Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 46 - 6. mars 2007 tíðindi Jóhan Christiansen, Leirvík Nú hava vit gjøgnum longri tíð hoyrt stýrisformannin í KSF mótmæla einari møg­ uligar útjavning. Hann hevur m.a. ført fram, at KSF hevur kannað møguleikanar við eini útjavning, og er komin til ta niðurstøðu: 1. Tað loysir seg ikki at útjavna 2. At bert 3% av kann útjavnast. 3. At tað bert ber til at útjavna uml. 5 mió. Vit sum eru komm­un­u­pol­ it­ikk­arar hava nú í longri tíð bíða eftir, at KSF fór at kunngerða okkum, hví ein útjavningarskipan ikki er neyð­ug, og hvussu teir koma til nevndu úrslit. Uppfinna tann djúpa tallerkin Um KSF kemur við ein­um útspæli viðvíkjandi út­javn­ ing, so verður tað helst ein skipan sum hevur til end­a­ máls at fyribyrgja, at Tórs­ havn missur nakað av síni inntøku. Skuldi eg loyvt mær at gitt, so vilja teir koma við eini skipan, har hugt verður eftir útreiðslum fyri ymisk máls­økir, og síðani skulu peng­ar flytast til og frá Tórs­ havn. Sum manga er ført fram, so eru nógv børn í Tórshavn, og tískil skal kommunan fáa pengar úr skipani. Og so til tey gomlu. Av tí tað lutfallsliga eru fáa eldri í Tórshavn, so skal komm­ un­an gjalda til eina skipan. Við øðrum orðum, so vera pengar fluttir aftur og fram. Fyri at halda skil á hesum, so verður helst ein nýggjur stovn­ur settur á stovn, og hvar vænta tit hann fer at hava bústað? Tórshavn er KSF Hetta tykist av vera veru­leik­ in. Tórshavn vil ikki hava eina út­javn­ingarskipan, og tískil vil KSF heldur ikki hava eina. Hetta sjálvt um allar hinar 6 limakommunurnar í KSF høvdu fingið fleiri pengar at arbeiða við, um ein inntøku útjavning hevði verið nýtt. Og talan er ikki um smáðar nøgdir heldur. Serstakuliga Vágs-, Tvøroyrar- og Sands komm­unur høvdu fingið eitt skump í rætta rætning. Hví almennar lønir Tað eru nógvar orsøkir til, at eg havi hug at brúka al­menn­ ar lønir, tá tosa verður um útjavning. Fyri at nevna nakr­ ar grundgevingar, so: 1. Gjalda vit øll landsskatt, og tískil eisini tær almennu lønirnar. 2. “Umboðanin” við al­mennum lønum eru skeiv longu í dag. T.d. vera uml. 55% av almennu lønunum útgoldnar til fólk, sum hava bústað í Tórshavn. Hetta sjálvt um bert uml. 40% av íbúgvunum í Føroyum búgva í Havn. 3. Ein tílík skipan vil taka brodd­in av tí stóra trýstinum, fyri at skapa nýggj almenn ar­beiðs­pláss, samstundis vilja teir stovnar ið skulu byggj­ast í framtíðini, vera lagd­ir har teir eru best egn­ aðir. Serstakuliga tá hugsa verður um eldraøkið. Tað tyk­ ist sum um kjakið um hvar elli­s­heim skulu byggjast, er ikki grunda í tørvið, men hvar stovnurin kann skapa nøkur arbeiðspláss. Men lat meg rætta eina mis­skilj­ing við tað sama. Mítt uppskot er ikki at man einast skal hyggja eftir hvussu stórur partur av skattskyldugu inntøkuni kemur frá almennum lønum. T. d. at um ein kommuna hev­ ur nógvar almennar lønir, so skal hon gjalda til eina komm­u­nu sum hevur fáar, líka mikið hvør inntøkan er. Tað eg havi