týsdagur 6. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnusíðurnar
Nr. 46 - 6. mars 2007
Uppskriftir fáa fólk at eta meira fisk
Danmark: Danska Fødevareministeriið hevur saman við ES stuðlað
einum ”uppfylgjara” av bókini, ”Fiskur tvær ferðir um vikuna”, sum fekk
dygga undirtøku millum fólk í fjør. Uppfylgjarin er ein ókeypis bók við
fiskauppskriftum.
Í bókini hesaferð, sum í fyrsta lagi er prentað í 700.000 eintøkum, eru
lekrar vikuskiftis-uppskriftir við fiski.
Kanningar vísa, at bert 16% av dønum eta fisk sunnu-og halgidagar.
Sambært danska ráðharranum, Hans Chr. Schmidt, vaks sølan av fiski
í donskum fiskahandlum við 30% í fjør, og danir ivast ikki í, at bókin
hevur havt sína ávirkan á øktu søluna. (-vilmund)
Meldaðir fyri at hava
ov lítla manning
Frakland: Skip, sum fiska brisling og sild
í Eystursjónum, bróta reglurnar um mann
ingartal.
Tað sigur svenska vaktartænastan.
Tvey av skipunum, sum hava siglt við
ov lítlari manning, eru nú meldað til løg
regluna.
Skipini fiskaðu suður úr Gotlandi við einans
trimum monnum umborð. (-vilmund)
Sølan av fiskamati í donskum fiskahandlum vaks
við 30% í fjør
Roysn-
ingur
trívist á
Svalbard
Um nøkur ár fæst
at vita, hvussu
stórur vøksturin í
stovninum í
veruleikanum er
Svalbard: Nýggjar telj-
ingar av roysningi við
Svalbard visa, at stovnurin
er í vøkstri. Mett verður,
at talið av dýrum liggur
um 2500.
– Vit hava talt roysning
við Svalbard í sambandi
við eina verkætlan, sum
hevur fevnt um fýra ár. Vit
eru ikki heilt liðug enn,
men fyribils úrslitið av
teljingini bendir á, at tað
eru einir 2500 roysningar
á Svalbard.
Christian Lydersen,
sum starvast hjá Norsk
Polarinstitut, sigur, at um
eini fimm ár ber til at siga
við vissu, hvussu nógv
stovnurin veksur.
– Um fimm ár verður ein
nýggj teljing, leggur hann
aftrat. (-vilmund)
Nú rækjuprísirnir eru
lutfalsliga lágir, sam
stundis sum oljan er
dýr, halda menn, at
rækjuveiða við stór
um skipum ikki er ser
liga lønandi longur
Rækjuveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskeri-og Havbruksnæring
ens Forskningsfond hevur
játtað stívliga 2 miljónir krón
ur til framhaldandi menning
av einum nýggjum rækju
troli. Ætlanin er, at nýggja
trolið skal roynast umborð á
tveimum ymiskum trolarum
uppi í Barentshavinum tíð
liga í summar. Á henda hátt
verður hildið, at til ber at
finna út av, hvussu effektivt
trolið er, og hvussu nógv skal
til fyri at draga tað gjøgnum
sjógvin.
Nýggja rækjutrolið er roynt
í stóra tanganum, SINTEF í
Hirtshals í Danmark.
Dýra oljan er ein bein
leiðis orsøk til, at neyðugt
er við nýggjum trolum, sum
eru lættari at draga ígjøgnum
sjógvin.
Tað eru tey, sum siga, at
rækjuveiða við stórum skipum
rætt og slætt ikki er lønandi
longur, nú rækjuprísirnir eru
lutfalsliga lágir, samstundis
sum oljan er vorðin so dýr.
Royndir við nýggjum rækjutroli
Royndir við troli í royndarhyli
Alt bendir á, at roysningur
trívist og mennist á Sval
bard. Tað visa nýggjar
teljingar
Tað tekur burtur av hjá
teimum, sum skulu liva av
útróðri burtur av, at ein og
hvør kann seta línu heilt
í klettin. – Eg haldi, at øll
útróðrarfør, sum royna við
línu, sum heild skuldu farið
út um einar 3-4 fjórðingar,
sigur bátaeigari
Mynd: Vilmund Jacobsen
sleppur inn á friðaða økið,
leggur hann aftrat.
Bátaeigarin heldur at enda,
at royndin við línu er vorðin
so ógvuslig, at neyðugt er at
fremja avmarkingar til tess
at verja smáfiskin.
Longur út
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari
á Fiskirannsóknarstovuni, er
samdur við bátaeigaranum
um, at neyðugt er at seta í
verk avmarkingar fyri línu
veiðina fram við landi.
– Vit hava eisini í okkara
tilmæli til myndugleikarnar
mælt til, at tey smærru
útróðrarførini ikki sleppa
heilt inn undir land at seta.
Hetta vístu vit serliga á í
okkara seinasta tilmæli.
Hjalti sigur, at tað liggur í
náttúruni, at tað er tann smái
fiskurin, sum heldur seg inni
við land, og tískil er hesin
fiskurin eisini útsettur fyri
harðari veiði, tá royndin er
so stór.
Hann vísir á, at línuskipini
sleppa ikki inn undir land at
royna, men skulu halda seg
uttanfyri 6 fjórðingar.
– Hinvegin er einki mark
fyri, hvussu nær teir smáu
útróðrarbátarnir
kunnu
royna, og tað halda vit ikki
vera rætt, sigur Hjalti í
Jákupsstovu.