mikudagur 7. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 47 - 7. mars 2007
tíðindi
Ein fiskimaður
sleppur ikki longur
enn út til lúnningina
á skipinum, tá hann
er burtur. Nú nøkur
feløg hava trupult við
at manna skipini,
kunnu vit siga, at líka
so stutt, sum tað er út
til lúnningina, er tað
stutt út til land
gongdina, tá skip
koma í havn
Manning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Háldan Haldansen í Vest
manna eigur felagið, P/F
West Trading, sum eigur
línubátarnar,
Thomas
Nygaard
og
Gullberg.
Umborð á fyrrnevnda og
størra bátinum liggur mann
ingartalið um 14, og á tí
minna hevur talið ligið mill
um 7 og 9.
Tað hevur gingið lutfals
liga væl at manna Thomas
Nygaard, ið Knút Høgagarð
av Toftum førir, meðan tað í
seinastuni
hevur
gingið
minni væl at manna Gull
berg, ið Árni Zachariassen í
Klaksvík førir.
Tað eru ikki skipararnir,
sum gera munin, men í
fyrsta lagi bátarnir sum
arbeiðspláss.
Skip og vaktir
Eins og umborð á flestu
línubátum í dag ganga teir
6 og 6 umborð á Thomasi
Nygaard, men umborð á
Gullbergi, sum er ein væl
minni bátur, ganga teir
meira at kalla 12 og 6 tímar.
Tað merkir, at menninir
arbeiða í einar 12 tímar og
kunnu so hvíla í aðrar 6,
um alt gongur, sum tað
eigur.
Vanliga gera tey størru
skipini heldur longri túrar
enn tey smærru. Í slikum
føri kann tað vera til fyri
muns fyri teir, sum ikki
tíma at verða so leingi
burtur í senn, at vera
umborð á teimum smærru
førunum. Í aðrar mátar eru
umstøðurnar
umborð
á
teimum størru bátunum
betri, og serliga er tað vakt
irnar, sum menn eru glaðir
fyri.
Áðrenn línuskipini í sín
ari tíð fingu egningar
maskinu, var nógv vøka og
nógv arbeiði umborð á
hesum bátum. Øll línan
skuldi egnast við hond, set
ast og dragast, og fiskurin
skuldi kryvjast, vaskast og
fáast til høldar í lastini.
Teir, sum minnast tíðina
við nógvari vøku, men nú
ganga 6 og 6, siga, at hetta
er sum dagur og nátt. Lívið
umborð á línubáti er vorðið
tíðarhóskandi, samstundis
sum flestu bátar eru um
bygdir og nútímansgjørdir,
bæði á dekkinum og í
apteringini – við betri
kømrum, messu, uppihalds
rúmi og klædnarúmi.
Í góðu tíðunum, sum
komu nøkur ár eftir krepp
una fyrst í nítíárunum, hava
feløg brúkt heilt nógvan
pening upp á at gera
línubátarnar betri. So, hóast
línuflotin
er
lutfalsliga
gamal, er ein stórur partur
av
flotanum
í
góðum
standi.
Nøkur nýggjari línuskip
eru eisini komin seinastu
árini, og hesi tykjast í
nógvar mátar rúmligari og
hollari enn tey, sum fóru úr
flotanum. Við móttøkur
hevur verið høvi at sæð
umborð á hesi skip, og
semja man vera um, at tað
sum heild eru betri skip
sum koma enn tey, ið fara.
Høgur miðalaldur
Inntøkan hjá fiskimonnum
umborð á línuskipunum
hevur sum heild verið góð
og aftrat lættanum, sum
sjófólk fáa í skattinum,
tjenar tú ikki somu nøgd av
peningi í landi, sum tú
tjenar á skipsdekki.
Kortini vísir tað seg, at
tað kann vera trupult at
manna skipini í góðum
tíðum, tá fólk meira søkja
tað, sum er at forvinna á
landi – ella ungdómurin
søkir tey skúlatilboð sum
eru. Tað er eisini ein sann
roynd,
at
miðalaldurin
umborð á nógvum línubát
um er lutfalsliga høgur.
