Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2007 21 árinum, og tí vóna vit sjálv­ sagt, at einki slíkt kemur at órógva. Sjálvandi hugsa vit um tað, men hetta er sam­ stundis nakað, vit einki kunnu gera við. Tí loysir tað seg heldur ikki at brúka ov nógva tíð upp á tað. Jan sigur, at ein ætlan fyriliggur, um tað ringasta skuldi hent. – Í fyrsta lagi verður tá roynt at leggja tiltakið ein annan dag, um tað er møguligt – og í øðrum lagi fáa fólk peningin fyri at­gongu­merkini aftur, sigur stjór­in í Vinnuhúsinum. Tey, sum ringdu inn í morgun, eru nú skrásett hjá Vinnuhúsinum við møgu­ ligari t-postadressu og tlf. nummari, og sum dagarnir ganga, fáa tey eina váttan um, at tey eru tilmeldaði og fáa samstundis boð um at flyta peningin fyri atgongu­ merkið á konto. Á Vinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, 24. mai 2007, verða røðurnar hjá Willian Jefferson Clinton og Hans Blix hildnar á enskum. Teir fara at røða í umleið ein tíma hvør. Eftir røðurnar hjá teimum báðum, verða spurningar settir røðarunum. Ætlandi varar tiltakið samanlagt í umleið fýra tímar. Enn er endalig skrá ikki løgd fyri ráðstevnuna, men Vinnuhúsið sigur, at hon verður kunngjørd seinni. Á ráðstevnuni verður okkurt lætt til matna. Pláss er fyri 500 áhoyrarum, harav limir í Føroya Ar­beiðs­gevarafelag hava keypt umleið 380 at­ gongumerki. Limafeløgini í FAG eru tilsamans 530. Hini 120 atgongumerkini eru tey, sum vórðu seld eftir sløkum 20 minuttum í morgun. Bert trý atgongumerki eru ókeypis. Tað er FAG, sum hevur tillutað løgmanni, løgtingsformanninum og borgarstjóranum í Havn eitt atgongumerki í part. FAKTA Fýra fólk, sum starvast í Vinnuhúsinum, tóku telefonina í morgun, tá ið atgongumerkini til ráðstevnuna við Bill og Blix vórðu seld Mynd: Jens Kr. Vang Trý ókeypis atgongumerki eru til Clinton & Blix-tiltakið; tey eiga Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen og Heðin Mortensen Myndir: Vilmund Jacobsen Nógvur kuldi Veðurmenninir í Noregi og Svøríki boða frá nógvum kulda teir næstu dagarnar. Hann verður eystligur í ættini, og tí kemur kuldin úr Sibiria og Russlandi vestureftir, siga teir. Har norðuri í Svøríki og Noregi kann kuldin koma niður ímóti 30 stigum, men fólk har suðuri skulu eisini fyrireika seg til munandi kaldari veður. Eitt nú kunnu tey norðan fyri Oslo vænta sær niður í 20 kuldastig. Í Danmark boða veðurmenninir eisini frá kulda, men ikki so nógvum. Ikki munur á føðideildum Kvinnur, sum skulu eiga, kunnu kenna seg líka tryggar á einari lítlari føðideild sum á einari stórari. Tað vísir ein kanning hjá heilsustýrinum í Danmark. Stýrið hevur kannað føðideildirnar á teimum ymsu sjúkrahúsunum, og niðurstøðan er, at tær smáu deildirnar eru líka tryggar sum tær stóru. Harafturat vísir kanningin, at tær smáu føðideildirnar eru sera dugnaligar til at senda kvinnurnar til tær stóru deildirnar, um okkurt serligt er á vási. vinnusíðurnar