordiliga kul
hildu teir. Nú er tað eisini so
langt síðan teir spældu síðst,
so tað var sakin.
Nú í nærmastu framtíð
ætla teir at arbeiða við
gomlu sangum teirra, og
skriva nakrar nýggjar. Eisini
ætla teir at spæla inn nakrar
demoir nú.
Bløðandi gittarleikari
Síðan spældu The Dreams.
Teir vóru komnir heilt úr
Danmark fyri at spæla. Hjá
teimum gekk eisini heilt
væl. Teir spældu nøkur løg,
frá fløguni hjá teimum, Tazy.
Millum teirra var hittið
Sasasasa, og so spældu teir
eisini nógv coverløg. Har
vóru nógv fólk, sum rockaðu
og sungu við til teirra punk
musik.
Hjá teimum gekk tað so
vilt fyri seg, at guitaristurin
Heini G. C. Andersen fór at
bløða í fingrunum av sínum
guitarspælið.
Tað ljóðaði sera væl.
Teir vóru sera glaðir fyri
at vera heima í Føroyum og
spæla. Tað var ordiliga feitt
søgdu teir. Fólkini vóru
mega við uppá tað.
Sera festligt
Aftan á The Dreams, kom
tað tey flestu høvdu bíða
eftir: Boys In A Band skuldu
spæla. Tá komu næstan øll
fram at rocka til teirra alter
nativa indie rock musik.
Tað var sera festligt og
fólkinum dámdi tað væl.
Teir spældu við tí vanliga
Boys In A Band stílinum, og
bæði ljóðið og framførðslan
vóru framúrskarandi.
Teir søgdu at tað føldist
væl at spæla, men teir hava
verið feitari. Áhoyrararnar
vóru eisini feitir. Nú ætla teir,
at vinna heimin. Til tíðarinar
fylling fara teir út í verðina
at spæla. Alt mennist, og fyri
teir, gevur tað onga meining,
at standa í stað.
Alt í alt, var tað ein sera
góð konsert, har fólk sóu út
til at hava tað sera stuttligt
og hugna sær frálíkt.
Trífald konsert í Mentanarhúsinum
Vox Pop
Vit spurdu nakrar
áhoyrar hvat
teimum dámdu
kvøldið, og teir
svaraðu soleiðis:
Navn:
Ester Kristiansen
Hvat dámdi tær kvøldið?
Heilt forbannað gott.
Hvør bólkur var best?
Boys In A Band
------------------
Navn:
Súsanna Árting
Hvat dámdi tær kvøldið?
Tað rokkaði. Tey burdu
gjørt sovorið oftari=)
Hvør bólkur var best?
Alt var genialt
------------
Navn:
Jannie Hammer
Hvat dámdi tær kvøldið?
Hettar er bara for feitt
altso. Tað er svagligt.
Hvør bólkur var best?
Boys In A Band eru best
í Føroyum
----------------------
Navn:
Gudmar Hansen (Elander
keann)
Hvat dámdi tær kvøldið?
Skide feitt
Hvør bólkur var best?
Eg haldi The Dreams
rokkar totalt.
Enduruppliv Summar-
festivalin
Summarfestivalurin gevur nú tær, ið vitjaði festivalin í fjør
høvið at enduruppliva partar av festivalinum, og fyri tey, ið ikki
vóru har, møguleika at fáa ein smakksroynd. Á heimasíðuni
undir video liggja brot við Hanus G. Johansen,Johnny Deluxe,
Roger Hodgson og Kim Hansen Her er talan um inniligu
morgunkonsertina við Roger Hodgson, ið framførir Give a
Little Bit, Logical Song og Breakfast in America. Um eina
rokkandi framførslu av Tú segði Bye hjá Kim og tá Johnny
Deluxe við lagnum Drenge som mig, finguallan Vágsbø at
hoppa á miðjari nátt.
Føroyskur toppur á
15 teimum bestu
Eftir fleiri slakar vikur fyri føroyskan tónleik á 15
teimum bestu, sær nú betur út. Aðru viku á rað
liggur besti nýggi bólkur í Føroyum Boys In A Band
á ovastu rók við lagnum Super Contagious. Sic og
To Dare To Risk To Regret er á 7. plássi og sostatt
eisini í ovaru helvt av listanum, ið eisini telur lagið
Flowerplayer hjá Kristleifi Zachariassen á 11. plássi.
Eitt føroysk lag roynir seg á listanum hesa vikuna,
tað er tittullagið Edelweiss av nýggju fløguni hjá
Rasmusi Rasmussen.
Gittarleikarin í The Dreams Heini G. C. Andersen bløddi í fingrunum av harða gittarspælinum
(savnsmynd)
Sic fingu alt á kók við sínum
ógvusliga rocki
savnsmynd