Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 30 - 12. februar 2000 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 22 Nr. 30 – 12. februar 2000 post@sosialurin.fo Subject: Teldubræv Date: Tue 8. feb. 1999 To: post@sosialurin.fo From: fgaini@iname.com Reply to: fgaini@iname.com FJØLMIÐLAR. Donsku fjøl- miðlarnir hava vunnið ein týð- andi sigur í einum máli, sum kundi havt stóra ávirkan á arbeiðsumstøðurnar hjá teimum. Løgreglan í Keypmannahavn hevur ligið úti eftir myndum og øðrum tilfari frá ófriðinum á Á gongubreytini uttan fyri ein klædna- handil í rue d´Orsel sá eg tann gamla mannin hvørt kvøld. Heimleysur og einsamallur. Hann livdi “í eisemi mill- um fólk”, sum Sartre tekur til, og so- leiðis ímyndi eg mær, at hann hevði livað í minst tredivu ár! Maðurin var afrikanari av uppruna (helst úr gomlum fronskum hjálandi), hevði tunt grátt skegg og eitt uppbólgnað kinnareytt andlit. Hann hevði ein gamlan toyposa at goyma soviposan og teppið hjá sær í. Tómoygdur stóð hann har, skitin og ússaligur á at líta, og hugdi at impulsiva fólkalívinum á gøtuni. Sum ein fremm- andur av aðrari gongustjørnu, uttanfyri sjónarhorn hins integreraða, fór hann haltandi eftir gøtuni við posa í einari hond og ásettari vínfløsku í hinari. Hvørt kvøld um somu tíð og á sama stað legði hann seg í soviposan á gongubreytini í rue d´Orsel. Tað gjørdi hann fáar tímar eftir, at handlarnir á gøtuni høvdu latið aftur fyri dagin. Um dagin helt hann til onkra aðrastaðni í býnum, tí tá var onki óvanligt at síggja á gongubreytini. Stutt áðrenn eg flutti úr París, sá eg fyri fyrstu ferð “fremmandamannin” á eini heilt aðrari gøtu. Eg var farin at spáka mær ein túr í góðveðrinum og komin til Boulevard de la Chapelle sá eg ein hann sita undir einum av stóru betong- pelunum, ið bera skinnararnar til tokini. Á Boulevard de la Chapelle hevur man metro´ina uppi yvir sær og ikki undir fótunum. Tað var næstan onki menni- skja at síggja á hesum økinum beint undir jarnbreytini, sum liggur í miðjuni á boulevardini. Sum eg gekk og válaði, við tokferðslu beint niðanfyri og bil- ferðslu til bæði vinstru og høgru, bar eg eyga við fleiri onnur húsvill, sitandi í skugganum undir betongpelum. La Chapelle er fátæksligur býarpartur við nógvum innflytarum úr Afrika, sum liggur norðaliga í býnum. Nú hendi tað merkisverda, ið hevur brent seg fast í mínum minni. Tann gamli frá rue d´Orsel, ið hálvsovandi sat við tveimum hálvfullum vínfløskum framman fyri sær, hálaði uttan ávaring eina fartelefon upp úr einum jakka- lumma. Hann helt telefonini framman fyri sær, hugdi forvitin og forvirraður at tólinum, og trýsti síðan á nakrar knøttar. Um hann hevur funnið ella stolið far- telefonina veit eg ikki. Um hon yvir- høvur riggaði er mær eisini ivasamt. Og hvønn skuldi hin heimleysi so ringt til? Hetta var ein tann mest surrealistiska hending mær enn hevur verið fyri. Eg ætlaði mær at taka eina mynd av manninum við fartelefonini, men júst tá ið eg gjørdi fototólið klárt, hugdi hann meg beint í eyguni, og ongin mynd varð tikin. Eg var annars farin út við tí fyri eyga, at fáa nakrar góðar heyst- myndir av teimum parisisku boulevard- unum. Ein mynd av hesum klodda- fylinum við hátøknifrøðiligari fartelefon í nevanum hevði verið ein góður foto- grafiskur fongur hjá mær, men eg helt tað ikki vera rætt at taka myndina uttan fyrst at biðja um loyvi til tað. Myndin kundi verðið nýtt til eina stóra lýsing fyri Motorola: “Sjálvt tey heim- leysu hava fartelefon í dag!” ella “Hes- in maðurin ringir til síni kæru dóttir í USA”. Fleiri aðrir lýsingarmøguleikar eru. Myndin kundi eisini verið nýtt í bók um okkara sokallaðu internationalu tíðarøld. Heimurin sigst vera tætt samanknýttur í altjóðliga felagseind vegna alnetið, sjónvarpsrásir, teles- amskifti, altjóða felagsskapir og so framvegis. Heimurin er vorðin sera lítil og standardiseraður, at døma eftir nevndu samfelagsáskoðan. Nú kanst tú ferðast kring jørðina eftir fáum minutt- um við