Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnusíðurnar Nr. 46 - 6. mars 2007 Skotar vaksa um alivinnuna Skotland: Næstu seks árini ætla skotar at vaksa um sína laksaframleiðslu upp í 160.000 tons um árið. Tá ið teir hava nátt hesi nøgdini, er ætlanin at seta málið til 200.000 tons. – Tað er nógv, sum má gerast, um vit skulu røkka teimum 160.000 tonsunum um seks ár. Eitt nú mugu vit sannføra lóggevarar um, at vit við hesum kunnu útvega fleiri arbeiðspláss úti í økjunum, eins og vinnan verður rikin forsvarliga. Tað sigur Sid Patten, umsitingarstjóri í Scottish Salmon, sum nú roynir at fáa myndugleikarnar við sær í arbeiðið at veksa uppaftur meira um skotsku alivinnuna. (-vilmund) – Neyðugt er, at lóggevandi myndugleikarnir eru við í hesi ætlan, sigur umsitingarstjórin í Scottish Salmon, Sid Patten Betri umstøður í Boulogne Frakland: Fransmenn ætla at brúka 100 miljónir evrur til nýgerð av havnini í Boulogne. Í fyrsta lagi hugsa fransmenn um at nútímansgera virkingina av fiski úr eitt nú Spaniu, Noregi og Stórabretlandi. Fiskurin, sum kemur úr útlandinum, skal koma skjótari til virkingar og soleiðis eisini skjótari fram til viðskiftafólkini. Fransmenn hava haraftrat sett sær sum mál, at ferju­ sambandið til býin skal betrast munandi við skjótari ferjum og uppaftur betri sambandi. Eisini ætla teir at byggja eina sonevnda ”bransjupark” í útjaðaranum av býnum. Sum skilst, verður verkætlanin stuðlað av ES og lokalu myndug­leikunum í Boulogne. (-vilmund) – Vit skilja ógvuliga væl, at tað er trupult at avmarka veiðina eftir útróðrarfiski, tí tað eru teir smæstu bátarnir, sum verða tá raktir, sigur Kjell Nedreaas Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri at bjarga toskinum, sum er fram við landi úr Stadt til Finn­mørkina, er neyðugt at minka veiðina við eini helvt. Tað heldur norski Hav­ gransk­ingar­stovnurin. Altjóða Havgransk­ingar­ stovn­urin ICES mælir hin­ vegin til, at veiðan eftir smá­ fiski á hesum leiðum verður steðgað. Kjell Nedreaas, sum stend­ur fyri kanningum av hesum fiskastovni, sigur, at útróðrarmenn veiða eini 30.000 tons úr honum um árið. – Tað er bert 5.000 tons minni, enn veiðan var, tá vit fyri trimum árum síðan mæltu til at minka veiðina við eini helvt. Aftrat skrásettu veiðini í økinum, er væntandi, at norskir frítíðarfiskimenn fiska eini 10.000 tons, með­ an útlendsk ferðafólk fiska umleið 1.000 tons. – Vit skilja ógvuliga væl, at tað er trupult at avmarka útróðrarvinnuna, tí tað eru teir smæstu bátarnir, sum verða tá raktir. Kjell Nedreaas sigur, at møguleikin fyri, at útróðr­ ar­toskurin norðanfyri 62 breiddarstig kollapsar næstu tíggju árini, um veiðan held­ ur fram, er eini 20% stórur. – Støðan er álvarsom, tí vit síggja lítið av toskayngli á hesum leiðum, sigur Kjell Nedreaas. Útróðrarflotin má minkast Útróðrartoskurin norðanfyri 62 breiddarstig er í vanda, heldur norski Havgranskingarstovnurin Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Eg eri vísir í, at fiska­ stovn­urin tolir ikki tað stóra trýstið, sum í longri tíð hevur verið. Eitt er, at menn, sum liva av útróðri burtur av, seta línuna í firðum og sundum, tá ikki er farandi longur út. Ringast er, tá ið menn, sum slett ikki eru útróðrarmenn, men hava sína ársinntøku í aðrari vinnu, gera sær dælt av