Men siglast skal, so leingi
vit hava skip og fiskavirkis
vinnu sum tað berandi í
samfelagnum, og tá ið tor
ført kann vera at manna øll
skipini við føroyskum sjó
fólki, eru feløg nú farin at
leita uttanlands eftir fólki,
sum vit lesa um í hinari
greinini á hesum miðsíð
um.
Unga fólkið støðast ikki
Línubátur tekur
kassar á Toftum
og fer nýggjan túr.
Eystnes er ein av
bátunum, sum
seinnu árini er
komin í flotan, ein
rúmligur og hollur
bátur
Mynd: FMF
Tá línuskipið
Gullberg hjá P/F West
Trading í Vestmanna
fer útaftur, eftir at
skipið seinastu 3-4
vikurnar hevur fingið
nýggjan motor, verða
tveir póllendingar
millum manningina.
Gongst sum ætlað,
verða pólsku
fiskimenninir tríggir í
tali um einar 14
dagar. Tað hevur
gingið striltið at
manna skipið síðan í
fjør summar, og nú
hevur so føroyskur
reiðari tikið
avleiðingarnar av
hesum
Manning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Háldan Haldansen, reiðari í
Vestmanna, hevur átt línu
bátin Gullberg í hálvt triðja
ár, og tað eru tvey ár, síðan
skipið loysti aftur sum
línubátur.
0– Tað gekk lutfalsliga
væl at manna skipið tað
fyrsta árið og helvtina av tí
næsta,
men
eftir
summarfrítíðina í fjør hevur
verið trupult at fingið nóg
mikið av góðum fólki.
Onkur av manningini fór í
skúla, og onkur keypti sær
útróðrarbát.
Reiðarin vísir á, at hóast
Gullberg er ein minni bátur
enn eitt nú Thomas Nygaard,
sum West trading eisini
eigur, er inntøkumunurin
umborð á bátunum ikki so
stórur. Kortini er tað ein
sannroynd, at tað hevur
verið truplari at manna tann
minna bátin. Hjá hinum
størra hava at kalla eingir
trupulleikar verið í so
máta.
Hava søkt
– Vit hava søkt eftir fólki,
bæði hjá ALS og við
lýsingum í Útvarpi, men
tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa fólk, sum
støðast serliga væl umborð.
Tað er ikki fyri at vera
negativur – ella fyri at siga
nakað yvir ein kamb, men
vit kunnu hugsa okkum, at
tað ikki er tað mest støðuga
fólkið, sum gongur uttan
arbeiði í tíðum sum hesum.
Háldan sigur, at hann tí
hevur sæð seg noyddan at
leita út um landoddarnar
eftir fólki.
– Um felagið Ocean
Wide, ið er góðkent til
útvegan av fólki úr útland
inum, hava vit nú fingið
tveir póllendingar heim til
Føroya, og vit vænta, at
viðurskiftini hjá tí triðja
fiskimanninum eisini koma
upp á pláss um stutta tíð.
Hann sigur, at hesir báðir
póllendingarnir, sum komu
til landið seinasta leygardag
– ávikavist 28 og 32 ára
gamlir – eru royndir sjó
menn. Teir hava familju og
tvey børn hvør heima eftir í
Pólskir fisk
Rentan upp
Roknað verður við, at Evropeiski Miðbankin fer at hækka
sína rentu í morgin, og í Danmark verður gitt, at danski
Tjóðbankin fer at gera tað sama. Roknað verður við, at
rentan fer 0,25 prosentstig upp, so hon verður 4,0 prosent.
Heldur hendan metingin, er rentan hjá Tjóðbankanum
hækkað 1,85 prosentstig síðani desember í 2005. Danskir
búskaparfrøðingar siga, at hækkingin kemur ikki húsa
eigarunum til góðar, men er góð fyri búskapin.
Missa lesarar
Ein nýggj kanning í Danmark vísir, at donsku bløðini
missa altsamt fleiri lesarar. Eitt nú vísir kanningin, at
Jyllands-Posturin hevði 25 prosent færri lesarar í februar í
ár enn í sama mánað í 2006. Hjá Politiken vóru lesararnir
13 prosent færri, og hjá Aarhus Stiftstidende vóru teir heili
33 prosent færri. Berlingske Tidende hevði líka nógvar les
arar í februar í ár sum í februar í fjør, men lesaratalið hjá
blaðnum er kortini minkað í seinastuni.