skotið upp er, at í teimum kommunum har skattskylduga inntøkan er hægri enn miðal fyri alt landið, og har almennar løn­ ir eru ein størri partur av inn­tøkuni, enn miðal fyri landið, skulu gjalda inn í skip­ana. Síðani skulu tær komm­ unur­nar sum hava lægst inn­tøku, fáa útgoldið úr grunn­inum. Á talvuni síggja vit, at summ­ar kommunur fáa væl meira av peningi at arbeiða við pr. borgara eftir eina útjavning, sjálvt um parturin av almennum lønum, er væl størri enn miðal er fyri land­ ið. Av tekniskum áðum, so verð­ur ein talva við einum up­p­skotið víst í blaðnum, og ikki á internetinum. Inntøku útjavning, ikki útreiðslujavning Grundleggjandi meini eg, at vit ikki eiga at brúka eina útreiðslu útjavning. Orsøkin er tann, at kommunurnar hava møguleika at raðfesta, og stýra sínum egnu út­reiðsl­ um. Vit hoyra dag og dag­liga um, at tær størru komm­un­ urnar hava fleiri útreiðslur, enn tær smærru hava. Hetta er ein misskiljing. Allar kommunurnar í Føroyum arbeiða undir sama lógarverkið. Tvs. at lógin um barnaansing er eins væl galdandi í Porkeri sum í Klaksvík. Eisini er vert at leggja til merkis, at um pástandurin um at størri kommunur hava størri útreiðslur er sannur, so er tað meiningsleyst at føra fram, at kommunurnar skulu gerast størri. Tí hví skulu tær tað, um tað hevur við sær, at útreiðslurnar einast gerast nógv størri? Er ein útjavning­ar­ skipan avlagandi? Sum útgangsstøði vil eg siga, jú hon er. Men ein fortreyt fyri kapping mill­ um kommunurnar er, at tær kunna kappast út­frá einum støði, sum lík­ist hvørjum øðrum. Av ymisk­ um orsøkum, so hava all­ ar kommunur í dag ikki sama møguleika at arbeiða út­frá. Talan kann vera um landafrøði, ferðasamband o.s.fr. Hetta eru ikki ókend fyri­ brygdir, og vit kenna til sama trupulleika á ørðum økj­um. M.a. tá talan er um telesamskiftið. Kall fekk stórar kappingar fyrimunir í eina tíð, so teir fingu møguleikan at koma í gongd. Sama ætlar man at gera við SEV. So hví ikki tá talan er um kommunur? Vi eini útjavningarskipan í eina tíð, so kunna allar kommunurnar í landinum fáa møguleikan at fremja átøk, so fólk aftur føla at býir og bygdirnar uttanfyri mið­staðarøkið, hava nakað at bjóða teimum. KSF, Tórshavn og útjavning Fugloyar 8.927.066 45 16 198.379 8.927.066 198.379 45 8.927.066 Tórshavnar 3.197.543.488 19.328 30 165.436 6 191.852.609 3.005.690.879 155.510 19.328 3.005.690.879 Leirvíkar 137.061.974 858 20 159.746 137.061.974 159.746 858 137.061.974 Kvívíkar 94.514.483 607 26 155.708 2 1.890.290 92.624.193 152.593 607 92.624.193 Húsar 8.793.098 59 26 149.036 0 0 0 149.036 59 8.793.098 Gøtu 158.331.887 1.067 17 148.390 0 0 158.331.887 148.390 1.067 158.331.887 Sørvágs 158.814.290 1.074 14 147.872 0 0 158.814.290 147.872 1.074 158.814.290 Sunda 227.282.940 1.559 20 145.788 0 0 227.282.940 145.788 1.559 227.282.940 Fuglafjarðar 226.775.976 1.564 17 144.997 3 4.024 226.780.000 145.000 1.564 226.780.000 Kunoyar 20.726.545 144 15 143.934 1.066 153.455 20.880.000 