hesum. Tað heldur bátaeigari, sum hevur fylgt gongdini í fleiri ár. Hann sigur, at tað vindur upp á seg, at lína stendur rættiliga víða um inni við land og heldur, at tíðin nú er komin til at rópa varskó og seta avmarkingar í verk. – Eg ivist onga løtu í, at verður einki gjørt, kann stóra royndin á firðum og sundum verða til óbótaligan skaða fyri fiskastovnarnar kring oyggjarnar. Sum heild heldur hann, at eingin vinnulig línuveiða yvirhøvur skuldi verið loyvd nærri enn einar 3-4 fjórð­ ingar úr landi. – Flestu menn hava góðar bátar, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at teir flyta seg eitt sindur longur út, leggur hann aftrat. Útróður og ítriv Bátaeigarin vísir á, at eitt fittur partur av teimum, sum reka útróður ein part av árinum, eru menn, sum sigla ella eru í aðrari vinnu. – Fleiri hava keypt sær dýrar bátar, og tá ið teir so leggjast heima eitt skifti, dríva teir á fyri at fiska fyri tað, sum báturin kostar at hava og reka. Hetta ger, at minni pláss og minni fiskur verður til teir, sum veruliga skulu liva av at rógva út. Ikki tí, sigur bátaeigarin og leggur aftrat: – Nógvir av hesum monn­ um, sum bara eru parttíðar útróðrarmenn, eru raskir og óførir, men trupulleikin er, at fiskastovnarnir tola ikki hesa roynd. Haraftrat kemur, at línan fiskar nógvan smáan fisk, sum ikki sleppur at veksa seg stóran, áðrenn hann verður tikin. Hann vísir á, at tá ið útróðr­ ar­flotin troytir leiðirnar heilt í klettin, verða økini rættiliga avmarkað, og samstundis verður smáfiskurin ov hart royndur. Allir bátar hava eisini plottara, har øll data kunnu goymast, og tí liggur einki fiskimið óroynt longur. Lína allastaðni – Lína stendur allastaðni og fer at kalla um øll fiskimið. Tað nyttar lítið at kasta á tey áður góðu miðini, um línan júst hevur staðið har. Bátaeigarin sigur, at línan, sum bátarnir seta, er sterk, góð og long, og hon verður sett bæði á bleytum og hørðum botni, grunt og djúpt og at kalla í øllum streymi. – Er ikki veður at fara út á tær vanligu leiðirnar, verður sett inni við land – ja, eg vil siga, at tað er næstan hvør reyðfiskur, sum verður trároyndur, og tað er næstan ikki tað stað, onkur línustumpur ikki kemur, sigur hann. Áður var vanligt, at nógvir útróðrarbátar royndu við línu um veturin og snellu um várið, men nú stendur lína alt árið. – Eg havi skilt, at suður­oy­ ingarnir, sum plaga at leita sær norðurum um várarnar, ikki ætla sær norður í vár, tí várróðurin hevur roynst so illa seinastu árini. Umringaður kassi Hann sigur, at norðanfyri er kassi friðaður til snelluveiði, men tað nyttar so lítil, tí lína stendur allastaðni rundan um kassan – í fleiri løðum, sum hann tekur til. – Fiskurin, sum er á veg inn á gýtingarleiðirnar, sleppur ikki inn fyri línu hjá útróðrarbátum og teimum størru línubátunum, bæði inn­ ari og ytri. Fiskurin noyðist tí framvið fleiri hundrað túsund hokum, áðrenn hann Húkabátar sleppa at royna alt ov innarliga - Eg haldi, tað er skeivt, at menn, sum bara hava útróður sum ítriv, sleppa at seta línu bæði nær og fjar, sum tað passar teimum. Fiskurin fær ikki frið, tí lína stendur allastaðni kring landið. Bátar royna í klettin og teir, sum fara sær ein snøristúr, fáa ikki at kóka, sigur maður, sum heldur, at hetta skilaloysi, sum hann tekur til, eigur at halda uppat