Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 47 - 7. mars 2007 Stendur tað til ein meiriluta á tingi, so fáa hvørki nevndar­ limir ella leiðsla í Føroya Banka nakran framíhjárætt at keypa partabrøv, nú bankin skjótt verður einskildur. Politikarar eru ímóti tankanum EINSKILJING Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Fyribrigdi við optiónum til leiðslu og nevnd í størri fyritøkum er eitt vælkent fyribrigdi í øðrum londum, men ikki í Føroyum. Og sjálvt um hann ikki segði tað beinleiðis, var hetta ivaleyst høvuðsósemjan mill­um fráfarna næstfor­ mannin í nevndini í Føroya Banka, Johannus Egholm Hansen, og nevndina í Fíggingargrunninum, sum eigur bankan. Hetta fekk undirstjóran í stóru donsku fyritøkuni, F. L. Smith, sum millum annað eigur sementfabrikkina, Aalborg Portland, at stinga í sekkin og fara úr nevndini. At nevndin í Fígging­ar­ grunninum ikki ger eftir politiska viljanum, sum frá­ farni næstformaðurin førdi fram í útvarpinum í viku­ skiftinum, er ikki rætt, um vit spyrja floksfor­menn­ irnar í teimum størru flokkum. Eingin av teimum gongur nevniliga inn fyri, at nevnd og leiðsla skal hava nakran framíhjárætt at keypa partabrøv. Tvørt­ urímóti eru bæði Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johan­ nesen, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal ímóti at lata optiónir til nakran av stjórunum ella nevndarlim­ unum. – Tá vit góvu okkara til­ søgn um at seta ein­skilj­ ingina í gongd, kravdu vit fullkomiligan opinleika, og optiónir í sambandi við sølu av eini almennari fyritøku var als ikki við í tí. Hesum eru vit eisini ímóti, sigur Anfinn Kalls­ berg, formaður í Fólka­ flokkinum. Hann er greiður ivir, at hetta er vanligur framferðarháttur aðra­stað­ ni, men heldur ikki, at tað hóskar seg, tá tað snýr seg um eina fyritøku, sum allir føroyingar eiga. Annfinn Kallsberg er ikki samdur við Hermanni Oskarssyni í, at rættast hevði verið ikki at sett treytir í sambandi við sølu­ na av Føroya Banka, so onki mark varð sett fyri, hvussu nógv hvør eistakur íleggjari kann keypa. Markið er sett til tað ið svarar til 10 prosent av avgerðarrættinum. – Tað vildi verið til óbóta­ ligan skaða fyri føroyska samfelagið, um til dømis ein útlendskur íleggjari setti seg á avgerðandi meiri­ lutan av partabrøvunum. Hetta kundi sum fráleið sett okkum í eina mono­pol­ støðu, sum í síðsta enda hevði gjørt, at kappingin á peningamarknaðinum hvarv, sigur Anfinn Kalls­ berg. Hann er samdur við lands­bankastjóranum, sum í blaðnum í gjár vísti á, at fyrimunirnir eru størri enn vansarnir við at behalda avgerðarrættin í Føroyum, enn at lata útlendingar fara avstað við bankanum. Eisini formaðurin í Sam­ bandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, er hart ímóti at geva nøkrum framí­hjá­ rætt. – Vit skulu minnast til, at tað vóru føroysku skatt­ gjaldararnir, ið bjargaðu bankanum, og tí skulu allir føroyingar vera líkastillað­ ir at keypa. Sølutilgongdin av Føroya Banka skal eisini vera fyridømi fyri hinar almennu fyritøkurnar, ið skulu seljast, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann heldur tað hevði verið ábyrgdarleyst ikki at sett treytir við søluni. – Tað vildi verið skeivt ikki at sett avmarkingar á, so ein stórur íleggjari einsamallur fór avstað við bankanum og harvið kundi seta seg á so stóran part av føroyska fíggjarmark­naði­ num, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Í einum uppskoti til