mikudagur 7. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • 28. februar 2007
miðvikan
skil fekk eg onga minstuløn
fyri vártíðina, tí inntøkan
varð løgd saman fyri árið.
Vit vóru tveir bestimenn.
Hin var Mikkjal, pápi Ivan
Johannesen, fyrrverandi
løgtings- og landsstýris
mann. Eg skal rósa teimum
á skipasmiðjuni. Teir vóru
sera hampiligir. “Álaker”
var eitt toppskip í Føroyum,
sum øll tosaðu um. Kann
nevna sum dømi tvey ár, tá
vit vóru burtur í júst um tveir
mánaðir, og veiðan var 563
skippund. Til sammetingar
kann nevnast, at fyrsta túrin
Óla Jacobsen í 1958, var
veiðan 250 skippund eisini
eftir tveimum mánaðum, og
hetta var roknað fyri at vera
hampiligt.
Verkfalsár
Nú koma vit til 1953. Sigast
kann, at 1953 og 1954
gjørdust sonn verkfalsár
hjá fiskimonnum. Í 1953
vardi verkfallið í heilar 3
mánaðir, og kravið var at fáa
bruttosáttmála, t.v.s. sátt
mála við ongum frádráttum.
Hetta eydnaðist eisini fyri
ein part, men nýggi sátt
málin kom tó at geva minni
av sær enn tann gamli.
Hetta førdi til eitt
nýtt verkfall í 1954, sum
vardi 2 mánaðir. Tað varð
kent ólógligt av fasta
gerðarrættinum í Danmark,
men endaði annars við
eini munandi hækking í
minstulønini hjá fiskimonn
um.
Lá væl fyri hjá John
Í 1953 gjørdist John Joensen
úr Oyndarfirði skipari við
Álaker. Tað lá sera væl fyri
hjá John við snørinum. Hann
dugdi so ógvuliga væl at
finna fisk. John hugsaði
eisini um fólkið, og hvønn
sunnudag fóru vit inn á
Patreksfjørðin at hvíla fólkið.
Vit høvdu eisini sera gott
fólk. Umborð vóru serliga
oyndfirðingar, víkarmenn og
eiðismenn.
Brøðurnir hjá skiparanum
vóru eisini við, og teir vóru
av raskastu monnum.
Summir menn eru meira
hegnigir enn aðrir. Eg minn
ast motorpassaran, Jákup
Kristoffur, sum eisini var
svágur mín. Hann kundi
fáa tað heilt ótrúliga burtur
úr. Vit høvdu eina gamla
trolaratelefon umborð.
Onkuntíð gekk hon fyri, og
so fór Kristoffur saman
við øðrum at taka sundur.
Telefonin varð tikin niður av
skottinum, og teir at skrúva.
Altíð eydnaðist teimum at
fáa hana í lagi aftur.
Fingu fínan túr
Á Suðurlandinum gekk tað
hampiligt hjá okkum sum
hjá øðrum skipum. Nú fara
vit vestur um í Faxa- og
Breiðubuktina seinast í apríl
ella fyrst í mai. Sunnudag
lógu vit við jøklinum. Vit sótu
og prátaðu niðri í kahúttini,
tað var fínasta veður, og
motorurin var sløktur. Kappin
niður í kahúttina var afturi
á reyv. Nú hoyri eg, hvussu
teir fíla á dekkinum við
vaðbeinið. So tonkti eg við
mær sjálvum, at tað merkir
fong. Eg veit ikki, um tað
var ein grynna, hann hevði
lagt á, men vit komu so í
stóran tosk, várfisk, og tað
var fínasta veður. Vit høvdu
ein kassa eftir av sild til
agn, sum vit høvdu við úr
Føroyum. Tað var norsk sild,
sum var í trækassum. Hon
var ísað í eini krubbu, tí tá
var hvørki frystikassi ella
ískrubba, men sildin var spilt
og bleyt.
So fór John at skjóta fugl
til agn. Vit royndu alla vikuna
í fínasta veðri og fingu 6.000
toskar, sum vóru eini 100
skippund.
Sunnudagin fóru vit inn á
Patreksfjørðin, og har løgdu
vit okkum millum skipini.
“Álaker” sá út sum ein mási
á vatninum framman. Skipið
hevði verið á beding - sá ikki
út til at hava fiskað nakað.
Vit høvdu 400 skippund tann
vártúrin og fingu ein fínan
túr, meðan aðrir fingu minni
Hetta var ein góð byrjan
hjá John. Tá var gott lag á
Kjartan Mohr. Eg haldi ikki,
at vit fóru aftur til Íslands
hetta árið. Tá var tað, at vit
fóru í sildina, har tað gekk
gott.
