Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 9 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 35 - 20. februar 2001 gult cyan magenta svart Í Noreg hava teir nú roynt at ala hýsu, og roynd- irnar vísa, at hon er lættari at fáa at vaksa enn toskur, og hon trívist betur í kørum og nótum Tað er havgransking- arstovan í Austevoll, skrivar Vinnuhúsið, sum hevur gjørt royndir við hýsu, og fyrstu royndir- nar eru væleydnaðar. Byrja var við rognum undan villari hýsu og fyrsta yngli fingu teir í fjør vár. Fiskurin er nú bæði í kørum á landi og í ali- ringum, fyri at kanna munin á vøkstrinum. Hýsuyngli hevur víst seg at trívast væl betur enn royndirar við toski. Tað tekur nógv betur føði til sín, veksur skjót- ari, og man kann byrja við turrfóðri fyrr enn royndirar við toski hava víst. Kanibalisma hevur ikki víst seg at vera ein trupulleiki, sum hjá torski, vísa royndirnar. Eisini aðrastaðni Arbeitt verður við at fáa nokk av lívfiski og at fáa hann at gýta tvær ferðir um árið. Roynt verður at at ljósviðgera lívfiskin, fyri at fáa heystyngul. Hetta hevur víst seg at virka hjá torski, á sama hátt sum vanligt er innan laksaaling. Verður hugt at hýsu- prísinum, er tað tó langt ávegis at gera slíka aling til ein handilssligan vinnuveg. Royndir við hýsualing eru tó eisini ávegis í øðrum londum, sum USA, Canada og Stórabretlandi. Verður hugt at, hvussu føroyska vinnan geografisk er spjadd yvir landið, má ásann- ast at útgerðar- havnin kemur at liggja í einum øki við nógvum vinnu- ligum virksemi Nógvir faktorar hava ivaleyst verið vigaðir, tá vali fall á Runavík og hesi feløg: Havnaviður- skiftir, uppland, prísur o.a. At oljufeløgini valdu eina loysn við før- oyskum feløgum við róðri, er eisini í trá við andan í lógarkarminum og teimum ynskjum um føroyska vinnuliga lut- tøku, sum vinnan hevur lagt stóran dent á, skriv- ar Vinnuhúsið. Út frá einum vinnulig- um sjónarmiði kann sig- ast, at skuldi føroysk vinna fáa størst møgu- ligt gagn av útgerðar- havnini, skuldi hon helst liggja høgliga fyri hjá flest møguligum virkj- um. Hóast alt hevur fjar- støða nakað at siga. Hyggja vit eftir, hvar tey 141 virkini liggja, sum eru skrásett í oljuáhuga- bólkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, so er støðan henda: Suður- streym 71, Norðstreym 5, Vágar 9, Eysturoy 30, Norðoyggjar 14 og Suðuroy/Sandoy 12. Tyngdarpunkt Tað kann soleiðis sigast, at útgerðarhavnin liggur í einum av vinnuligu tyngdarpunktinum í landinum. Fyri virkir í Klaksvík liggur Runavík høgliga fyri, og fyri virkir í Vágum ella Norðurstreymi, er ikki nógvur munur á Havnini ella Runavík. Trupla ferðasambandi ger, at fyri virkir í Suðuroy vil alt uttanfyri oynna vera óhøgligt. Verður hugt eftir, hvat slag av virksemi talan er um sæst, at nógvur verk- staðsídnaður, smiður og slíkt er í Eysturoy, með- an tænastuvinna er rættuliga dominerandi millum virkini í Suður- streymi, skrivar Vinnu- húsið. – ICCAT sleppur ikki at stýra okkum, og vilja teir hava okkum sum lim skal kvota fylgja við, sigur fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen eftir at hava fingið hvass- orðað bræv frá ICCAT Ólavur í Beiti Vanligt er at Fiskimála- stýrið fær bræv frá tunfiskafelagsskapinum ICCAT, men helst ongantíð hevur Fiskimálastýrið fing- ið so hvassorðað bræv sum nú síðan tunfiskiskapurin tók seg upp í føroyskum sjógvi, og føroysk skip fóru at fiska tunfisk í altjóða sjógvi. ICCAT felagsskapurin krevur, at Føroyar gerast limur í felagsskapinum, men hetta skal verða lima- skapur uttan nakra kvotu. Men fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen fer at svara ICCAT, at gerast Føroyar limur í