Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnusíðurnar Nr. 46 - 6. mars 2007 Útróður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: Mikudagin í farnu viku var av allar ringasta veðri kring alt landið. Streymurin var hinvegin sera góður, men við teirri vindferðini ið var, hevði tað verið óðamannaverk at lagt frá landi við einum útróðrarbáti. Hósmorgunin var veðrið munandi frægari, - so frægt, at útróðrarmenn kring landið byrjaðu at rigga til at fara til útróðrar aftur longu sama kvøld. Á havnarlagnum heima á Sandi er kortini ikki nógv lív at hóma henda morgunin. Frammanfyri ein av mongu útróðrarbátunum stendur tó ein bilur. Umborð á eina útróðrar­ bátinum, Syðraberg SA 300 er Richard Hentze í ferð við at gera onkrar smærri umvælingar við línuspælið. – Ja, alt slítist, sigur hann við einum brosi, tá umboðini fyri Sosialin fregnast eftir tíðindum. Uttan hesar línubustirnar verður tað bæði tyngri og óhugaligt hjá fólki í landi at egna stamparnar. Ein rein lína er ikki at forsmáa! 1600 pund Tað er longu liðin vika síðani at hann var seinast á útróðri – fríggjadagin í vikuni frammanundan. Henda dagin legði hann frá landi við 12 stampum og tá hann kom aftur at landi hevði hann 1600 pund umborð. Vanligt er at leggja veið­ una upp á Sandi, men ta ferðina varð hon løgd upp í Miðvági. Men henda kalda hós­ morg­unin í farnu viku, var Richard farin oman í bátin sum so mangan áður. Riggast skuldi til nýggjan túr seinni um kvøldið. Triði báturin Syðraberg er ein reyðmálaður AWI Star 35 fót bátur, sum stavar frá sumrinum 2004. Hetta er kortini ikki fyrsti útróðrarbáturin hjá Richardi. – Hetta er triði báturin hjá mær, sigur hann. Richard hevði fyrst ein 20 tons útróðrarbát í eini 25 ár, áðrenn hann fekk sær ein annan plastbát, sum bar sama navn sum hesin seinasti. Hann var so mikið óheppin við honum, at hann fór á land við hesum bátinum. Eftir hetta fekk hann sær henda 35 fót stóra bátin, sum hann nú rør út við. Fáir dagar – góður prísur Fyri skjótt trimum árum síð­ ani kom hesi nýggi Syðra­ berg á Sand. Fyri Richard er eingin ivi um, at hann hevur verið sera væl nøgdur við henda útróðrarbátin. – Hetta er ein ótrúliga góður bátur. Ja, hann er sum eitt skip at vera við, sigur Richard, her vit hitta hann inni í stýrihúsinum. Hann hevði boðað frá góð­um veðri um kvøldið, og Richard ætlaði sær á enn ein útróðrartúr. Tað sum farið er av hesum árinum, hevur roynst væl hjá Richardi. Hann er væl nøgdur við fiskiskapin í januar og februar mánaði. – OK, tað hava kanska ikki verið so nógvir útróðrardagar í ár. Men hinvegin, so hevur prísurin verið sera góður, sigur Richard. Ættin avgerð Síðani ársbyrjan hevur Rich­ ard verið einar 14 ferðir til útróðrar, og heldur hann fiskiskapin vera nøktandi. – Eg havi fingið millum 100 og 150 pund uppá stampin. So tað er ikki so galið, sigur hann. Prísurin hevur heldur ikki verið so galin. Hann hevur í roynd og veru verið rættiliga góður, - einar 17-18 krónur fyri kilo. – Og tá hevur verið lítið av toski uppií, staðfestir Syðraberg er sum eitt ski – Hesin útróðrarbáturin er sum eitt skip í sjónum, sigur útróðrarmaðurin Richard Hentze av Sandi. Hósdagin í farnu viku riggaði hann seg til at fara á enn ein útróðrartúr – eystanfyri ella vestanfyri, alt eftir hvussu ættin var Felags leiðslu Býráðið í Klaksvík heldur fast um kravið um, at teir báðir fólkaskúlarnir í býnum, skúlin á Ziskatrøð og skúlin við Ósánna, skulu hava felags leiðslu. Um nakrar vikur er eingin leiðsla í skúlanum á Ziskatrøð, og hetta høvið eiga vit at brúka til at fáa felags leiðslu á báðum skúlunum, sigur Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri, við Útvarpið. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur fyrr sagt, at kommunan bíðar eftir mentamálaráðnum. Zink í Grønlandi Áhugin fyri at sleppa at leita eftir zinki í Grønlandi er stórur. Í hvussu er veit CNN at siga, at eitt avstralskt felag hevur goldið 92 mió. krónur fyri at sleppa at leita eftir zainki við Citronen-fjørðin í Landnyrðingsgrønlandi. Sambært CNN væntar avstralska felagið, at 17 mió. tons av zinkmálmi eru í økinum við fjørðin. Eitt annað felag hevur í løtuni rættindini til at vinna zink við Citronen-fjørðin, men tað avstralska hevur nú keypt rættindini. OK, tað hava kanska ikki verið so nógvir útróðrardagar í ár. Men hinvegin, so hevur prísurin verið sera góður ”