mikudagur 7. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 47 - 7. mars 2007
Broyta byggisamtyktina
Hellurnar: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika gerð
av einum vatnreinsiverki á Hellunum.
Á seinasta býráðsfundi í Fuglafirði, har Hellurnar eru
partur av, var hetta málið til viðgerðar. Neyðugt er nevniliga
at gera broytingar í byggisamtyktini, tí økið upprunaliga er
útlagt sum frílendi. Hetta varð samtykt.
Býráðið hevur frammanundan tikið avgerð um at keypa
hetta økið, ið liggur inni í sjálvari bygdini, og byggja
vatnreinsiverkið her.
sb.
Minni enn eitt ár eftir
at handilsdepilin
Lonin í Skopun lat
upp, eru ætlanir
frammi um eina
størri víðkan.
– Fleiri hava áhuga
at byrja handlar her
hjá okkum, sigur eig
arin, Sámal Hanne
Lognberg
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skopun: Tað var í mai
mánaði í fjør, at skopuningar
og sandoyingar fingu eitt
nýtt høvi at fara til handils.
Tá lat nevniliga Lonin upp
í Skopun. Her varð møgu
leiki at fara inn í ein vanligan
matvøruhandil, eina telebúð
og í eina frisørsalong í einum
og sama bygningi.
Mong vóru kanska í iva
um, ein slík ætlan í einum
so avmarkaðum øki, kundi
bera til.
Hesir seinastu mánaðirnir
hava prógvað at tað bar til
- og fer at bera til:
– Í løtuni hava vit eini 4-
5 fólk, sum hava áhuga at
fara undir handilsvirksemi
her hjá okkum.
– Men áðrenn vit koma so
langt, er neyðugt at byggja
handilsdepilin út, sigur
Sámal Hanne í samrøðu við
Sosialin.
Tað arbeiða tey eisini við
at fyrireika í løtuni.
Miðað verður eftir, at teir
nýggju handlarnir sleppa inn
í Lonina um jóltíðir í ár.
300 fermetrar aftrat
Lonin stendur fyri seg sjálva
ovarlaga í bygdini. Verandi
bygningur er 550 fermetrar
stórur.
Rundan um er eitt stórt
øki, sum í dag verður nýtt
sum bilpláss. Men ætlanin
er at taka av hesum økinum
fyri at kunna vaksa um
handilsdepilin.
– Vit miða eftir at víðka
Lonina við eini 300 fer
metrum aftrat, sigur Sámal
Hanne.
Hetta kann hann gera
við góðum treysti, tí mong
eru áhugað at fara undir
handilsligt virksemi her.
Talan er bæði um handlar
við klædnavørum, kropsrøkt
og møguliga eisini ein handil
við barnaklæðum.
Hinvegin so kann stað
festast, at eingin veruligur
skógvahandil er í Sandoynni.
Gongst sum ætlað er ikki
óhugsandi, at ein slíkur
handil er í nýggju ætlanini.
Trúði uppá tað
At so stórur áhugi er fyri
Lonini kemst helst av tí, at
her ber til at fáa fleiri vørur
og tænastur á sama staði.
Hesin áhugin kemur als
ikki óvart á Sámal Hanne:
– Nei, tað ger hann als
ikki, slær eigarin av Lonini
fast.
Tá hann fyrireikaði Lon
ina ynskti hann at gera
bygningin munandi størri
og fáa enn fleiri handlar inn
beinanvegin.
Hinvegin trúðu fígg
ingarstovnarnir ikki rættiliga
uppá hesa ætlanina.
– Sjálvur trúði eg uppá tað
allatíðina. Men í dag trúgvi
eg, at teir eisini gera tað,
sigur hann.
Lonin longu vorðin ov lítil
Skulu rudda og planta
Gøta: Leygardagin 12. mai nýtist ongum at ganga fyri
einki í Gøtu.
Henda dagin er ætlanin at hava enn ein ruddingardag í
øllum bygdunum í Gøtu kommunu.
Dagurin byrjar við kaffi og rundstykkjum og endar við
grilling í skúlagarðinum.
Sum nakað nýtt hevur kommunan bílagt sær plantupakkar
frá Skógrøkt Landsins. Ætlanin er síðani at býta út ein
plantupakka til hvørt húskið, sum er við í ruddingini.
sb.
Størri opinleiki á Strondum
Sjóvar kommuna: Fyrr í vikuni fekk Sjóvar kommuna
nýggja heimasíðu.
Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í eina tíð, og
umsíðir er henda síðan vorðin klár. Við hesi tænastuni
ynskir kommunan at veita borgarunum eina tænastu allar
24 tímarnar í samdøgrinum.
Hóast Strendur telist millum miðalstóru kommunurnar
í landinum, stendur heimasíðan lítið aftanfyri tær hjá
teimum stóru.
Her ber til at finna upplýsingar um so at siga øll
viðurskifti, ið hava við kommunu, bygdir, tænastur og
annað virksemi. Og her fær ein somuleiðis innlit í, hvat
verður samtykt á bygdaráðsfundunum.
sb.
Lonin er ikki ársgomul, men er longu vorðin
ov lítil. - Hetta kemur ikki óvart á meg, sigur
eigarin, Sámal Hanne Lognberg
Mynd: Jens Kr. Vang