mikudagur 7. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 47 - 7. mars 2007
Spurningurin, hvussuleiðis Føroya Banki á bestan
hátt verður einskildur, er ein sera áhugaverdur og
stórur spurningur og hartil eitt torført politiskt val.
Hesin spurningur er fyrst og fremst ein politiskur
spurningur, tað vil siga ein spurningur av stórum
almennum áhuga. Uttan mun til, at formelli ánar
in er Fíggingargrunnurin, so er bankin almenn
ogn. Hann gjørdist almenn ogn á sama hátt sum
so mangar aðrar privatar fyritøkur, nevniliga sum
ein kreppuloysn og ikki sum eitt úrslit av einari
tilætlaðari politiskari tilgongd við nationalisering
ella tjóðnýting fyri eygað.
Tað var altso samfelagið ella borgarin í Føroyum
og í Danmark, sum bjargaði bankanum, og tí eru
sterkar kenslur uppií, tá avgerðin um einskiljing skal
setast í verk. Hví skal bankin í heila tikið einskiljast?
Spyrja mong. Er ikki gott, sum er og gevur hann
ikki eitt gott íkast til landskassan? Spurningarnir eru
viðkomandi, men samstundis settir til fánýtis. Poli
tiska avgerðin um einskiljing er tikin. Avgerðin var
í roynd og veru longu tikin, tá bankaloysnin varð
framd í verki. So her vendist ikki aftur, og tað kann
ein harmast um alt eftir politiskari sannføring.
So er spurningurin um leist ella myndil. Her eru
tvey ymisk sjónarmið galdandi. Annað mælir til
at fremja einskiljingina uttan avmarkingar, tí hes
in leistur vil geva eigaranum, sum í roynd og veru
er Føroya fólk sum mest burturúr. Henda fram
ferð vil eisini vera meira í tráð við altjóðagerðina,
sum krevur ein reint liberalistiskan leist. Einhvør
onnur verkseting vil seinka eini neyðugari liber
alisering av føroyska fíggjarmarknaðinum.
Hitt sjónarmiðið vísir á vandan við, at ein einstak
ur strategiskur íleggjari keypir bankan og sostatt
fer avstað við t.d. helvtini av føroyska fíggjar
marknaðinum. Hetta kann hava óheppnar fylgjur
á mangan hátt eitt nú við uppsøgnum, flyting av
virksemi v.m. Tyngst vigar tó hetta, at vit missa
búskaparpolitiskan og fíggjarpolitiskan avgerðar
rætt til útlendska fyritøku og harvið gleppur okkum
týdningarmikið politiskt amboð av hondum. Tja
kið er sera áhugavert, men kemur neyvan at ávirka
avgerðina, sum eftir øllum at døma er tikin, og tað
merkir so aftur, at talan verður um avmarkaða sølu,
og er hetta ivaleyst ein reint politisk avgerð. Hesum
er einki løgið í, eftirsum bankin jú er almannafæ.
Sosialurin
Eitt torført val
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nú eri eg ikki so royndur
í politikki, at eg ikki geri
mistøk. Alt bendir á, at eg
havi gjørt eitt mistak við at
samtykkja fíggjarlógarupp
skotið fyri 2007.
Eg vil tó ikki taka størri
ábyrgd av mistakinum, enn
eg veruliga havi. Eg havi
verið í iva, um landsstýrið
veruliga lumpaði orðingina
um sendistovuna inn í við
merkingarnar til fíggjar
lógina, men eftir at hava
lisið Bjarna Djurholm, eri
eg sannførdur um, at hetta
veruliga var so.
Tá fíggjarlógin var viðgjørd
við 1. viðgerð í oktober var
ongin sendistova at finna í
fíggjarlógaruppskotinum.
Tann 19. december leggur
fíggjarnevndin álit fyri ting
ið. I álitinum er eftir øllum at
døma komin ein orðing, sum
eg ikki havi sansað.
Í 12. tíma hava hvørki fíggj
arnevndarlimir ella tinglimir
stundir at lesa allan tekst,
og tí verður bert taltilfarið
gjøgnumgingið.
Fíggjarlógin fyri 2007
varð samtykt í einum ruðu
leika av rossahandlum, og tá
uppskotið, seint á kvøldi tann
21. december, bleiv samtykt,
vóru tað bert fáir, sum vistu av
láturligu sendistovutekstini.
Løgmaður og Djurholm vóru
so tveir av hesum.
Tað er tí ov bíligt av teimum
at goyma seg aftan fyri tær
32 atkvøðurnar í tinginum,
sum bert hava samtykt taltil
farið. Her er ikki farið rætt
fram. Og vitandi um, at so er,
hevði tað sømt seg betri, um
løgmaður rættaði mistakið og
bendi málið inn á rætt. Men
høpisleysa ætlanin um at gera
eina danska sendistovu aftrat
í Íslandi, heldur eftir øllum at
døma ótarnað fram.
