Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 vinnusíðurnar Nr. 46 - 6. mars 2007 – Tað, sum hendi hjá okkum, var, at eitt hjólleiði í krump­taps­ akslinum var farið at mala við, og tá ið saman um kom, var skaðin so mikið stórur, at tað hevði verið dýrari at um­vælt verandi mot­ or­in – enn at keypa ein nýggjan, sigur Háldan Haldansen, reiðari Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Línuskipið Gullberg, sum P/F West Trading í Vest­ manna eigur, hevur just skift motor í Runavík. Tað er maskinverkstaðurin Mek­ anik, sum hevur gjørt arbeiði. Skipið var royndartúr sein­ asta fríggjadag, og nú skulu bara nakrar justeringar ger­ast, so er klárt at loysa aftur. Sama slag Háldan Haldansen, reiðari, sigur, at nýggi motorurin í Gullbergi er av sama slagi, sum hin gamli, ið kortini ikki var meira enn eini 10 ára gamal. – Vit høvdu ein Mitsubishi- motor, sum var 475 hk., og nýggi motorurin er av just sama slagi – og av somu stødd. Hann sigur, at nú teir noydd­ust at skifta motor, var tað heppið, at Mekanik kundi útvega teimum ein nýggjan motor av sama slagi, tí tá er ikki neyðugt við nøkrum broytingunum við fundamenti og øðrum instalatiónum. – Mekanik kundi nevni­ liga útvega okkum ein nýggj­an motor, sum stóð í Hálandi, og hetta kundi maskinverkstaðurin gera upp á lutfalsliga stutta tíð. Reiðarin sigur, at skipið hevur ligið á Runavík í stívliga tríggjar vikur, og longu nú er nýggi mot­or­urin íkomin og er royndarkoyrdur. Dýrari at umvæla – Tað, sum hendi hjá okk­ um, var, at eitt hjólleiði í krumptapsakslinum var farið at mala við, og tá ið saman um kom, var skaðin so mikið stórur, at tað hevði verið dýrari at umvælt verandi motorin – enn at keypa ein nýggjan. Háldan sigur, at skipið stendur eisini fyri klassing seinni í heyst, so samanum tikið kunnu teir brúka hetta til okkurt. – Sjálvandi er tað óheppið, tá ið slíkt hendir, men tað, at vit kundu fáa ein nýggjan motor so skjótt – og at nýggi motorurin nú er íkomin uppundir klassingina, ger so eisini tað, at klassingin, sum stendur fyri framman, ikki verður so umfatandi fyri okkum, sigur Háldan Haldansen. Skipari á Gullbergi er klaksvíkingurin, Árni Zachariassen. Við skipinum eru 7-9 mans. Gullberg hevur skift motor í Runavík – Sjálvandi er tað óheppið, tá ið slíkt hendir, men tað, at vit kundu fáa ein nýggjan motor so skjótt – og at nýggi motorurin nú er íkomin uppundir klassingina, ger so eisini, at klassingin, sum stendur fyri framman, ikki verður so umfatandi, sigur Háldan Haldansen, reiðari Mynd: Vilmund Jacobsen Fyrrverandi nøvn: Sæborg, Núgvunes, Edelweiss Skipaslag: Línuskip v/ egningarmaskinu (3) Smíðistaður/ár: Etaples sur Meer, Frakland (1976) Longd: 23,70 metrar Breidd: 6,02 metrar Dýpd: 2,06 metrar BRT: 49,98 Eigari: P/F West Trading Útgerðarmaður: Háldan Haldansen FAKTA Línuskipið Gullberg hevur ligið á Runavík í stívliga tríggjar vikur, nú motorurin er skiftur. Reiðarin er sera fegin um tað arbeiði, sum maskinverkstaðurin Mekanik, hevur gjørt Mynd: Vilmund Jacobsen