Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 47 - 7. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagmar Skarðhamar, fødd Hansen, ættað úr Sandavági, andaðist í Keypmannahavn týsdagin 6. mars 97 ára gomul. Marita Festurstein, ættað úr Miðvági, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Ellisheiminum í Miðvági mánadagin 5. marts, 77 ára gomul. Bønarhald verður á Ellisheiminum í Miðvági í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin klokkan 13.00. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma og omma okkara Marita Festurstein ættað úr Miðvági búsitandi í Tórsahvn andaðist á Ellisheiminum í Miðvági mánadagin 5. mars 77 ára gomul. Bønarhald verður á Ellisheiminum í Miðvági mikudagin kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Beinta og Nella við fam. Dagurin 8. mars. Beata. Er ikki at finna í halgimannatali. Navnið merkir hin sæla ella hin eydnuríka. 8. mars hava mamma og babba verið gift í 50 ár. Mamma og babba eru bæði uppvaksin í Hósvík og hava búð har alt teirra lív. Í 1959 keyptu tey hús og fluttu inn har við tveimum børnum, síðan komu 4 børn aftrat í 1961, 1963, 1965 og 1970. Síðan eru tey vorðin omma og abbi, langomma og langabbi. Tá vit vóru børn, var mamma fulltíðarmamma, vit væntaðu bara at hon var har, tá vit komu úr skúlanum, tað var ein sjálvfylgja. Babba var sjómaður til eina ferð í 70’unum, tá hann fór at arbeiða heima. Hann arbeiddi nøkur ár hjá tele­fonverkinum við at grava kaðalar niður. Hevur síðan verið onkran túrin til sjós. Seinastu árini hava tey havt sum frítíðarítriv at fiska goggur og sjálvandi at passa seyðin, sum tey hava havt í nógv ár. Dagurin verður hildin 10. mars saman við systkjum og børnum við familju. Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við gullbrúðleypinum og alt tað besta í komandi tíðum Børnini við familju Gullbrúðarparið Oddvør og Steintór Djurhuus í Hósvík Í morgin 8. mars byrjar lista­ framsýning við Edith Mørkøre í Snarskivuni í Havn. Á framsýningini fer hon at vísa fram abstrakta og ekspressionistiska list Tíðindaskriv Edith Mørkøre er av Argjum og búsitandi í Hoyvík. Hon hevur málað samanhangandi, síðani hon var 13 ára gomul, og hevur eisini gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list. Edith hevur verið við á nógv­um ymiskum fram­sýn­ ingum kring landið sein­astu árini. Hon hevur m.a. sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík á Hvítusunnu, Lions Tórshavn á ólavsøku, Nórðoyastevnu­ framsýningini, Hafnia, Keld­uni, Gallarí Jinx, Leika­ lund og aðrastaðni. Seinastu áriðini hevur Edith havt listarligu upp­ gáv­­urnar at prýða „Árið hjá fiskimonnum 2005“ og Nýggja brettspælið „Manna“, sum kom út í dese­ m­bur 2006. Fyri tíðina málar Edith mest abstrakt/ekspresionistiskt, og hetta verður tað, sum tey sum leita sær í Snarskivuna frá 8.mars til 19.apríl fáa at syggja. Verkini á hesari fram­sýn­ ingini, hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnir sum viðurskifti sum rørast í tí dagliga lívinum rundan um hana er tað sum hevur givi íblástur til málningarnar hasaferð. Øll verkini eru frá 2006/07. Fernerisering verður hósdagin 8. mars. kl. 16.00 har ­Gunnar Guttesen spælir klavertónleik. Øll eru væl­ komin. Opið verður annars somu tíðir sum Snarskivan hevur opið: Mánadag til fríggjadag frá kl. 9.00 til 16.00, tó hósdag frá 9.00 til 18.00. Edith Mørkøre í Snarskivuni Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið