Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 46 - 6. mars 2007 m/s Fagraenni Báturin hevur fylgjandi loyvir: • 101 dagar á landgrunninum • 19 dagar á bankanum • Íslandsloyvi eftir kalva Báturin er vælútgjørdur, hevur m.a: • Egningamaskinu við 28.000 húkum • 20 fjórðingar kalva- og hemaralínu á trumlu • 8 peiliboyur Tlf. 75 20 93 og 75 20 82 Frystilínuskip til sølu SernámSdepilin Talilærari Vit sóknast eftir einum talilærara til setan skjótast til ber. Arbeiðsstað og uppgávur Setanin er í Sernámsdeplinum, men talilærarin fer at talivenja og gera talimennandi arbeiði við børnum undir skúlaaldur í venjingarhølum á 2 dagstovnum ella øðrum egnaðum hølum í Tórshavnar kommunu, hagar børn verða tilvíst til venjingar í talibólkum. Í minni mun kann vera talan um venjing við einstøkum børnum, ið hava heilt ávísar talitrupulleikar, ið krevja eistaklingaviðgerð. At tiltakinum knýtir Tórshavnar kommuna 1 pedagog, ið hevur serligan áhuga í talimennandi arbeiði. Í samstarvi og í samráð við fakfólk í Sernáms­ deplinum og stovnsleiðarar fer talilærarin at vegleiða starvsfólkum og avvarðandi at børnunum í á ein munagóðan hátt at vera málsliga mennandi um børnini. Arbeiðsstað og sernámsfrøðiligar uppgávur kunnu tó broytast eftir umstøðum og tørvi í mun til broytingar í sernámsfrøðiligu skipanini, ið Sernámsdepilin skal virka í. Arbeiðstíð Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Undirvísingartíð verð­ ur roknað eftir avtalu um arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum. Løn Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, lønarflokkur 23 – 2 til 30 – 3. Førleikakrøv Serlæraraútbúgvin pedagogur ella fólkaskúla­ lærari við talu/ málmenning sum sergrein ella á annan hátt útbúgvin og royndur umsøkjari, ið hevur førleika at talivenja við børnum og at luttaka í talimennandi arbeiði annars. Audio­ logopedur við royndum at arbeiða við smá­ børnum er eisini skikkaður at søkja starvið. Umsókn við avriti av próvskjølum og møgu­ ligum viðmælum skal vera Sernámsdeplinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2007. Nærri fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali­ hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Tórshavn tann 3. mars 2007. Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 e­postur: sernamsdepilin@snd.fo Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Froðbiar bygd Á útskiftingarnevndarfundi á Matrikulstovuni tann 28. febr. 2007 staðfesti nevndin fyribils­ ætlan, skjal nr. 9, til uttangarðsútskiftingina av Froðbiar bygd. Úrdráttur úr gerðabókini og skjal nr. 9 eru send hagastýrunum og umboðandi eigarum. Viðmerkingar og ynskir um broytingar skulu vera skrivlig, stílast til Matrikulstovuna, Boks 2048, 165 Argir, og vera útskiftingarnevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. mars 2007. Skjølini til útskiftingina liggja frammi hjá kom­ mununi og á Matrikulstovuni og kunnu síggjast á www.matrikul.fo, til kærufreistin er úti 20. mars 2007. Frá Norðstreymoyar Javnaðarfelag Fundur undir heitinum »Flokkurin møtir velj­ arunum« verður í Dansistovuni í Vestmanna mikukvøldið 7. mars kl. 20. Við á fundinum verða ting­ og landsstýrisumboð floksins. Nýggir limir kunnu tekna seg. Norðstreymoyar Javnaðarfelag Tvingsilssøla Týsdagin tann 27. mars 2007 kl. 10.00 verður á dómaraskrivstovuni, C Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsils­ søla yvir matr. nr. 104 Vágur, Toftalíð, 900 Vágur, (AS 2­2/2007). Grundøkið er íalt 414 m2 til støddar. Ognin er í trimum hæddum, hvør hædd uml. 42 m2 til støddar. Miðhædd: gangur v/ trappu uppá loft, køkur og 2 stovur. Loftshædd: hjúnarrúm, 3 kømur, WC v/brúsu, handvask. Kjallarahædd: kjallara­ rúm, oljufýr/tangi, verk­ staður. Havi kring húsini, gl. trø. Tvingsilssølan er um­ biðin av Julionnu Klett, advokati, Bringsnagøta 15, 100 Tórshavn, tlf 311744, (j.nr. 88942), sum kann geva nærri upplýsingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Søluuppgerð kann fáast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 26/2-2007 Føroya Felag Móti Krabbameini Aðalfundur felagsins verður í Listaskálanum 12. apríl 2007 kl. 17.30. Skrá sambært lógum felagsins. Kl. 19.00 fer Jóannes Eidesgaard, løgmaður at røða um etikk. Síðan fer Maria Aakre, leiðari í etiska ráðnum hjá norska sjúkrarøktarfrøðifelagnum at halda fyri­ lestur, sum hon kallar: »Den etiske fordring (eller etiske dilemma) i møtet med kræft og død«. Fyrilestranir eru almennir. Øll eru vælkomin. FØROYA FELAG MÓTI KRABBAMEINI Grønlandsvegur 58. Boks 1216 . FO-110 Tórshavn Tlf. +298-317959 . Telefax +298-315727 e-mail ffk@post.olivant.fo The Faroese Cancer Society Íbúð til leigu Stór íbúð, undir Heygnum, við 2 kømrum, til leigu. Terassa beint uttanfyri og frítt útsýni yvir Nólsoyarfjørð og Sandágerð. Tlf. 217300 Lýsið við brúktum bilum Internet