alnetinum ella satelitt-sjónvarpi. Jú, tað er rætt, at tað ár 2000 er sera stutt millum Tokyo og Tórshavn ella millum París og Bombay, men frástøð- an millum tey vælhavandi og tey fátøku er als ikki minkað samsvarandi, heldur tvørturímóti. Landamørkini hava í nógvum førum mist týdning og millum- landa-samskiftið hevur ment seg øgiliga nógv, men samstundis er munurin mill- um tey, sum hava atgongd til øll hesi luksustól, og hini vaksin. Tey margi- naliseraðu og arbeiðsleysu hava tað als ikki lættari enn fyrr, tí internationali- seringin fevnir í størstan mun um undir- hald og keyp og søla. Tað er nýtslu- mentanin, ið vinnir fram í øllum heim- spørtum. Tá ið eg fari norður aftur til Danmarkar og Føroyar við toki og flogfari, so pakkar hin gamli í rue d´Orsel sovi- posan hjá sær saman eftir enn eina nátt á asfaltinum. Hansara heimur strekkir seg fáar hundrað metrar, frá rue d´Orsel til Boulevard de la Chapelle - tað er eitt sera lítið øki í tí norðara partinum av París. Hann kann ikki ferðast sum eg, hvørki í geografiskum rúmi ella á al- netið og um telesamskiftið. Hann hevur onki virði í postindustriella samfelag- num. Hann kann ikki nýtast til nakað, sum er búskaparliga rationelt, og tele- fonina, sum hann situr við, kann hann bara brúka til hamara ella umbýtislutur. Myndin av manninum við fartelefonini vísir okkum í veruleikanum, hvussu djúp grøvin er millum ár 2000-stein- aldarmannin og hátøknifrøðilig tól. “Allo allo!” - Hvussu stórt framstig er hetta ikki fyri menniskjaættina? At standa millum heimleys og biddarar á gøtuni og fortelja konuni, hvat livur- postei hon í dag skal keypa í handli- num. “Heimurin má vera ungur enn”, segði Nordahl Grieg aftaná seinna heimsbardaga. Og tað sama kann ein siga ár 2000, uttan harvið at vera dapur- skygdur. Firouz Gaini, París ALLO ALLO! TELDUSPØL. Harð- ligu telduspølini, sum børn og ungum dáma so væl at spæla, elva ikki til harðskap í veru- liga lívinum. Hinvegin eru hesi spøl við til at skapa og styrkja vinar- bond. Hesa niðurstøðu kemur ein kanning hjá »Medierådet for Børn og Unge« til. Danski felagsskapur- in hevur kannað hvørja ávirkan útbreðslan av telduspølum hevur á børn og ung. Óttin fyri, at tey ofta blóðugu og ógvusligt telduspølini, har tað snýr seg um at Telduspøl elva ikki til harðskap skjóta, drepa og gera seg inn á hvør annan, hava við sær harðskap í veruliga lívinum, er ógrundaður. Børn og ungum dáma avbjóðingina og kappingina í telduspøl- unum - ikki harðskap- in. Harafturat spæla tey helst spølini saman við øðrum, og tí eru teldu- spølini við til at sjóða saman børn og ung. Telduspøl eru spennandi avbjóðingar hjá børnum og ungum ABBA segði nei til 7 mia krónur TÓNLEIKUR. Svenski bólkurin ABBA fekk eitt so lokkandi tilboð um at spæla saman aftur, at annar av høvuðs- monnunum aftanfyri bólkin ivaðist í at taka av. Men tá alt kom til alt, gjørdist hetta til einki. Tað var ein bretskt-ameri- kanskur konsertfyriskipari, sum bjóðaði ABBA eina milliard dollarar (hetta svarar til umleið 7 milliardir í okkara pengum) fyri at finna saman aftur. Ætlanin var at senda ABBA á eina konsertferð til 100 býir kring heimin. - Tilboðið var freistandi, men tað verður ikki til nakað. Hatta vóru nógvir pengar at siga nei til, men vit avgjørdu, at hatta var ikki nakað fyri okkum, sigur Benny Andersson við svenska Aftonbladet. Tað eru nú næstan 20 ár síðani stórtíðina hjá ABBA, men bólk- urin selur framvegis nógvan tónleik, og endurinnspælingar av sangnum hjá bólkinum eru bæði vanligar og væl umtóktar. Fólk streyma til íslendskan film FILMUR. 