Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 46 - 6. mars 2007 ] Klaksvíkar Talvfelag 1 vann føroyameistaraheitið í talvi. Standandi frá vinstru eru teir: Finnbjørn Vang, Steintór Rasmussen, Heini Olsen, Terji Petersen, Ólavur Simonsen, Haldur Suni Johansen og Rani Nolsøe Klaksvíkar Talvfelag vann kappingina í 3. deild. Standandi frá vinstru eru tey: Esbern Christiansen, Herborg Hansen, Mannbjørn Anthoniussen, Tummas Martin Sólsker, Dánjal Petur Jacobsen og Bogi Hansen. Vestmanna Talvfelag vann kappingina í 2. deild. Standandi frá vinstru eru teir: John Jacobsen, Petur Højgaard, Samson Højgaard, Sjúrður Thorsteinsson, Jón Mikkelsen, Jákup Á Rógvu Andreasen. Klaksvíkar Talvfelag vann eisini kappingina hjá unglingum. Standandi frá vinstru eru tey: Herborg Hansen, Heðin Gregersen, Einar Gregersen, Dánjal Petur Jacobsen og Bogi Hansen. Rooney er klárur Wayne Rooney bleiv skiftur út í dystinum ímóti Liver­ pool leygardagin við einum skaða í beininum. Tí var ivamál um, hvørt Rooney bleiv klárur til týdningar­ mikla Champions League-dystin ímóti Lille. Nú sigur United-venjarin, Sir Alex Ferguson, tó, at Rooney verður klárur til dystin. Hann er blivin seymaður í beininum, og nú er einasti spurningurin, hvør skal manna álopið hjá United. Her kann Ferguson velja ímillum Rooney, Saha og Larsson. Spælari dømdur fyri herverk Flest allir fótbóltsleikarar munnu vita, hvussu tað er at blíva vrakaður. Følilsi er ikki av teimum bestu, men teir flestu royna bara at kempa enn meir fyri at vinna sær pláss á liðnum. Onkrir leikarar taka tó heilt aðrar avgerðir, tá teir blíva vrakaðir, og hetta er serbin, Slavomir Milnovic, gott dømi um. Hann bleiv so skuffaður, tá hann bleiv vrakaður til ein dyst fyri felag sítt, at hann fór heim og lándi ein traktor frá bóndagarðinum hjá familjuni. So gekk leiðin inn á vøllin hjá felagnum, har hann oyðilegði allan vøllin, so hinir spælararnir á liðnum heldur ikki skuldu sleppa at spæla dyst. Milinovic er seinni handtikin og ákærdur fyri herverk. Stórur spenningur var um, hvørt Klaksvík 1 ella Vestmanna skuldu vinna føroyameistaraheitið, men í síðsta og avgerandi talvinum megnaði Rani Baldursson hjá Klaksvík 2 at vinna á Jákup á Rógvu Andreasen hjá Vestmanna. Sostatt syrgdi Rani fyri, at meistaraheitið endaði í Klakvík. Tveir eldri telvarar sessast við talvborðið. Luitjen Apol úr Havnini og Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Klaksvíkingar fóru avstað við FM Klaksvíkar Talvfelag 1 vann leygardagin føroyameistaraheitið í talvi eftir eitt sera spennandi síðsta umfar TALV Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Spenningurin var stórur, tá síðsta umfar í talvi var á skránni leygardagin. Kapp­ ingin um meistaraheitið stóð ímillum Klaksvík 1 og Vestmanna, og í síðsta umfarinum møttu hesi bæði liðini ávikavist Havn­ ini og Klaksvík 2. Dysturin millum Klaks­ vík 1 og Havnina var skjótt yvirstaðin, og hesin dyst­ urin endaði við javnleiki 2-2. Tí var greitt, at um Vestmanna vann 3-1 ímóti Klaksvík 2, so kundu teir enda javnir í stigum við Klaksvík 1. Bæði John Rødgaard og Carl Eli N. Samuelsen meg­ n­aðu at vinna á ávikavist 1. og 2. borði, meðan Samson Højgaard fekk javnt á 3. borði. Sostatt førdi Vest­ manna 2½ - ½, áðrenn talvi á 4. borði ímillum Jákup á Rógvu Andreasen og Rana Baldursson var liðugt. Hesir sótu leingi og telv­ aðu, men at enda megnaði Rani Baldursson hjá Klaks­ vík 2 at vinna talvið, og sostatt tryggjaði hann besta liðnum úr Klaksvík meist­ araheitið. Teir endaðu ½ stig frammanfyri Vest­manna.