týsdagur 6. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 vinnusíðurnar
Nr. 46 - 6. mars 2007
– Bert tríggir
persónar sleppa
ókeypis til ráðstevn
una. Sum fyrireikarar
hava vit bjóðað løg
manni, løgtingsfor
manninum og borgar
stjóranum í Tórs
havnar kommunu
ókeypis luttøku, sigur
Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað stóð ikki á hjá Vinnu
húsinum í morgun at selja
tey 120 atgongumerkini til
ráðstevnuna, sum verður í
Norðurlandahúsinum
24.
mai við fyrrverandi amerik
anska
forsetanum,
Bill
Clinton og vápnaeftirlits
manninum, Hans Blix.
Sosialurin var inni á gólv
inum í Vinnuhúsinum, tá ið
sølan byrjaði. Sølan fór
fram um telefonina, og tað
vóru fýra fólk, sum sótu og
tóku ímóti bíleggingum.
Tey, sum tóku telefonina,
vóru Marita Rasmussen,
Belinda Lilá, Ester Dahl og
Mikkjal Joensen, og tey
høvdu úr at gera.
Stórur áhugi
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, segði seg
rokna við, áðrenn sølan
byrjaði, at atgongumerkini
fóru at ganga sum »heitt
breyð«, og tað gjørdu tey
eisini.
Eftir sløkum 20 minuttum
vórðu tey 120 atgongu
merkini, sum almenningur
in hevði høvi at keypa, seld,
og soleiðis keyptu føroy
ingar fyri 600.000 krónur í
atgongumerkjum eftir lítl
ari løtu.
– Hetta er eitt serstakt
tiltak við serstøkum persón
um, og tá ið fólk kunnu fara
til Bretlands at hyggja at
fótbólti, trúgvi eg eisini, at
hesi 120 atgongumerkini
fara at ganga sum »heitt
breið«, segði Jan Mortensen
stutt eftir, at sølan var byrj
að.
Spurdur, hvør tað er, sum
hevur keypt sær pláss til
ráðstevnuna, sigur hann, at
talan er um ymisk fólk –
heilt frá politikarum, lækn
um til vanligar einstakl
ingar.
– Vit upplýsa ikki nøvn á
teimum, sum hava bílagt
atgongumerki, men eg kenn
ist við nøkur teirra, og út
frá hesum kann eg siga, at
tað eru fólk úr ymiskum
heraðshornum í samfel
agnum.
Limirnir fyrst
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
sum skipar fyri tiltakinum
við Clinton og Blix, hevur
530 limafeløg og hesi hava
øll fingið bjóðað atgongu
merki til keyps.
– Flestu av hesum feløg
um hava havt høvi at keypa
eitt atgongumerki, og tey
størstu feløgini hava havt
høvi at keypt fimm.
Støddin
á
feløgunum
verður roknað eftir lima
gjaldinum til Føroya Ar
beiðsgevarafelag, og lima
gjaldið til FAG sigur nakað
um, hvussu stór feløgini
eru.
Jan sigur, at eingin trupul
eiki hevur verið at selt
atgongumerkini til lima
feløgini.
Spurdur, hvussu nógvir
persónar sleppa ókeypis til
ráðstevnuna, sigur hann, at
talan bert er um tríggjar.
– Sum fyrireikarar hava
vit bjóðað løgmanni, Jóann
es Ejdesgaard, løgtingsfor
manninum, Edmundi Joen
sen og borgarstjóranum í
Tórshavnar kommunu, Heð
ini Mortensen, ókeypis lut
tøku.
Á Hotel Føroyum
Jan Mortensen sigur, at
bæði Clinton og Blix hava
hvør sína suitu á Hotel Før
oyum, men Clinton kemur
og fer avstað aftur sama
dag, sum ráðstevnan verður
– um einki annað verður
aktuelt. Hinvegin steðgar
Blix ætlandi nakrar dagar í
Føroyum.
Spurdur, hvørjum flogfari
Cinton kemur higar til lands
við, sigur hann, at tað veit
hann ikki at siga, tí tað er
ikki teirra borð í hesum
tiltaki.
–
Clinton
kemur
til
Noregs at halda fyrilestur í
flogfari, sum eg vænti, at
amerikanski staturin eigur.
Úr Noregi flýgur hann til
Íslands í hesum flogfari, og
haðani kemur hann til Før
oya, meðan amerikanska
flogfarið stendur í Íslandi.
Floglíkindi?
Spurdur, hvussu verður við
tiltakinum og atgongumerkj
unum, sum fólk gjalda fyri,
um tað ringasta skuldi hent,
og floglíkindi ikki eru í
Føroyum 24. mai, sigur
stjórin í Vinnuhúsinum:
– Nú er hetta besta tíð av
Clinton og Blix- tiltakið:
Atgongumerkini
seld eftir sløkum
tjúgu minuttum
Magnus formaður
Á aðalfundi í Klaksvíkar Handilsfelag herfyri fekk felagið
nýggja nevnd, og nýggjur formaður er Magnus Arge. Hann
sigur við Norðlýsið, at handlarnir í Klaksvík selja meiri
nú, enn teir gjørdu, áðrenn Norðotarunnilin kom. Serliga
nógv er at gera í handlunum, tá tað hevur verið ókeypis at
koyra ígjøgnum tunnilin. Magnus Arge vónar tí, at leiðslan
í tunnilsfelagnum fer at endurskoða prísásetingina, nú
tunnilin verður eitt ár í næsta mánað.
Danir gjalda meiri
Donsk reiðarí sum A.P. Møller-Mærsk, Torm og Norden
hava ikki so góðar umstøður sum teirra kappingarneytar í
øðrum evropeiskum londum. Altjóða grannskoðarafelagið
Pricewaterhouse Coopersww vísir í einari frágreiðing á, at
donsk reiðarí rinda skatt av vinninginum, tá tey selja skip,
og tað gera onnur evropeisk reiðarí ikki. Sambært frágreið
ingini er Danmark einasta landið í Evropa, sum krevur
skatt av kapitalvinninginum.
– Vit hugsa sjálvandi um
møguleikan, at floglíkindini
kunnu tarna tiltakinum.
Hetta er nakað, vit einki
kunnu gera við, og tí loysir
tað seg heldur ikki at brúka
nógva tíð upp á tað, sigur Jan
Mortensen
Mynd: Jens Kr. Vang