sam­ tyktar frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni við fíggj­ armálum, sum var samtykt í Løgtinginum í mai í fjør, stendur millum annað, at tað er týdningarmikið at varðveita Føroya Banka sum eina sjálvstøðuga stra­ tegiska eind í føroyska vinnu­lívinum. Bárður Niel­ sen vísir á, at tað ikki var neyðugt at leggja málið um søluna av bankanum fyri Tingið, men hann ynskti at fáa eina breiða semju um søluna, og tí gjørdi hann tað. – Fyri einum lítlum mán­ aða síðani varð eg kunnaður um, at hetta við optiónum var ein møguleiki, sum skuldi tengjast saman við søluni, men eg eri sterkt ímóti, at mann lønir fólki á annan hátt enn ígjøgnum sjálva lønina, so tað kravdi eg at fáa úr sølu­pro­spekti­ num, sigur Bárður Nielsen. Løgmaður hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið um Føroya Banka, men vísir til, at hann tekur undir við ti, sum Bárður Nielsen hevur lagt upp til um ikki at lova nøkrum optiónir. Formðaurin í Tjóð­veldis­ flokkinum, Høgni Hoydal, er eisini ímóti optións­tank­ anum. – Eg ivist ikki í, at bæði stjórn og nevnd fáa góða løn. Vit hava eina breiða semju um, hvussu bankin skal seljast, og tað er týdn­ ingarmikið at hava so nógvar eigarar sum møgu­ ligt. Hetta var millum ann­ að ein av orsøkunum til, at Virðisbrævamarknaður Før­ oya varð settur á stovn, sigur Høgni Hoydal. Politikarar siga nei til optiónir Breið semja er í politisku flokkunum um, at allir føroyingar skulu hava sama møguleika at ogna sær partabrøv í Føroya Banka. Tí skulu hvørki leiðsla ella nevnd rokna við at fáa nakran framíhjárætt í sambandi við einskiljingina av bankanum Savnsmynd Landsbankastjóri vil ikki meta um ítøkiliga virðið Sølan av Føroya Banka nærkast í hvørjum, og nógv sjónarmið hava í seinastuni verið frammi um, hvussu best er at selja bankan, sum er væl kon­ solideraður við sløkum 1,25 mia. krónum í egin­ peningi. Enn er ikki al­ ment komið fram, til hvønn kurs partabrøvini verða seld, men tøl sum tvær mia. krónur hava verið nevnd. Í greinini í gjár skrivaðu vit, at Sigurd Poulsen, lands­ bankastjóri, metti upp­ hæddina til 2,5 mia. kr. Hetta er ikki rætt, tí landsbankastjórin heldur seg frá at meta um ítøki­ liga virðið av bankanum. Roknistykkið er blað­ mansins egna og byggir á, at bankin – við einum eginpeningi upp á slakar 1,25 mia. kr. – helst er verdur tað tvífalda. Sig­ urd Poulsen vil tó siga so mikið, at hann ikki metir Føroya Banka vera verdan minni enn tvær mia. kr., og at hann tí ikki átti at verðið seldur fyri undir hendan prísin. Arbeiða dag og nátt Teir 35 menninir hjá byggifelagnum Ísrak, sum ger Hovstunnilin, arbeiða í trimum skiftum, og tí verður arbeitt bæði dag og nátt. Bara sunnudagurin er frídagur. Í løtuni arbeiða teir við at tetta tunnilin, og Jón Pálmi Ólafsson, arbeiðsformaður, sigur við Suðuroyarportalin, at Hovstunnilin verður turrur. Eitt annað stórarbeiði, sum er eftir at gera, er at asfaltera koyribreytina. Eftir ætlanini verður Hovstunnilin liðugur í desember í ár. Elva til óskil Tað hevur ikki bara verið til at góða, at nógvir eysturevropeiskir arbeiðsmenn og handverkarar eru komnir vesturum at arbeiða. Í hvussu er halda álitisfólkini í teimum størstu norsku byggifyritøkunum, at teir nógvu eysturevropeararnir hava gjørt, at óskil er á nógvum arbeiðsplássum. Norsku handverkararnar eru vanir at arbeiða sjálvstøðugt, meðan hinir eru vanir at arbeiða eftir boðum. Harafturat er málið eisini ein truuplleiki.