mikudagur 7. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 7. mars 2007
11
Nú hildu tey flestu, at friður
valdaði á Sandi, men tað
vísir seg, at borgarstjórin,
varaborgarstjórin og teirra
trúføstu fylgisveinar ikki
hava fingið nokk. Nú snýr
málið seg um nakað so ban
alt, sum byggiloyvi til eitt
bilhús.
Tværeisnar hava borgar
stjórin og co. útsett fyrr
verandi skrivaranum loyvi
at byggja, og báðu ferðir
vegna smálutir, sum lættliga
kundu verið avgreiddir yvir
telefon.
Eg skal verða fyrstur at við
ganga, at tað er við ringum
tannabiti eg yvirhøvur skrivi
um eitt sovorði mál, ið eg
meti vera á so lágum støði, at
tað næstan ikki er vert at taka
upp á tungu. Men sum flest
øll vita eri eg ikki tann fyrsti
at skriva um hetta mál. Henda
skræpa er blivin borðreidd
av øðrum manni, ið vísur
seg at hava tokka til naknar
mannfólkakroppar, og hevur
lokalar keldur, ið eru dekan
og væl informerðaðar. Men
av tí at undirritaði eins og
flest øll, ið hava fylgt eitt
sindur við í politiska sirkusi
borgarstjórans og ikki minst
varaborgarstjórans, kann eg
ikki lata vera við at gera
nakrar viðmerkingar.
Ein er væl vitandi um,
hvussu byggiloyvi hava
verið latin, meðan hesin
borgarstjóri hevur rátt fyri
borgum, og hvussu hann
somuleiðis einaferð dróg
eitt misfostur kallað ein
barnagarður, yvir høvdið á
okkum skattgjaldarum. At
hesin barnagarður hevði øll
neyðug loyvi, loyvi eg mær
at ivast í. Men tað vísir seg,
at lógir eru ikki eins galdandi
fyri okkum øll.
Sjálvur meti eg, at Sandur
hevur fingið alt ov keðilig
ummæli tey seinnu árini, og
hesi ferð trúði eg verðurliga
at friður var, soleiðis at vit
kunnu hyggja frameftir og
royna at skapa nakað jaligt á
Sandi. Men tað vísir seg ikki,
at viljin til hetta er til staðar,
tá okkara kæra bygdaráð
gongur á odda at skapa mis
strivna og missnøgd millum
bygdafólkið. Tað man verða
flest øllum kunnugt, hvat
hetta mál í veruleikanum
snýr seg um, og var tað rætt,
skuldu okkara bygdaráðslimir
allir sum ein skammast at
koma við tílíkum, ja, eg vil
ikki siga fanaskapi, men tað
er nær við.
Borgarstjórin, ið hevur
nógvar titlar at goyma seg
aftanfyri, hevur úttalað
seg, at hann umhugsar sína
støðu sum løgtingsmaður,
tí sambært honum er Tjóð
veldisflokkurin ikki nóg
tjóðskaparsinnaður. Og vil
okkara kæri borgarstjóri
verða við, at hetta er tað, ið
liggur honum nærmast. Hetta
er tann borgarstjórin, ið rópti
skrivaran hjá bygdaráðnum
illloyalan, tí hon loyvdi sær
at hava sína egnu meining
um millum annað keypið av
barnagarðinum hjá borgar
stjóranum, tá hon enn var
bygdaráðslimur.
Um
borgarstjórin
veruliga meinar, at Tjóð
veldisflokkurin ikki er nóg
tjóðskaparsinnaður, hví skal
hann so út í fjølmiðlarnar at
úttala seg um sína missnøgd,
hví tekur hann ikki hetta mál
upp við sínar floksfelagaðar
ella sítt lokalfelag. Jú, tí
maðurin hevur ikki peiling
av, hvat tað merkir at vera
loyalur. Sjálvandi veit hann,
hvat orðið merkir, men mátin
hann uppførir seg yvir fyri
sínum politiska felag, og
ikki minst síni heimbygd,
vísir bara, hvussu nógv hann
veruliga leggur í tað at vera
loyalur.
Eg fari at halda sum Sjúrður
Skaale skrivaði í lesarabrævi
herfyri, at borgarstjórin
nýtur hetta úttalilsi til enn
einaferða at kunna siga,
at eftur óteljandi áheitanir
hevur hann valt at stilla
upp til næsta val. Lat meg
tó viðmerkja, áðrenn eg fari
víðari, at eg skilti innihaldi
í lesarabrævi Sjúrðar, og tað
er nokk meir enn hvat mann
kann siga um borgarstjóran
á Sandi. Tí í eini roynd at
vísa síni skrivikynstur, ið
hann heldur kloddut kemur
burturúr, staðfestur hann
í aftursvarinum til Sjúrða,
hví mann nýtur orðafelli
“sekur at sær tekur”. Hann
roynir tó at nema við kjarn
an í lesarabrævinum, sum
í veruleikanum snúði seg
um tíðindaflutning hjá
Útvarpið Føroya, har Sjúrð
ur nýtti úttalilsi hjá løgtings
manninum av Sandi sum
dømi. Men hann blívur við
at vera speiskur og brikslar
Sjúrði eitt og annað, og
vísur hetta bara, hvussu rætt
Sjúrður hevur rakt.