Beinleiðis inn í Vest
mannaoyggjarnar
Vit vóru á Suðurlandinum í
1958, og var hetta triðsíðsta
árið á saltfiskaveiðu undir
Íslandi við snøri og snellu.
Tað var so nógvur avlands
vindur. Tað var so ringt veð
ur, at vit fóru beinleiðis inn
í Vestmannaoyggjarnar. Har
lógu eisini aðrar sluppir sum
“Sigurfarið”, “Esther” og
“Fimm Systrar”. Íslendingar
fingu so nógvan garnafisk
um hesa tíðina, og teir
manglaðu fólk at arbeiða
undan.
Har lógu vit eina viku.
Orsøkin til at íslendingar
kundu fiska, meðan vit lógu
inni, var, at í 1958 hevði
Ísland flutt fiskimarkið út á
12 fjórðingar, meðan íslend
ingar sjálvir kundi fiska inn í
klettin í lé av landinum. Teir
kundu tískil fiska í nógv verri
veðri enn vit.
Tá valdu nakrir av teimum
ungu umborð, at teir heldur
enn bert at dríva hann av,
skuldu fara at arbeiða hjá
einum reiðara har, so teir
kundu vinna nøkur oyru eyka.
Eitt kvøldið koma boð um,
at nú er veðrið batnað og
vit fara út. Hesir ungu vildu
fegnir tryggja sær ágóðan
fyri arbeiðið, men hetta lá
ikki fyri, tí alt var jú afturlat
ið. Men teir fáa so ein kekk
í part.
Tá teir seinni koma inn
á Reykjavík, fara teir inni í
ein banka at loysa kekkin
út, men fáa tey beskeð, at
har er eingin dekningur.
Hesir ungu í øðini og kenna
seg snýttar. Teir vilja hava
politi uppí og vilja ikki fara
úr bankanum. Tá kemur ein
"fínur" maður framvið, og
hann spyr, hvat ið er á vási.
Tá vísir tað seg, at hetta er
stjórin í bankanum. Hann
hyggur at kekkinum og sigur
so: "Hetta er jú mín góði
vinur nn í Oyggjunum. Har er
einki problem". Og so fingu
teir peningin í stundini.
Íslendska krónan var ikki
serliga støðug tá í tíðini, so
teir skundaðu sær at keypa
sær okkurt meira virðisfast,
sum t.d. klæðir, sum teir
kundu hava heim við sær.
Illveðurstekn:
Havhestarnir settu
seg á flekiborðini
So bleiv ein skái eina ferð,
og vit fóru út skírisdag
og fingu 350 ella 400
fiskar. Tá vit reinsaðu
fiskin, settu havhestarnir
seg á flekiborðini millum
menninar, og varð hetta
roknað sum illveðurstekn.
Nú eru vit lidnir at reinsa.
John skuldi vera uppi, og tað
var framvegis gott veður. Tá
hoyra vit eitt sovorðið sjóð,
og nú kemur skipið í ein
sildastima. Tað kókaði um
okkum. So tørnaðu vit inn,
og John kom upp. Tá brendi
hann á við illveðri, og tað
lukkaðist akkurát at koma í
Oyggjarnar, og har lógu vit
aftur eina viku.
Tá bleiv ein lítil skái, og
vit fóru út aftur, men tað var
ikki veður at fiska. Vit sigldu
vestur á Selvogsbankan,
men tað var framvegis ikki
fiskandi fyri veður, so vit fóru
inn undir Selvogsbjørgini
at varpa upp. Har lógu vit
uppvarpaðir, til vit mistu
varpið. Vit prøvaðu at koyra
loddið niður. Tað var ikki so
mikið sum ein fiskur. Her
fyltu skipini seg annars
eftir kríggið. Hetta má hava
verið tí, at tað var so nógvur
avlandsvindur, so fiskurin er
ikki komin inn. So blíðkaði
hann einaferð so mikið, at
tað var fiskandi, men tað var
eingin fiskur har á Selvogs
bankanum.
Jóhannes Brúarfoss í stýrihúsinum á ”Álaker”
Teir standa við snøri. Fremst og aftureftir standa: Kristoffur Joensen, Jacob Høgnesen av
Hellunum, Oskar Thomsen úr Nólsoy, Arne Andreassen, beiggi Andrias, Jógvan Petersen úr
Oyndarfirði og Jákup Martin Joensen úr Oyndarfirði
F.v. Jógvan Petersen, Hans Johannes Gaard úr Oyndarfirði, kokkur og Jacob Høgnesen