mikudagur 7. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 47 - 7. mars 2007
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur í
hesum døgum til
tiknu myndabókina
Hin svanga ormveran
hjá Eric Carle í koll
veltandi nýggjum
skapi. Myndirnar í
bókini eru vorðnar
kenslumyndir, har
sjónveik fólk kunnu
merkja seg fram til
lutirnar á myndini,
soleiðis at tey kunnu
fáa innlit inn í
síggjandi heimin
Bókaútgáva
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Sólin er gjørd úr glitrandi
rufflutum pappíri, grasið
er gjørt burturúr hørðum
klædnastykki, træið er gjørt
burturúr hørðum pappíri
og súreplið er gjørt burt
urúr bleytum floyal. Jú,
spennandi sær bókin Hin
svanga ormveran hjá Eric
Carle út. Tiltikna barna
myndabókin, ið er seld í
umleið 25 milliónum av
eintøkum kring heimin,
verður í hesum døgum
givin út av Bókadeild Før
oya Lærarafelags í tøttum
samstarvi við Blindastovn
Føroya. Tí tilfarið í bókini
er júst ætlað til sjónveik
fólk, soleiðis at tey, ið ikki
síggja myndabókina, kun
na kenna seg fram til, hvat
er á myndunum. Og tó,
børn ið síggja, kunnu eisini
fáa ein stóran ágóða av
bókini.
– Børn hava altíð verið
áhugað í at merkja ting fyri
at vita, hvussu tey kennast.
Tí kann henda bókin eisini
avgjørt nýtast til børn, ið
síggja. Men ætlaði høvuðs
brúkarin eru jú blind og
sjónveik. Ikki bara børn,
men eisini blind foreldur
og ommur og abbar, so
leiðis at tey eisini kunnu
hava møguleika at lesa fyri
børnunum, sigur Marna
Jacobsen frá Bókadeildini.
At tað hevur verið brúk
fyri hesum er Ruth Thom
sen, ið er sjónveik, eitt gott
prógv uppá.
Hon greiður frá, at hon
fegin hevði viljað lisið
myndabøkur fyri sínum
børnum, tá ið tey vórðu
minni, men av góðum
grundum kundi hon ikki
hetta, tí ongin tílík bók
hevur verið til sjónveik.
27 ymisk sløg av tilfari
eru brúkt til bókina, ið
umframt hetta eisini er á
blindskrift. Hetta er fyrsta
bókin av sínum slag í
Føroyum.
– Tað er einaferð fyrr
komin ein myndabók út í
til sjónveik í Føroyum. Eg
haldi tað var ein bók um
Flekk, men har var bara
blindskrift,
og
so
eru
myndirnar
jú
rættiliga
týdningarleysar, sigur Niels
Jacob Thomsen frá Bóka
deildini.
Bók úr India
Upprunaliga ætlanin til
bókina kom frá einari bóka
messu í Frankfurt í 2005.
Har kom Bókadeildin í
samband við eitt indiskt
útgevarafelag,
ið
geva
kenslubøkur til sjónveik út
saman við einum hol
lendskum
útgevarafelag.
Og hetta samband er so í
dag blivi til eina bók, ið øll
sum hon er, er hondgjørd í
India. Tað hevur tó ikki
altíð verið so lætt, tí indarar
skilja ikki føroyskt.
– Føroysku stavirnir vóru
ikki altíð á rætta stað, og
uppruna teksturin trongdi
til nógvar rættingar, men í
dag haldi eg, at vit hava
fingið eina vakra og góða
bók burturúr. Ongin bók er
tó líka, tí hon er hondgjørd,
sigur Marna Jacobsen.
Móttøkan
í
Føroyum
hevur verið góð, tí nógv
hava áhugað í at ogna sær
bókina.
– Fólk hava víst bókini
stóran áhuga. Sjónveik og
serliga barnagarðar vilja
ognað sær bókina, sigur
Marna Jacobsen.
Hóast hetta er fyrsta
bókin av sínum slag í
Føroyum, so kunnu fleiri
tílíkar bøkur verða á veg.
– Hetta er ein rættiliga
stórur marknaður. Og talan
er í løtuni um at útgeva
fimm fleiri tiltiknar barna
myndabøkur av sama slag.
Nú fáa vit at síggja, hvussu
áhugin verður fyri hesari
bók, og so kann tað væl
verða, at vit fara í holtur
við at geva fleiri út, sigur
Niels Jacob Thomsen.
Hin svanga ormveran er
komin út í 50 eintøkum,
hon kostar 350 krónur, og
allur ágóðin fer til Arushi
Project í India, ið betrar
um umstøðurnar hjá blind
um og sjónveikum í Indiu.
Bók gevur sjónveikum
innlit í síggjandi heimin
Til vinstru sæst Ruth Thomsen, ið er blind, lesa og merkja burturúr nýggju útgávuni av Hin svanga ormveran hjá Eric Carle. Til høgru er tað Marna Jacobsen frá
Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið geva bókina út í tøttum samstarvi við Blindastovn Føroya
Mynd: Jens Kr. Vang
19 umsóknir
Áhugin fyri at røkja starvið sum føroyskur sendimaður í Reykjavík er stórur. Ikki
færri enn 19 søktu, men av tí at tríggjar umsóknir komu ov seint, eru 16 umsøkjarar
til starvið. Tann, sum verður settur, fær eina góða mió. krónur í ársløn, og tá eru
fastar útreiðslur til íbúð, bil og annað goldnar. Tað er ikki greitt enn, nær starvið
verður sett, og nær sendistovan letur upp. Ætlandi verður hon í Tverholti, men ymiskt
við trygdini skal kannast fyrst.
Fekk bræv
Tá Atlantic Navigator fór á Kunoyarnes herfyri, kom fram, at óhappið stóðst av
einum breki við girunum á høvuðsmotorunum. Eisini kom fram, at finska motor
verksmiðjan hevði kunnað sínar keyparar um brekið, men at JFKTrol ikki hevði
fingið nakað tílíkt bræv. Nú er komið undan kavi, at motorverksmiðjan gjørdi
táverandi eigaran av Atlantic Navigator varugan við brekið í 2001, men at einki var
gjørt við tað, áðrenn skipið kom til Føroya.