145.000 144 20.880.000 Runavíkar 521.765.073 3.642 18 143.263 1.737 6.324.927 528.090.000 145.000 3.642 528.090.000 Vestmanna 176.125.057 1.237 21 142.381 2.619 3.239.943 179.365.000 145.000 1.237 179.365.000 Nes 172.003.425 1.223 17 140.641 4.359 5.331.575 177.335.000 145.000 1.223 177.335.000 Klaksvíkar 688.469.521 4.898 22 140.561 4.439 21.740.479 710.210.000 145.000 4.898 710.210.000 Sandavágs 105.555.203 754 18 139.994 5.006 3.774.797 109.330.000 145.000 754 109.330.000 Hvalbiar 106.465.175 770 16 138.266 6.734 5.184.825 111.650.000 145.000 770 111.650.000 Tvøroyrar 252.276.915 1.825 26 138.234 6.766 12.348.085 264.625.000 145.000 1.825 264.625.000 Eiðis 97.817.127 716 19 136.616 8.384 6.002.873 103.820.000 145.000 716 103.820.000 Húsavíkar 18.564.722 137 17 135.509 9.491 1.300.278 19.865.000 145.000 137 19.865.000 Skálavíkar 24.463.445 182 15 134.415 10.585 1.926.555 26.390.000 145.000 182 26.390.000 Miðvágs 141.903.775 1.095 20 129.592 15.408 16.871.225 158.775.000 145.000 1.095 158.775.000 Funnings 10.582.058 83 33 127.495 17.505 1.452.942 12.035.000 145.000 83 12.035.000 Vágs 178.115.128 1.417 20 125.699 19.301 27.349.872 205.465.000 145.000 1.417 205.465.000 Sjóvar 129.590.811 1.038 18 124.847 20.153 20.919.189 150.510.000 145.000 1.038 150.510.000 Porkeris 43.909.572 352 31 124.743 20.257 7.130.428 51.040.000 145.000 352 51.040.000 Hvannasunds 55.917.600 450 16 124.261 20.739 9.332.400 65.250.000 145.000 450 65.250.000 Sands 73.013.912 594 28 122.919 22.081 13.116.088 86.130.000 145.000 594 86.130.000 Skopunar 58.131.130 482 20 120.604 24.396 11.758.870 69.890.000 145.000 482 69.890.000 Viðareiðis 40.976.673 344 16 119.118 25.882 8.903.327 49.880.000 145.000 344 49.880.000 Hovs 15.204.666 129 18 117.866 27.134 3.500.334 18.705.000 145.000 129 18.705.000 Sumbiar 45.181.428 386 16 117.050 27.950 10.788.572 55.970.000 145.000 386 55.970.000 Svínoyar 6.386.643 55 23 116.121 28.879 1.588.357 7.975.000 145.000 55 7.975.000 Skúvoyar 7.042.019 61 28 115.443 29.557 1.802.981 8.845.000 145.000 61 8.845.000 Fámjins 15.102.341 133 33 113.551 31.449 4.182.659 19.285.000 145.000 133 19.285.000 7.223.335.166 48.308 24 149.527 7.235.621.327 Skatts.innt. Eftir útjavning Skats. Innt. Pr borgara Borgarar Leggjast aftur at skats.innt. GG: Talvan vísir skattagrundarlagið hjá kommunumu í Føroyum í 2005, áðrenn frádráttir o.s.fr. Áhugaði kunna sjálv rokna út hvussu ein tílík skipan kemur at ávirka kommunuskattin í avverandi kommunu. Skats.innt. Dømi upp á inntøkuútjavning við almennum lønum Skatsk.innt. Borgarar Alm.løn av Skatsk.innt í % Skatk.innt. Pr borgara Gjald í útjavning % Gjald í útjavning kr. Pr. borgara fyri at koma upp á 145.000 SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Leirvík jóhan Christiansen Treyt fyri skipanini er: Tær kommunur har almennar lønir av skattskyldugu inntøkuni eru størri enn miðal fyri landið, og har skattskylduga pr borgara er hægri enn miðal, skulu gjald inn í skipana.