felagsskapinum, so skal kvota fylgja við. Ikki vestanfyri – Vit eru í somu støðu sum Ísland og vit hava eisini avtalað landanna millum at vit skulu standa saman í hesum máli, sigur Jørgen Niclasen. Og leggur aftrat, at Fiskimálastýrið fer ikki at nokta skipunum at fiska tunfisk í føroyskum sjógvi og síðan at fylgja tunfisk- inum í altjóða sjógv, út í Eysuratlantshavið. – Men ætlanin er ikki, at skipini skulu royna í Vest- uratlantshavinum nú, sigur Jørgen Niclasen og sipar sostatt til uppdeilingina av Atlantshavinum hjá ICCAT, har USA og Japan hava kvotu vestanfyri, og europeisku londini og USA og Japan hava kvotu eysta- nfyri. Seinastu árini hevur ICCAT sent Fiskimálastýr- inum átalur, men ikki áður hevur orðalagið verið hvast, men sum skilst á Jørgen Niclasen, so eru hvørki føroyingar ella íslendingar at vika í hesum spurningi um at fiska á egnum sjóøki. – Eg veit ikki um tað nakrantíð er komið fyri fyrr, at so nógvir næmingar hava verið burturi vegna sjúku í senn, sigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vestmanna skúla INFLUENSAN Turið Kjølbro Ógvusliga influensan, sum hevur herjað kring landið í fleiri vikur, ger rættiliga vart við seg í Vestmanna skúla í hesum døgum. Ser- liga framhaldsdeildin í Vestmanna skúla er hart rakt. Hósdagin og fríggja- dagin í farnu viku vóru bert 22 av 90 næmingum í teim 5 framhaldsflokkunum í skúla. Teir 22 næmingarnir vóru í skúla nakrar tímar og fóru síðani heim. Í gjár, mánadagin, vóru 5 lærarar sjúkir og helmingurin av næmingunum í tí eina áttanda flokkinum og 10. flokki framvegis sjúkir. Hin 8. flokkurin fekk frí, tí allir lærararnir hjá teimum vóru sjúkir. Báðir 9. flokkarnir fóru í starvsvenjing mána- dagin. Hvussu nógvir av næmingunum í 9. flokki eru komnir fyri seg aftur, vita vit ikki. – Hetta er ein rættiliga serlig støða. Eg veit ikki um tað nakrantíð er komið fyri fyrr, at so stórt tal av næmingum hava verið burturi vegna sjúku í senn. Undantakstøða er tað kort- ini ikki, her er eingin panikkur, tí vestmenningar eru eitt róligt fólkaslag, sigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vestmanna. Yngru næmingarnir í Vestmanna skúla hava ikki verið so hart raktir av sjúku sum teir eldru. Ikki enn í øllum førum. Í Vestmanna skúla eru 230 næmingar og 22 lærar- ar. Fiskaarbeiðið darvað Eisini fiskavirkini, Atlantis og Føroya Fiskavirking í Vestmanna hava verið darvað av influensuni. Í síðstu viku vóru 11 ar- beiðsfólk sjúk á einari vakt, sum telur 40 fólk, á Fiska- virking. – Vit máttu steðga einari framleiðslu, tí so nógv fólk vantaðu, sigur Anni Eg- holm, arbeiðsforkvinna á Fiskavirking. Skúlanæmingar í Vest- manna arbeiða aftaná skúlatíð, men eingin teirra var sum vera man til arbeiðis í síðstu viku. Eisini Anni Egholm heldur, at influensan herjar serliga nógv í ár. – Í vetur hava ógvuliga nógv fólk verið sjúk, men eg veit ikki um, at tað nakrantíð fyrr hava verið so nógv fólk sjúk í senn sum í síðstu viku. Á Atlantis er støðan kortini ikki so ring. Eini 15 fólk arbeiða har. – Onkur hevur verið sjúkur, men tað hevur kortini ikki verið so galið. Einir 6 skúlanæmingar arbeiða her, men eingin teirra var til arbeiðis í síðstu viku, sigur Jákup Oluf Hansen, stjóri á Atlantis. Influensan herjar í Vestmanna Norðmenn ala hýsu Flest virkir í Suðurstreymoy Limaskap í ICCAT við kvotu Skúlastovurnar í Vestmanna Skúla hava verið meira enn hálvtómar í longri tíð Mynd: Jens K. Vang Sosialurin - 311820 Tryggingarfelagið Føroyar ynskir ÍF tillukku við sigrinum í steypafinaluni H Ø V U Ð S S T U Ð U L T R Y G G I N G A R F E L A G I Ð Tryggingarfelagið Føroyar ynskir ÍF tillukku við sigrinum í steypafinaluni