Men skal eg geva borgar
stjóranum eini ráð, eru tey,
at hann gevst í politikki
yvirhøvur. Tað hevur verið
afturgongd á mest øllum
økjum, tey nógvu seinastu
árini, har hann hevur verið
ímyndin av politikki á Sandi,
og tað sær ikki út til at verða
nøkur broyting á veg, hóast
tað er alvorligur hákon
jukturur í okkara landi.
Sum eg dugi at síggja tað,
er tað einans ein maður, ið
hevur notið ágóðan av at vit
hava henda borgarstjóra og
løgtingsmann.
Politisku motiv og trúðvirði
borgarstjórans og ikki minst
varaborgarstjórans, máttu
nú eftir hondini verið eitt
ivamál millum bygdafólkið
á Sandi.
Sirkus Sandur:
Orrustan í Klandurskotið, enn eina ferð
Sandi
Leif W. K.
Mortensen
Tá søgan einaferð skal
skrivast um avrik sam
gongunar í valskeiðinum
2004/08 verður Flytingar
ein høvuðsyvirskrift.
Nógv hevur verðið
tosað um at fáa almenn
arbeiðspláss út úr mið
økinum og leggja hesi í
útjaðaranum. Náttúrligur
er tankin, at hetta í størsta
mun verður gjørt, tá talan
var um nýtt virksemi og at
ávísur fyrimunur stendst av
hesum, havandi avleiðing
arnar og kostnaðin í huga.
Valár er og ivaleyst
verður uppgávan trupul hjá
samgonguni at vísa á og
prógva tey stóru politisku
avrikini, framd eru hetta
valskeiðið. Veljarin má
merkja broytingar og fram
stig, um atkvøðan skal
fara rætta vegin og harvið
gagna flokkinum.
Tað sum hendi við frá
boðaðu flytingini av Strand
ferðsluvirkseminum úr
Tórshavn til Tvøroyri er
átaluvert og átti at fingið
fylgjur fyri onkran. Her er
talan um alment virksemi
og avgerandi broytingar í
starvsfólkaviðurskiftunum,
har greiðar reglur eru
galdandi, hvussu fram
skal farast, tá avgerandi
broytingar verða framdar
í setanarviðurskiftunum.
Um samgongan leingi hev
ur arbeitt við hesi ætlan
og hon var væl umhugsað,
skuldi tað verið ein sjálv
fylgja, at neyðugur pen
ingur varð játtaður á fíggj
arlógini til ætlaðu flyt
ingarnar.
Mikið rok stóðst av sam
gonguætlanunum at flyta
miðnáms-og heilsuskúlan
ávikavist úr Vági og Tvør
oyri til Porkeri/Hovs. Eitt
ellisheim skuldi so fylla
byggibúna grundøkið í
Vági, meðan Tvøroyri sat
eftir við ongum.
Sera trupult hevur verið
at fingið nágreinað, hvussu
stór eykaútreiðslan var av
hesi óskiljandi ætlan og
hvørjir fyrimunir vóru
við broytingini, men
eitt kann tó staðfestast,
talan er um tveysiffraða
milliónaupphædd í eykaút
reiðslum at gjalda fyri
politiska ynskið hjá sam
gonguni.
Harumframt
kemur so kostnaðurin hjá
kommununum í sunnaru
helvt fyri ellis-og røktar
heimið.
Við at leggja tvey og tvey
saman, so er flytingin av
Strandferðsluni og tey 20
arbeiðsplássini eitt plást
ur á sárið til Tvøroyri.
Samstundis er tað uttan
iva atgongumerkið hjá Ják
up Vestergaard til løgtings
valið komandi, ið eftir
ætlan verður 19 dagar eftir
at flytingin er veruleiki.
Umskipanin av Toll og
Skattstovuni er líka óskilj
andi. Vágar, Eysturoy og
Norðoyggjar verða sam
skipaðar í Gøtudali, meðan
deildirnar í Saltangará
og Klaksvík verða niður
lagdar. Væntandi verður
hendan ætlanin hjá Sam
bandsflokkinum og Bárði
Nielsen veruleiki áðrenn
19. januar 2008.
Einaferð bleiv tosað um
at leggja tænasturnar so nær
borgarunum sum gjørligt,
tí tað tænir borgaranum
best. Er tað ikki tað ikki
beint øvugta, ið nú verður
framt í verki?
Embætisfólk
hava
rúma tíð arbeitt við at
seta út í kortið eina 2015
visjónsætlan. Nú eru bert
samgonguflokkarnir eftir
á torginum, andstøðan
metir seg verða statistar
í politiskum leiki, har
embætisfólk hava leiklutin
at seta út í kortið, meðan
politiska skipanin lurtar og
ger viðmerkingar. Slagorð
løgmans er “Frá file fabrikk
til ide fabrikk”.
Mín áheitan á breiðu
samgonguna skal verða.
Støðgið á og lat skil og skyn
semi valda teir mánaðirnar,
eftir eru av valskeiðinum.
