týsdagur 6. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 vinnusíðurnar
Nr. 46 - 6. mars 2007
Marknaðarrák
Hesa farnu vikuna eru alheims
partabrævamarknaðirnir
lækkaðir millum 5%-10%.
Dúgliga verður gitt um
orsøkina til lækkingina.
Skattabroytingar í Kina,
støðan í Iran og tað, at Alan
Greenspan segði afturgongd
í amerikanska búskapinum
vera „ein møguleika“, hava
øll fingið skyldina. Vit meta,
at tað ikki er ein einstøk
hending, sum hevur fingið
marknaðirnar at lækka.
Sum vit áður hava skrivað
her, hevur tað millum annað
týdning at marknaðirnir eru
hækkaðir nógv síðan juni,
og at íleggjarar hava fingið
hug at staðfesta nakað av
vinninginum. Haraftrat hava
spekulantar leingi satsað upp
á kurshækkingar fyri læntar
pengar. Tá marknaðirnir
lækka eitt sindur, verða
hesir noyddir at selja síni
partabrøv, og hetta fær tey
at lækka uppaftur meir. Vit
meta, at partabrøv kunnu
lækka nakað aftrat hesa
vikuna, men at tað ikki er
vandi á ferð fyri langtíðar
íleggjarar.
Yen styrknar
Japanski yen er styrknaður
4,5% hesa farnu vikuna.
Hetta er eitt tekin um, at
íleggjarar gerast minni váða
fúsir. Íleggjarar hava leingi
lænt pening í yen fyri lítla
rentu og sett hann í íløgur
í øðrum londum. Harvið
hava íleggjarar bæði átikið
sær váðan fyri íløgurnar,
umframt gjaldoyraváðan
á fíggingini. Tá íleggjarar
gerast minni váðafúsir, fara
teir burtur úr tílíkum íløgum.
Harvið rinda teir lánini aftur
í yen, og hetta fær hann at
styrkna.
Lánsbrævarentur
halda á at lækka
Lánsbrævarentur hildu á at
lækka í farnu viku. Danska
10-ára rentan lækkaði 0,06%
til 3,93%. 1-árs rentan
lækkaði meir, 0,11%. Hetta
er tekin um, at íleggjarar
flyta pening úr partabrøvum
í tey stuttu lánsbrøvini, sum
hava minst av rentuváða.
Hesa vikuna
Eyguni verða framvegis
havd við partabrævamarkn
aðinum. Dúgliga verður
gitt, hvussu leingi hendan
lækkingin varir. Kunngerðin
av støðuni á amerikanska
arbeiðsmarknaðinum fer
væntandi at vera týðandi
fyri markaðirnar, men óvist
er, um ein góð frágreiðing
er nóg mikið til at venda
partabrævagongdini.
So byrjaði lækkingin
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Vika 10
Umsókn er send
Keypmannahavnar
kommunu at byggja
eitt flótandi hotell
meinlíkt tí, sum er
skotið upp í Havn
men nógvar ferðir
størri
Hotell
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Teir tríggir havnarmenninir
Martin Restorff, Johan
Restorff og Petur Jacobsen
hava sent Keypmannahavnar
kommunu umsókn um at
byggja eitt risastórt flótandi
hotell í miðbýnum í Keyp
mannahavn. Talan er um
eina verkætlan við 150 til
200 verilsum, sum kemur
at kosta einar 150-200 mill.
kr. Hartil hoyrandi er eisini
hópur av felags fasilitetum so
sum matstovum, ráðstevnu
hølum oa.
Martin Restorff sigur, at
teir hava sera góðar vónir
um, at henda verkætlanin
fer at vinna frama, tí her
er talan um nýhugsan, sum
kann koma ferðavinnuni í
danska høvuðsstaðnum til
góða.
Teir hava frammanundan
latið umsóknir til flótandi
hotell bæði í Havn og í
Ålborg. – Vit hava enn einki
fingið at vita frá Tórshavnar
býráð, annað enn at hetta má
hóska inn í heildarætlanina
hjá kommununi fyri økið
í Vágsbotni. Og tann
heildarætlanin er enn ikki
klár skilst.
Ì Ålborg tykist ganga betur,
tí har hevur kommunan nú
ávíst eitt øki til eitt flótandi
hotell sigur Martin Restorff.
Hvat viðvíkur ætlanini í
Havn, so ber ikki til at bíða
í allar ævir sigur hann, men
teir hava kortini góðar vónir
og vilja bíða til politikararnir
hava viðgjørt málið. Martin
Restorff heldur, at eitt
flótandi hotell í Vágsbotni
kann fáa stóran týdning fyri
framtíðar ferðavinnuna í
býnum.
Havnarmenn vilja byggja flótandi
hotell í Keypmannhavn