Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 • 28. februar 2007 miðvikan 1 miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Í hesum partinum greið­ir Andrias frá tíð­ini, hann var við “Álaker”. Teir fisk­ aðu við snøri undi Íslandi, og vóru á sild við gørnum á sumri. Kjartan Mohr og annars øll á Skip­a­ smiðjuni kann Andrias bert bera alt gott Síðan var eg nógv ár við “Ál­a­ker”. Skal fyrst greiða eitt sindur frá hesum skipi, sum tað er greitt frá í 50-ára minnisritinum hjá Tórs­havnar Skipasmiðju. Part­a­felagið Vágsbotnur hjá Zacharias Heinesen hevði keypt “Isabell u” frá T F Thomsen á Tvøroyri. Teir vóru akkurát komnir norð við skipinum, tá hann brast á við útnyrðingsstormi tann 19. februar. Hon lá tá á red­ini í Havn. Onnur ketan slitn­aði, og hon dreiv út í Nólsoyarfjørð. Teir noyddust so at sleppa hinari ketuni fyri at fáa skipið undan og fáa segl á. Tað eydnaðist eisini monn­ u­num umborð at fáa motorin í gongd, og nólsoyingar sóu hetta skip koma grøvandi út­eftir. Jóhannes á Skúr í Nóls­ oy, sum var ein av mann­ ing­ini, ætlaði at seta hana á land í Nólsoy. "Isabell a" fekk stór­an skaða. Kjølurin fór all­ur undan, og stórt hol var á síðuni. Í fleiri dagar royndu teir at toga hana út aftur, men ill a bar til. Tryggingin fekk so fatur á Tummasi Fagr­ a­nes í Runavík. Hann skipaði fyri at fáa hana á rættkjøl, og teir fingu hana avstað aftur. Tá høvdu teir bøtt hana so mikið, at teir kundu sleipa hana norð á Koll afjørð fyri fyrst. Í apríl mánaði varð hon tik­­in upp á Skipasmiðjuna til um­­vælingar. “Isabell a” var av størstu sluppum og óføra gott sjóskip. Skipasmiðjan keypti skipið, áðrenn tað var lið­ugt at gera aftur og seldi tað í 1943 aftur til p/f Álaker, har Kjartan Mohr var stjóri. “Isabell a” var bygd í 1884, og teir, sum arbeiddu uppá hana undir krígnum, vita at siga, at kjølurin var úr eini ser­ligari eik, sum var nevnd busteik. Hesin viður var so góður, at teir brúktu av tí gamla kjølinum til skøft til høgg­i­jørn, tí hesin viður helt so væl. Kjartan søkir eftir bestamanni Men nú hendir tað, at Kjart­ an Mohr søkir eftir einum best­a­manni til "Álaker". Hann man hava frætt, at eg hevði siglt sum bestimaður við rokmanninum Jákup Andre­as (Poulsen) í Gøtu. Tað var ein havnarmaður, sum førdi hana. Hann kall­að­ ist Hansmann undir Varða, son­ur Sofus undir Varða, og var hann giftur við dóttur Jóan Fredrik í Leynum. Tað gekk ill a á Suðurlandinum. Hetta var síðsta árið, tað var nettokontrakt hjá fisk­i­ monn­um, og hevur tað verið í 1952. Nettokontrakt merkir, at manningin luttók í øll um út­reiðslum, sum t.d. olju, agn og salt v.m. Vit fingu 150 skippund. Hetta svaraði til 11.500 fiskar. Tann, sum var bestur at fiska, kall aðist Tork­il og var úr Havn. Hann hevði konu úr Funningsfirði, dótt­ir Johan Hansen. Men nett­o­sáttmálin gjørdi tað, at vit fingu ikki eitt oyra í av­ rokning, tí úteiðslurnar vóru støri enn inntøkurnar. Eg fiskaði vist 900-1.000 fiskar. Vit landaðu fiskin á Høg­a­bóli. Fiskurin gav kr. 25.000, men útreiðslurnar vóru 27.000. Tá var minstalønarskipanin kom­in. Hon gav kr. 500 um mán­að­in, og túrurin vardi í tveir mánaðir. Forskotið var kr. 250, og tað fekk konan sendandi. Til Grønlands Nú fara vit til Grønland. Tað gekk gott at fiska, men vit fingu maskinskaða og komu at liggja 14 dagar í Holst­ en­sborg. Farið varð út at fiska við báti, men lítið kom burt­ur­úr. Meðan vit lógu inni, var kongur har. Eg minnist, at grønlendingar komu inn við tveimum hvalum at vísa gest­u­num. Eg haldi, at vit fingu 900 skip­pund. Vit landaðu eina last í Føroyingahavnini, og so høvdu vit eina last heim. Eg fortjenti kr. 3.200 í Grønlandi, sum var gott. Tí­ 7. partur hjá Andrias í Tarti: Bestu árini vóru við Álaker í 1952 Samrøða Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Andrias við mynd av ”Álaker” John, skiparin á ”Álaker” saman við konuni Hanna. Her er John farin í bátin at skjóta ritu til agn. Hetta er sami bátur, sum fór til havs í einum óløgi saman við lomvigapisuni, sum tað er greitt frá í greinini