Almennar flytingar
løgtingsmaður
Kári P.
Højgaard
Enn einaferð standa vit sum
kánus, tá vit lesa orðaskifti
sum var á fólkatingi, tá lóg
in viðvíkjandi íleggingar
grunninum fyri Føroyar var
á skránni. Tað sum undrar
er, hví vit ikki bara onkuntíð
kunnu standa sum ein maður
á danatingi. Her hugsið eg
um, at vit virða einklar
demokratiskar
manna
gongdir, sum vit siga, at vit
byggja okkar skipan á.
Enn einaferð fluttu vit
føroyskan politikk niður á
danating í staðin fyri at finna
semjur her heima, og so standa
saman úteftir. Sama skilið var,
tá løgtingið viðgjørdi sama
uppskotið (løgtingsmál nr
66) sum er ríkislógartilmæli
um at niðurkapitalisera
íleggingargrunnin við 365
mill. krónum (ikki 366,
men 365 mill krónum) fyri
endiliga at fara í gongd við at
útbygja flogvøllin, soleiðis at
vit kunnu fáa eina útbygging
sum lýkur altjóða krøv, og
sum ger at flogvøllurin kann
nøkta tey krøv sum ferðandi
seta í dagsins samfelag.
Hesin ríkisfelagsgrunnur,
ella Íleggingargrunnur, ella
60 millióna grunnur, (kært
barn har mange navne)
sum var stovnaður í 1964,
hevur uttan iva verið størsta
átak fyri útbyggingini av tí
føroyska samfelagnum, og
er tað millum annað hesin
grunnur sum hevur æruna
av, at vit í dag eru millum
heimsins ríkastu lond. Her má
sigast, at føroyskir politikarar
hava verið framskygdir
og hava duga at sæð tann
ovurhonds stóra tørv, sum tá
hevur verði til útbyggingar av
samfelagnum, men sum so
sanniliga eisini hevur verði
væl brúktur eisini til dagin
í dag.
Vegir, berghol, útbyggingin
av el-orkuni og annað hava
fingið fígging úr grunninum,
og Atlantic Airways fekk
stórt lán, sum bjargaði
felagnum undan húsagangi.
Bankakreppan í 90-unum
fór eisini við einum stórum
láni úr grunninum.
Fólkatingið játtaði grunn
inum tilsamans 140 mill.
krónur yvir 16 ár, og við
rentuvinningi er hetta blivið
til eina stóra upphædd.
140 mill. krónur rind
aði “vaskikonan á Vestur
brúgv” í grunnin, og tað
er eisini frá henni, at Norð
uratlantsbólkurin fær tann
peningin, sum verður nýttur
til at greiða føroyingum
frá, hvussu skaðiligur
ríkisfelagsskapurin (eisini
Íleggingargrunnurin) skal
vera fyri Føroyar.
Íleggingargrunnurin fyri Føroyar (ella Ríkisfelagsgrunnurin)
Sambandsflokkurin
Kaj Leo
Johannesen
Nú kjak hevur tikið seg upp
um , hvørt flaggast skal
við- ella uttan Dannebrog
við síðuna av Merkinum á
ætlaðu sendistovu føroyinga
í Íslandi, kann verða viðkom
andi at spyrja, hvønn persón
ætlanin er at seta í hetta
týðandi starv.
Hví ikki seta ein royndan
mann, tá vit nú eiga hann,
sum fyrsta føroyska sendi
mann í Íslandi.
Henda hugsan kom fram
fyri meg nú eg læs at Hans
Jákup Kass rundaði tey 70
árini mánadagin 5. mars og
hansara drúgvu royndum í
uttanríkismálum.
Íslendarar hava longu
avgjørt at lata upp sendistovu
í Havn og hava valt sær ein
persón á sama aldri, við
drúgvum royndum á altjóða
diplomatiska pallinum, sum
fyrsta íslendska sendimann
her á landi. Einki skuldi verið
meiri náttúrligt enn at seta
mann við eins drúgvum- og
kanska drúgvari royndum, tá
vit nú eiga hann, í starv sum
fyrsta føroyska sendimann
í Íslandi. Er tað nakar, ið
megnar at røkja eitt slíkt
starv so er tað nevndi Hans
Jákup Kass, ið varð so væl-
og beinrakið umtalaður
í
vikuskiftisbløðunum
seinast.
Hetta vildi skapt virðing
og tign um nevnda starv.
Sum eitt kuriosum kann
nevnast, at tá starvið sum
løgtingsins umboðsmaður
varð stovnsett, varð sera
skilagott valt at seta fyrrv.
dómaran Joen H. Andreasen
í nevnda starv fyrstu árini og
eftirtíðin hevur víst okkum,
at hetta varð eitt gott val,
bæði fyri tignina og ikki
minst fyri úrslitið.
Sera umráðandi er, at vit
her fáa ein góða byrjan og er
tað nakar, ið veruliga kann
vísa á munandi úrslit, so er
tað júst Hans Jákup Kass.
Føroyskur sendimaður í Íslandi
Árni Joensen
www.sosialurin.fo
viðmerkingar