Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 47 - 7. mars 2007 Póllandi. – Ocean Wide hevur útvegað ein hóp av sjófólki til Íslands, men mær vitandi eru hetta fyrstu sjómenninir, sum í hesum umfari koma til Føroya at sigla. Úr Íslandi hava vit frætt, at teir eru sera væl nøgdir við útlendsku fiskimenninar. Háldan vísir á, at tað er ikki ein og hvør útlendingur, sum sleppur út um land­ oddarnar at sigla gjøgnum Ocean Wide. Roynast væl – Felagið hevur ein stóran databasa, har fólk eru skrá­ sett, og ymisk krøv skulu lúk­ast, áðrenn tú verður tikin upp í skrásetingini sum egnaður. Avtalan gevur okkum eisini ta trygd, at eru vit ikki nøgdir við menn­ inar, fara teir heimaftur, og vit kunnu fáa aðrar menn heim í staðin. Men mær vitandi, er eingin maður sendur heimaftur úr Íslandi. Vit hava tí góðar vónir um, at pólsku fiskimenninir fara at roynast. Tað er reiðaríið hjá Háldani, West Trading, sum hevur útvegað báðum monn­ unum, sum nú skulu um­borð á Gullberg, íbúð í Havn. – Tá menninir komu í Vágar leygarkvøldið, fór eg saman við einari pólskari kvinnu, sum býr í Føroyum, ímóti teimum. Hon hevur greitt teimum frá Føroyum og føroyska samfelagnum. Háldan sigur, at dagin eftir, teir komu til landið, fóru teir í kirkju, har teir eisini møttu øðrum póllend­ ingum, sum eru í Føroyum. – Jú, eg haldi, at fyrstu ábendingarnar eru, at menninir eru falnir rímiliga væl til, leggur hann aftrat. Long leið P/F West Trading byrjaði í oktober mánaða í fjør at søkja um loyvi at fáa nakrar útlendingar umborð á Gull­ berg, og fyri 14 døgum síð­ an komu viðurskiftini hjá tveimum av hesum monn­ um upp á pláss. – Vit hava bíðað eftir hesum monnum, men nú viðurskiftini vóru í lagi, og teir vóru tøkir, hava teir bíðað eftir okkum, tí motorurin á Gullbergi fór. Nú er motorurin skiftur, og menninir eru komnir heim. Hann sigur, at neyðugt hevur verið við váttanum frá fleiri »instansum«, sum hann tekur til. – Vit hava fingið váttanir frá ALS og lýsingar, sum hava verið í Útvarpinum eftir fólki, eru eisini lagdar við umsóknini. Eg meini eisini, at málið hevur verið til hoyringar hjá Føroya Fiskimannafelag. West Trading hevur søkt innlendismálaráðið um loyvi at taka póllendingarn­ ar heim, og inn­lendis­mála­ ráðið hevur síðan við­mælt umsóknini mótvegis danska útlendingastýrinum. Síðan er málið komið heimaftur á klettarnar, og umsóknin er gingin á møti. – Nú hava vit fingið ábendingar um, at vit eisini kunnu fáa tann triðja póllendingin umborð á Gullberg, og vit vænta, at maðurin kemur til Føroya um einar 14 dagar ella so. Blandingur Reiðarin sigur, at málið hjá honum er slett ikki at fylla skipið við útlendingum, men í tíðum sum hesum, nú reiðaríir hava torført við at manna skipini, kann tað vera hent at fáa útlendskar fiskimenn sum ein part av manningini. – Sum eg havi skilt, royn­ ir Ocean Wide at blanda útlendsku arbeiðsmegina, soleiðis at millum mennin­ ar, sum skulu arbeiða hjá sama arbeiðsgevara ella reið­ara, er onkur sum dugir rímiliga væl enskt. Í okkara føri er tað tann triði mað­ urin, sum enn ikki er komin, ið dugir betri enskt enn hinir báðir, sum eru komnir. Men eg vænti, at tað fer at ganga kortini, tí hetta vísir seg at verða fryntligir og skilagóðir menn. Háldan Haldansen sigur, at útlendsku fiskimenninir sigla undir júst sama sáttmála sum teir føroysku. – Her verður eingin mun­ ur gjørdur á monnum, sigur reiðarin í Vestmanna at enda. kimenn við føroyskum línubáti – Vit hava fingið váttanir frá ALS og lýsingar, sum hava verið í Útvarpinum eftir fólki, eru eisini lagdar við umsóknini, og eg meini, at málið eisini hevur verið til hoyringar hjá Føroya Fiskimannafelag, sigur Háldan Haldansen, reiðari Mynd: Birgir W. Høgnesen Tá ið línuskipið Gullberg loysir aftur og fer nýggjan túr, verða tveir póllendingar millum manningina. Reiðarin væntar, at póllendingarnir verða tríggir í tali um einar 14 dagar ella so Mynd: Vilmund Jacobsen Kann fáa sekkin Líkt er til, at oddamaðurin í norska Kystpartiet, Steinar Bastesen, verður koyrdur úr flokkinum. Steinar Bastesen ber ikki orð fyri at leggja fingrarnar ímillum, og tað gjørdi hann heldur ikki á ársfundinum hjá flokkinum um viku­ skiftið. Tvørturímóti var hann so mikið ágangandi og per­ són­ligur, at fleiri fleiri flokslimir vilja hava hann úr flokk­ inum. Bastesen sigur, at hann umhugsar, hvat hann skal gera, áðrenn floksleiðslan fer á fund um málið 19. mars. 50 parkeringspláss á Argjum Farið verður í næstum undir at bøta um parkeringsviðurskiftini við fótbóltsvøllin á Argjum. Alt ov fá parkeringspláss eru við vøllin, og tað hevur havt við sær, at tá dystir eru, hava bilar staðið aðrastaðni enn við sjálvan vøllin, hetta hevur onkuntíð verið til ampa fyri grannarnar. Á seinasta býráðsfundi vóru pengar játtaðir til at gera umleið 50 parkeringspláss niðan fyri vøllin, og farið verður undir arbeiðið í næstu viku, skrivar torshavn.fo