mikudagur 7. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 7. mars 2007
15
tíðindi
Mánadagin 5. mars
var próvhandan hjá
maskinistum á Vinnu
háskúlanum í Havn
Próvtøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað var nakað serstakt við
hesi próvhandanini. Her
var talan um royndar mask
inmenn, sum hava starvast
sum maskinmeistarar á
skipum okkara í mong ár,
men ikki hava havt nakað
prógv og tí hava arbeitt við
undantaksloyvum, men hetta
er nú liðugt. Um stutta tíð
verður undantaksloyvið ikki
givið.
Landstýrismaðurin hevur
skipað so fyri, at hesir menn
kunnu fáa eina útbúgving,
sum maskinistar eftir ávísum
treytum, og hevur hann
tí heitt á Vinnuháskúlan,
um at skipa fyri hesi
útbúgvingini.
Vinnuháskúlin byrjaði
seinasta heyst at fyrireika
hesa útbúgving og setti
tveir lærarar: Poul Kristian
Henriksen og Claus Thomsen
at skipa fyri undirvísingini.
Meðalaldurin liggur um
tey fimmti, og stóðu allir
próvtøkuna.
Luttakararnir eru sera
fegnir fyri tað serstøku góðu
undirvísing, sum lærararnir
so meistarliga megnaðu at
útinna.
Lærararnir eru eisini sera
fegnir fyri hesa avbjóðing,
og ikki minst at teir hava
fingið nógva vitan frá hesum
royndu maskinmonnum.
Hesaferð vóru tað 13
luttakarar sum fingu prógv
og um nakrar vikur verða tað
væntandi 8 luttakarar afturat
sum fáa prógv.
Frá Vinnuháskúlanum
verður sagt, at ætlanin er
at skipa fyri einum slíkum
skeiði afturat, og hetta skeið
byrjar eftir summarfrítíðina.
Upptøkuroyndin verður 21.
mai og undirvísingin byrjar
13. august. Hetta verður
so seinasti møguleiki hjá
maskinmonnum at fáa mask
inistútbúgving av hesum
slagi.
Próvtøkur á Vinnuháskúlanum
Teir sum fingu maskinistprógv vóru f.v.: Jón Klæmint Jacobsen, Skálavík, Anfinn Magni Mikkelsen, Søldarfjørður, Thorleif
Jacobsen, Hósvík, Heri Hansen, Glyvrar, Óli Frederiksberg, Skáli, Alberg Müller, Kvívík, Magni Reinert, Tórshavn, og Magnus
Olsen, Hósvík. Teir sum vanta á myndini eru: Jóanis Andreasen, Tórshavn, Ásmundur Lassen, Klaksvík, Jan Matras, Klaksvík,
Marni Zachariasen, Klaksvík, og Joen Jacob Jacobsen, Vágur
Mynd: Vinnuháskúlin
Tíðindaskriv
Rúni Hansen hevur vunnið
eina kapping um bókasnið.
Forening for Boghaandværk
útskrivaði í heyst saman
við forlagnum Lindhardt
og Ringhof kapping um
nýskapandi
bókasnið.
Útvald varð ein nýggj bók
eftir David Læby. Næmingar
á Danmarks Designskole,
Designskolen Kolding, Den
Grafiske Højskole, Skolen
for visuel kommunikation
og Kunstakademiets Arki
tektskole luttóku.
Rúni vann kappingina
framum øll hesi. Til kapp
ingina skuldu luttakararnir
gera uppskot til snið til alla
bókina – bæði permu og
tekstsnið.
Foreningen for Boghaand
værk hevur sum endamál at
menna dygdina á bókum og
bókasniði og skipar árliga
fyri slíkari kapping, har
tey eggja grafikarum og
sniðgevum at hugsa nýtt í
mun til bókasnið.
Rúni Hansen hevur arbeitt
hjá Sansum í nógv ár men
tekur í løtuni útbúgving á
Den Grafiske Højskole.
Bókin kemur út í vár. Afturat
heiðurinum fekk Rúni eina
virðisløn á 10.000 kr.
Rúni Hansen:
Vann kapping
um bókasnið
Rúni Hansen hevur vunnið eina kapping um bókasnið