Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 46 - 6. mars 2007 Ergo- og hjálpartólahandilin í J.C. Svabosgøtu í Havn fer í næstum at víðka um virksemið. Nú skal øll niðara hæddin nýtast til handilsvirksemi, meðan ovara hæddin skal nýtast til ergoterapi burturav Handilstíðindi Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Tað verður dúgliga keypt í Ergo & Hjálpartól. Skóg­v­ ar, stólar, stórir venj­ing­ar­ bólt­ar og pilatesdvdir eru vør­ur, ið alskyns føroyingar støk­ka inn á gólvið at key­ pa. Og nú er virksemið vorð­ið so stórt, at kjallarin í han­dils­bygn­ing­inum er vorð­in ov lítil. -Vit hava avgjørt, at vit ha­va brúk fyri ovaru hædd­ ini í húsunum eisini, av tí at vit hava so deiliga nógvar kund­ar. Nú verður ergo­ter­a­ pið­in, ið vit høvdu á somu hædd sum handilin, flutt upp á, sigur eigarin av Ergo & Hjálpartól, Beinta við Sand­á Lassen. Fitness selur væl Tað er ongin ávís vøra, ið er topp­selj­ari í Ergo & Hjálp­ ar­tól. Tó ganga ymsar vørur bet­ur enn aðrar. Tera­peut­is­­k­ ir skógvar í alskyns litum sel­ja væl, júst sum ymsir kon­tór­s­tól­ar, ið ein situr so væl í, at teir eisini verða brúk­tir til at trilla kring um í køkinum. Eisini sær tað út til, at fitnessrákið eisini er við at vinda upp á seg í Før­ oy­um. -Vit selja sera nógvar ven­ jing­ar­dvdir av eitt nú pila­t­ es. Eisini selja vit nógv av teim­um stóru ven­jing­ar­bólt­ in­um. Fólk, ið keypa hesar vør­ur, keypa tær ikki einans til venjingar, men eisini til at styrkja um lendar og rygg, sigur Beinta við Sand­á Lassen. Víðkanin av Ergo & Hjálp­ar­tól skal eftir ætlan verða liðug í mai mánað. Grón hevur yvirtikið caféina í Miðlon, og hevur hon fingið navnið Café Grón. Nýggju eigararnir lata væl at, teir fyrstu dagarnar teir hava havt opið Handilstíðindi Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Eigararnir í Grón sóu ein stóran møguleika í caféini í Miðlon, tá ið tað frættist, at har varð leita eftir nýggjum fólki at reka caféina. -Vit hava útvegað nógv av vøruni til caféina, so tá ið leitað varð eftir nýggjum fólki slóu vit bara til. Tað ger tað heldur ikki verri, at café­in liggur beint við baka­ ríð­ið hjá okkum, sigur Svein Thomasen, ið er ein av eigarunum í Grón. Umframt vanligan café­ mat, fer Grón eisini at selja døg­ur­ða, og teir vænta nógv­ ar kundar. -Vit meta, at vit skuldu havt grundarlag fyri einum stór­um kundaskarða. Her eru nógv arbeiðspláss rund­ an um, so vit vænta nógv ar­beiðs­fólk. Eisini eru nógv­ ir kundar í Miðlon, og vit væn­ta, at teir koma inn í café­ina at keypa sær ein góð­an kaffimunn, sigur Svein­ur Thomasen. Víðkað cafémentan Svein­ur metir avgjørt, at hó­ast tað eru nógvar caféir í Tórs­havn, so er avgjørt pláss fyri fleiri. -Tað er komin ein nýggj café­ment­an til Føroya, og tað vindur bara meira og mei­ra uppá seg, at man fer út at drekka sær ein kaffi­ munn. So vit meta, at vit ha­va ein marknað at metta, sig­ur Sveinur Thomasen. Grón fara sjálvir at útvega all­an matin til caféina. Um­framt leiðaran Hannu Har­ald­sen fara tvey onnur starvs­fólk at starvast í Café Grón. Nýggi handilin í Mið­ lon, BabySam, selur al­skyns vørur til smá­ børn­ini og mam­mu­r­ nar, og tað er ikki heilt sørt, at mót­a­rák­ ið ger seg galdandi ei­si­ni innanfyri henda íd­nað Handilstíðindi Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Danska smábarnaketan Ba­by­­Sam hevur fingið fótin inn á føroyska marknaðin. Ein BabySam handil hevur júst latið upp í Miðlon, og tað gongur bara væl at selja barna­vogn­ar, pusliborð, barna­seng­ur og alla aðra út­gerð, ið eitt smábarn og ein nýggj mamma kann yn­sk­ja sær. -Tað er ilt at siga, júst hvat vit selja mest av. Men um foreldrini kom inn at key­pa eina song, so kemur tað fyri, at tey eisini keypa mad­ras­su­na og sein­g­jar­ klæð­ini frá okkum. So tey fáa ein ágóða av at keypa alt á einum stað, sigur Erika Niel­sen, ið er leiðari í Baby­ Sam. Tað er aldursbólkurin null til trý ár, ið BabySam ser­li­ga leggur seg eftir, um­framt ymiskt ein smá­ barna­mam­ma kann ynskja sær. Og Erika er ikki í iva um, at tað er pláss fyri teim­ um á marknaðinum. -Vit vita, at tað finnast aðrir handlar av hesum slag í Føroyum, men vit meta av­gjørt, at tað ger onki, um børn­ini og mammurnar fáa enn størri úrval at velja í. Vit hava í hvussu so er ikki mang­la viðskiftafólk hesar fyrs­tu dagarnar, sigur Erika Niel­sen. Móti og merki ger seg galdandi Mótarákið er so smátt eisini við at gera um seg í smá­ barna­hand­lum. Sum árs­tíð­ ir­nar skifta, so skiftir vøran ei­si­ni snið og litir. Hetta ger seg eisini galdandi hjá Baby­ Sam. -Í løtuni eru frískir litir hæg­sti móti. Reyðir og grøn­ir barnavognar eru eitt nú sera inn. Teir frísku lit­ir­ nir gera seg helst galdani nú, tí vit ganga móti ljósari og frískari tíðum, sigur Eri­ ka Nielsen. Eisini merkið á barna­út­ gerð­ini hevur nógv at siga, og her er BabySam eisini væl við. -Sjálvsagt selja við nógv Baby­Sam, men eisini Odder og Brio eru væl við, sigur Eri­ka Nielsen at enda. Mótarák nú eisini til smábørnini Ergo & Hjálpartól víðka um virksemið Caféin í Miðlon í nýggjum Hami