Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 47 - 7. mars 2007 Í einum brævi (november 1898) til Anton Tjekhov skrivaði Maxim Gorkij m. a.: ”Nú ein dagin sá eg ”Farbróðir Vanja”; eg sat har og sá sjónleikin og – græt sum eitt konufólk, hóast eg als ikki av lyndi eri sentimentalur. Eg kom til hús ørur, tungur í huga av tygara sjónleiki, skrivaði eitt langt bræv til tygara og – skræddi tað sundur. (…) Tygum eru gávuríkur, stórt talent (…) Eg eri als ikki nakað gott menniskja, men eg græt, tá eg sá Vanja og hansara felagar, hóast tað er býttisligt at gráta og upp aftur býttari at siga frá tí. (…). Til hetta svaraði Tjekhov: ”Eg takki tygum av heilum hjarta fyri bræv tygara. Tað er langt, langt síðani, at eg skrivaði ”Farbróðir Vanja,” eg havi ongantíð sjálvur sæð hann á palli…” Í einum brævi (juli 1902) skrivaði Tjekhov til Maxim Gorkij: ”Eg havi lisið ”Náttarherbergið” (Gorkij hevði sent honum manuskriptið). Onnur aktin er tann besta og sterkasta, og eg var líka við at dansa av frøði, meðan eg las. Áskoðarar, sum ikki eru vanir við slíkt, rýma úr sjónleikarhúsinum, og tygum kunnu siga farvæl til tygara umdømi sum optimistur.” (….). Premierukvøldið, tá ”Náttarherbergið” varð framført í 1902, fekk Maxim Gorkij sín fyrsta muss frá tí vakra sjónleikaranum Marija Andrejeva. Hon gjørdist hansara elskarinna. Og nú verður so sjónleikurin ”Náttarherbergið” spældur í Meiaríinum. Hetta er eitt drama um tað russiska fólkið og tess ræðsluvekjandi armóð í øldir. Av egnum royndum kendi Gorkij tað russiska slummið, og tá ið hann við skriving av álvara gjørdi vart við seg, varð hann fleiri ferðir tveittur í fongsul. Heimskendi rithøvundurin Fjodor Dostojevskij, sum, kanska meira enn nakar skrivaði um tey útstoyttu og minni mentu í Russlandi, varð - eisini vegna skriving - beindur 10 ár í tukthús í Sibiria. Lat tað verða sagt beinan vegin, at dramaið, við 15 lutaleikum, valla kundi verið framført betri enn tað, sum 7 sjónleikarar á pallinum í Tórsgøtu so meistarliga megna. Vónandi verða tey á pallinum í fleiri vikur fyri ikki at siga fleiri mánaðar. Pallur við ongum leiktjaldi; umhvørvið; sjúkligur heilaspuni; ræðandi sálarmynstur; alt hetta fær okkum at sita negld við stillisligum tárum og innibardum látri. Í hesum deyðans húsi fara øll í hundarnar uttan pílagrímurin Luka, alias Maxim Gorkij. Hóast elskaður av tí russiska fólkinum og hátt virdur úti og heima, doyði hann í húsavarðhaldi í 1936. Graml hoyrdist um, at hann varð dripin eftir boðum frá Stalin. Til lukku øll tit, sum so avbera dugnaligt hava lagt rygg til hendan klassikaran, og last but not least eina tøkk til Kristinu S. Hansen, sum so sannførandi hevur framelskað okkum tað russisku psykuna – og ta føroysku! Heri Mohr Tað vera í øllum før­ um tvey útlendsk nøvn millum nøvnini, ið luttaka á AME til­ tak­in­um í Norð­ur­lan­ da­­hús­inum í apríl. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá AME-Føroyar verður viku­skift­ið 13. og 14. apríl verð­ur tað við bæði før­oys­ ka­ri og útlendskari luttøku. At­lant­ic Music Event hevur fing­ið myspace síðu, og á he­si síðu verður kunngjørt, at svenska Molinder Band og grønlendski Angu, um­­ framt GBOB vinnarin De­ja Vu luttaka. Grønlendskur sing­ er/songwriter Tá Angu vitjaði í Føroyum í heyst, lýstu fyrireikararnir hann sum tann grønlendska Teit­ur. Angu er føddur í Q­aq­or­­toq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann liv­ur sum tónleikari og sang­ skriv­ari. Hann er vorðin so­mik­ið væl umtóktur í Dan­mark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heið­ur­s­ løn­ina fyri besta nýggja navn. Angu hevur altíð havt tón­ leik­in í lívi sínum við ljóð­ før­um og plátuspælara í heim­in­um. Sum tannáringur spæl­du Angu tungmálm og grun­ge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum sing­ er/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sung­in á enskum. 20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har hann royndi at fáa eina útbúgving innan KT, men hugurin til tón­leik­ in var ov sterkur. Hann end­ aði tí sum upptøkutónleikari í einum lokalum upp­tøku­hø­ li. Í hesum arbeiði varnaðist stjór­in á Atlantic Music rødd­ina hjá Angu, og bjóð­ aði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Dan­mark, og seldi ikki fær­ ri enn 5000 eintøk í heim­ land­in­um, umframt, at hon varð givin út í Danmark. Í løtuni arbeiðir Angu við sí­ni aðru fløgu. Hon kemur vænt­an­di út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME. Svenskur bólkur Hitt útlendska navnið er bólk­ur­in hjá svianum Jonas Mo­lind­er, Molinder Band. Hann sigur sjálvur, at í­blást­ ur­in til lagskrivingina kem­ ur frá tónleikinum, ið merk­ ti hansara barnaár, nøvn sum Stevie Wonder, Sting, Loui­se Hoffsten og Phil Coll­ins. Bólkurin hevur giv­ ið tríggjar EP’ir út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004). Eftir ein steðg, har Jon­as leitaði eftir nýggjum í­blást­ri, stovnaði hann egið plá­tu­felag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjál­v­­ur stýrir síni tón­list­ar­li­ gu yrkisleið. Í apríl kemur fløg­an In The Room With Fire, útgivin á nýgg­ja fel­ag­ num. Tað verð­ur sostatt ein plát­u­aktuellur bólk­ur, ið vit­ jar á AME. Á myspace síðuni vísir AME á, at nógv fleiri nøvn ve­ra avdúkaði. Tað er longu greitt, at vinnararnir av árs­ ins fløgu hjá Dimmalætting og á Planet Awards, The Dreams og Teitur eru boðin við, enn er tó einki alment, um hesir bólkar fáa luttikið. Ei­­si­­ni hevur ljóða, at fleiri onn­ur útlendsk nøvn fara at lutt­aka. Angu og Molinder Band á AME Náttarherbergið Angu er grønlendskur singer/songwriter, ið syngur á enskum mynd: SaN Jonas Molinder er oddamaður í Molinder Band mynd: moldinderband.com