Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 47 - 7. mars 2007 Á altjóða bilafram­ sýningini í Genéve, sum letur upp fyri almenninginum 6. mars, verða høvuðs­ nýggjheitirnar hjá Ford nýggi Mondeo og ein ”faceliftaður” C-MAX Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Ford Mondeo er tøkniliga tann mest fram­ komni evropeiski bilur, sum Ford nakrantíð hava gjørt. Stórur dentur er eisini lagdur á design, trygd og komfort á høgum støði. Við hesum rokna Ford við at náa enn fleiri Mondeo-kundar enn áður. Hóast nýggi Mondeo ikki er so nógv størri enn forgangarin, er hann vorðin munandi rúmligari. Ford Mondeo kemur á marknaðin í summar og fæst tá við 4 og 5 hurðum og sum stationcar. Mondoe fæst við fýra Duratorq TDCi Common Rail turbodieselmotorum við ávikavist 100, 125, 130 og 140 hk, og fýra Duratec benzinmotorum frá 1.6 til 2.5 litrar og 110 til 220 hk. Seinni í ár kemur eisini ein 2.3-litur Duratec motorur við 161 hk. Nýggir Mondeo og C-MAX í Genéve SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo bilar Nýggi Ford Mondeo er tøkniliga tann mest framkomni evropeiski bilur, sum Ford nakrantíð hava gjørt Ford Mondeo stationcar Ein onnur nýggjheit frá Ford er, at C-MAX hevur fingið ein sonevnda ”facelift” og líkist nú meira tí størra Ford S-MAX Koreanararnir hava gjørt eina av heims­ ins mest framkomnu bilverksmiðju í Slovakia, har hesin nýggi Kia Ceed verð­ ur gjørdur. Ceed skal kappast við bilar sum t.d. Ford Focus og VW Golf Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Motorjournalistar, sum hava royndarkoyrt bilin, geva honum sera góð skotsmál og ivast ikki í at Kia við hesum bilinum hava góð kort á hondum í hørðu kappingini um evropeisku kundarnar. Umframt Kia Ceed hatchback verður eisini ein onnur útgáva sum eitur Kia Ceed Sporty Wagon, sum er bæði longri og hægri enn hatchback útgávan. Evropeiskur Kia Ceed Kia Ceed hatchback Kia Ceed Sporty Wagon er bæði longri og hægri enn hatchback útgávan Kia Ceed hatchback