týsdagur 6. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 46 - 6. mars 2007
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
ítróttur
Neistin
vitjar hjá
StÍF
Seinastu dystirnir í enda
spælinum í Sunset kapp
ingini vera á skránni
mikukvøldið, og her
tekur STÍF ímóti Neist
anum í einum av dyst
inum. Hvørki av hesum
báðum liðunum hevur
nakað at spæla um, tí
tey hava nevniliga bæði
tryggjað sær luttøku í hálv
finalunum. Hetta verður
tó seinasti møguleikin
hjá báðum liðunum at
fáa ein góðan dyst undan
hálvfinalunum, og tí er
eisini ein møguleiki fyri,
at liðini fara at royna okk
urt í hesum dystinum.
Eingin ivi skal tó vera um,
at Neistin er stórfavorittur
at vinna dystin. Tær hava
nevniliga vunnið allar
dystirnar ímóti StÍF í ár.
Síðsti dystur
hjá Kyndli
Kyndil er einasta liðið
í besta kvinnudeildini í
hondbólti, sum ikki hevur
leikt seg í hálvfinalurnar.
Kyndil liggur aftast í kapp
ingini, og mikudagin
skulu tær so spæla sín
seinasta dyst á hesum
sinni. Mótstøðuliðið er
oddaliðið úr Stjørnuni,
sum longu hevur leikt seg
í hálvfinalurnar. Kyndil
fer helst at leggja nógv
fyri í teirra royndum at
fáa ein góðan enda uppá
kappingini, so kanska tær
hava ein møguleika at
steðga oddaliðnum miku
kvøldið.
Gunnar Dahl Olsen
var fyrsti maðurin
um málstrikuna, tá
Hoydalskappingin í
duathlon var á
skránni um
vikuskiftið
DUATHLON
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hoydalskappingin
í
Duathlon var á skránni um
vikuskiftið, og her skuldu
íðkararnir út á ein 16 km
langan súkklutúr, áðrenn teir
skuldu renna átta km.
Skjótt var greitt, at kapp
ingin fór at standa millum
Gunnar Dahl Olsen og Eli
Christiansen. Hesir báðir
løgdu seg nevniliga á odda
tíðliga í kappingini, men
sum frá leið fór Gunnar frá
Eli. Gunnar var eisini fyrstur
á mál á súkkluni, og so var
tað rennitúrurin, sum lá fyri
framman.
Eisini her vísti Gunnar
Dahl Olsen seg at vera sterk
ast. Hann økti um munin
niður til Eli Christiansen á
øðrum plássi, og aftanfyri
byrjaði Andrass Joensen nú
at nærkast. Kappingin um
fremsta plássið var í roynd
og veru avgjørd, so størsti
spenningurin var nú, um
Andrass fór at fanga Eli
aftur, ella um Eli fór at halda
sítt annað pláss.
Í tveimum umførum megn
aði Andrass eisini at fara
fram við Eli á rennitúrinum,
men at enda vísti Eli seg at
vera tann sterkasti, og hann
endaði eisini á øðrum plássi
14 sekund frammanfyri
Andrass.
Sostatt gjørdist Gunnar
Dahl Olsen vinnari av kapp
ingini, Eli Christiansen end
aði á øðrum plássi, meðan
Andrass Joensen bleiv
nummar trý.
Súsanna Skylv Sørensen
var eisini við í kappingini,
men hon hevði onga
súkklu, og tí hevði hon
valt bert at renna. Hon fór
avstað á rennitúrin saman
við Gunnari, og hevði
hon næstskjótastu tíðina á
renniteininum, har Andrass
Joensen var sterkastur.
Gunnar vann Hoydalskappingina
Næstsíðstu vikuskift
ið kláraðu tveir før
oyskir svimjarar krav
tíðirnar til Oyggjaleik
irnir á teininum 50
metur frí. Annar
teirra setti eisini
bestu tíðina í danska
kongaríkinum í sín
um árgangi
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Næstseinasta vikuskiftið var
stór føstulávints-svimjikapp
ing í svimjihøllini í Klaksvík.
Feløg úr øllum landinum
vóru komin saman at taka lut
í hesi kapping, sum byrjaði
leygarmorgunin 24. februar
og endaði sunnukvøldið 25.
februar.
Sum skilst, so eydnaðist
kappingin væl, og onkur av
svimjarunum kláraði eisini
kravtíðina til Oyggjaleikirnar
í kappingini í Klaksvík.
Fuglfirðingur sló
gamalt met
Tað sermerkta við hesi svimji
stevnuni var, at eitt gamalt
met hjá Kristoffi Hentze í
50 metra frísvimjing bleiv
sligið. Fyri góðum átta
árum síðani, í 1998, setti
Kristoffur nýtt met á hesum
teininum við tíðini 24,86
sekund. Hetta met bleiv
sett til NJM-kappingina
í 1998, men nú hevur ein
ungur fuglfirðingur sett
nýtt føroyskt met í 50 metra
frísvimjing.
Talan er um 15 ára gamla
Paula Øssurson Mohr, sum
kom á mál í tíðini 24,35
sekund, og harvið skar
hann meir enn eitt hálvt
sekund av gamla metinum
hjá Kristoffi Hentze. Við
fram úr góðu tíðini hevur
Pauli eisini klára kravtíðini
til Oyggjaleikirnar, har hann
nú skal royna seg á fyrsta
sinni.
Pauli var tó ikki tann einasta,
sum kláraði kravtíðirnar til
Oyggjaleikirnar á føstulá
vintsstevnuni í Klaksvík.
Kristian Olsen úr Ægir
svam seg nevniliga eisini
til Oyggjaleikirnar á sama
teini sum Pauli, nevniliga 50
metra frí teininum.
Pauli bestur í
kongaríkinum
Pauli Øssurson Mohr hevur
í fleiri ár víst, at hann er ein
evnaríkur svimjari, men við
nýggja føroyska metinum í
50 metra frísvimjing hevur
hann svomið seg fram ímill
um tey bestu í danska konga
ríkinum. Tíðin hjá Paula er
nevniliga so góð, at hann
hevur lagt seg á fyrsta plássið
í danska kongaríkinum í sín
um árgangi á hesum teini.
Hetta er helst enn eitt tekin
um, at føroysk svimjing
er væl fyri í løtuni, og nú
kunnu vit bara bíða spent at
síggja, hvussu fer at hilnast
hjá Paula og Kristian niðri á
Rhodos, har Oyggjaleikirnir
vera seinni í ár.
Tveir føroyingar til
Oyggjaleikirnar
Pauli Øssurson Mohr (vinstrumegin) setti nýtt føroyskt met á 50 metra frí teininum, tá kapping var í Klaksvík. Við fram úr tíðini
er hann klárur til Oyggjaleikirnar. Eisini Kristian Olsen er klárur til Oyggjaleikirnar á sama teini.