Men sum sagt, eg havi
gjørt eitt mistak, og soleiðis
sum løgmaður og Djurholm
misbrúka tulkingina av við
merkingunum í fíggjarlógini,
er einasti møguleikin hjá mær
at leggja uppskot fyri tingið
og á tann hátt at royna at rætta
mistak mítt. Hetta nevndi eg
eisini í fyrstu grein míni “Hví
so ússaligt?”, at eg vildi gera,
um landsstýrið ikki fann eina
virðiliga loysn á málinum.
Eg vil so ikki hava ábyrgd
ina av skommini.
At Bjarni Djurholm í grein
síni heldur, at eg bara geri
hetta fyri at eftirrationalisera
og at tekkjast ávísum veljar
um, verður hann um. Eg
haldi hinvegin at Djurholm
ikki situr á aftasta bonki,
tá tað snýr seg um at royna
at tekkjast veljarum ella at
eftirrationalisera mistøk.
Fyri mær snýr tað seg
um, at føroyingar fáa eina
sendistovu í Reykjavík,
sum sømir seg føroyingum.
Fyri mær er púra greitt, at
sendistovuætlanin hjá løg
manni beinleiðis skaðar sam
vinnuna landanna millum.
Talan kann ikki verða
um eina danska sendistovu
aftrat – har er jú ein framm
anundan. Talan má verða
eina sendistovu, sum er
undir føroyskun flaggi og
skjaldrarmerki. Missa vit
tignina við at gera hetta, so
eru avleiðingarnar ógvuliga
avmarkaðar og avgjørt til
at bera. Føroyingar hava
bert eitt flagg – so einkult
er tað. Vit vera bert virdir,
um vit virða okkum sjálvar
og Merkið okkara. At virð
ingin skal finnast og tign før
oyinga í Íslandi skal fáast við
at balla okkum inn í danska
flaggið, dugi eg ikki at skilja
at nakar kann fáa seg til at
halda.
Er tignin tað einasta, sum
telur hjá løgmanni og Bjarna
Djurholm, og hetta verður
endin á málinum, vil eg skjóta
upp fyri løgmanni, at hann
setir sendimannin flaggleysan
inn í eitt kustaskáp í kjallarin
á donsku sendistovuni, og at
vit ongantíð hoyra til hansara
aftur.
Eg skal hinvegin bjóða
íslendska konsilátinum og
nýggja íslendska konslinum
Eiður Guðnassoni at vera væl
komnan til Føroya. Ongin ivi
er um, at íslandingar vera
sjónligir í Føroyum á ein
virðuligan hátt – hetta veit eg
at íslendingar leggja áherðslu
á.
Føroyingar hava bert eitt flagg – harra Løgmaður!
løgtingsmaður
Poul
Michelsen
Í minu ungu
døgum, tá teldutøknin var
við at taka seg upp, var nakað
vit nevndu fyri avlúsing.
Tá var ikki gjørligt at fara
til handils at keypa tey forrit,
sum brúk er fyri. Forritini
skuldi tú sjálvur framleiða.
Teldutíðin var dýr, og fleiri
stovnar vóru um hvørja teldu,
sum høvdu lítla orku. Tað var
umráðandi at fáa forritið so
einfalt og feilfrítt, sum gjørligt
frá byrjan. Tí varð forritið
altíð fyrst royndarkoyrt til
at avdúka møguligar feilir.
Tað spardi tíð og pengar.
Forritið fór í gjøgnum eina
avlúsingarprosess varð sagt.
Málsligar villur av alla
handa slag floyma inn yvir
okkum, uttan at nakar hevur
møguleika ella tímir at
havast at. Tó so, um okkurt
ber ber brá av íslendskum er
Føroyamálsdeildin har við
fremstafingri. Fyri neyðini,
annars stjala teir eisini málið
frá okkum.
Nú tað er komið so langt,
hevði tað tá kanska verið eitt
hugskot at koyrt alt, sum skal
kunngerast, í gjøgnum eina
líknandi avlúsingarskipan,
sum er nevnd omanfyri. Og
ávísar persónar eisini. Við
framkomnari tøkni er einki at
ivast í, at tað ber til. Har kundu
teir verið serumviðgjørdir
ímóti íslendsku sjúkuni, sum
er hervilig virussjúka, ið
smittar illa. Og fingið bollar
fyri internationalismu, so teir
gjørdist minni heimføðisligir
Her eru stjórin í útvarpinum
og formaðurin í málnevndini
sterkir kandidatar.
Avlúsingarskipan
A. Guttorm
Djurhuus