60.000 fólk - ella fjórði hvør íslendingur - hava nú sæð filmin Einglar alheimsins, sum er gjørdur eftir skaldsøgu hjá Einar Már Guðmundsson, sum fekk bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 1995. Filmurin er gjørdur í Íslandi, men hann er fíggjaður við norðurlendskum pengum - millum annað frá norðurlendska films- og sjónvarpsgrunninum, sum hevur latið 2 milliónir norskar krónur. Tað er Friðrik þór Friðriksson, sum hevur leik- stjórnað filmin. Filmurin snýr seg um eldra beiggja rithøvundan, sum stríðist við at finna eitt pláss í sam- felagnum. Hann verður alsamt meira tyngdur av veruleikanum og endar á eini psykiatriskari deild. Filmurin kann samanlíknast við meistaraverkið hjá Milos Forman, Geykareiðri, sum hevur líknandi humor og allatíðina spyr spurningin um, hvør tað nú er, sum er ørur. Fjølmiðlarnir vunnu týðandi sigur Nørrebro í Keypmannahavn í november mánaði. Teir vildu hava alt tilfarið frá fjølmiðlu- num, so teir kundu finna fram til fólk, sum gjørdu um seg undir ófriðinum. Fjølmiðlarnir hava noktað fyri at lata løgregluni sjónvarps- upptøkur og myndir, og bæði býarrætturin í Keypmannahavn og síðani Eystari Landsrættur hava nú biðið løgregluna í Keypmannahavn halda fingrar- nar burtur frá upptøkunum og myndunum hjá fjølmiðlunum. Læknavaktir 29. januar fingu Anna Maja Mortensen og Ulf Nord- dahl, Keypmannahavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2900 gr. 30. januar fingu Ella Hovs- garð og Bergur Debes, Froðba, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3300 gr. 1. februar fingu Marjun Nielsen og Sverri Heinesen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 2. februar fingu Durita Kirke og Henning Peder- sen, Brørup, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 1900 gr. 2. februar fingu Sonja og Petur í Gong, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 4. februar fingu Jóhanna og Heðin Poulsen, Skála, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4050 gr. 4. februar fingu Joan Joen- sen og Leif Hovgaard, Tórs- havn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3800 gr. 5. februar fingu Anja Næss og Kristoffur Gaardlykke, Miðvági, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 5. februar fingu Elin Ludvig og Flemming Foget Johannesen eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3500 gr. 7. februar fingu Rannvá og Eyðálvur Nielsen, Rituvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2650 gr. 7. februar fingu Dagmar Clothier og Mikkjal Helms- dal, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vig- aði 3300 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR 3. februar: Thomas Herluf Thomsen, Lopra, vanliga nevndur Herluf, 82 ára gamal. John Sigurd Dahl Olsen, Oyndarfirði, sonur Fíu og Hans Petur Olsen, 19 ára gamal. 4. februar: Hákun Midjord, Hvalba, 86 ára gamal. 5. februar: Súsanna á Sondum Henriksen, Sandi, 36 ára gomul. Finnbogi Dam Jacobsen, Tórshavn, 59 ára gamal. 7. februar: Lena í Buð, Hvannasundi, 89 ára gomul. Edith Vidtfeldt, Sandi, 80 ára gomul. Bodil Poulsen, ættað úr Skopun, búsitandi í Havn, 82 ára gomul. Gudstænastur 6. sunnudag eftir trettanda Viðareiði: kl. 16, familjugudstænasta, barnakór syngur Meinhard Bjartalíð. (Aftan á verður hugnaløta í Missiónshúsinum) Klaksvík: kl. 11, Niels Pauli Danielsen Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10, Hans Eiler Hammer Kunoy: kl. 12, altarg., Hans Eiler Hammer Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Hans Eiler Hammer Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen Norðskála: kl. 17 messa, Emil Olsen Gøta: kl. 12, altarg., Peter O. K. Olofson Glyvrar: kl. 11, deyvagudstænasta, altarg., Jónsvein Bech. (Talvan gongur fyri deyvameinigheitina) Selatrað: kl. 12, Jógvan Fríðriksson Sjóvar kirkja: kl. 12, lestur Sjóvar kirkja: kl. 15, ítróttargudstænasta, Jógvan Fríð- riksson Tjørnuvík: kl. 12, Martin R. Jacobsen Vestmanna: kl. 12, Uni Næs Kollafjørður: kl. 12, Marjun Bæk Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, lestur Argir: kl. 11, altarg., Sverri Steinhólm Bøur: kl. 12, David Johannesen Dalur: kl. 12, Jákup Reinert Hansen Hvalba: kl. 12.30, prestainnsetan, Bjarni Bæk innsetur Ólav Rasmussen Frá Ebenezer Sunnudag kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadag kl. 20 bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag morgunmøti kl. 11. Kl. 12.15. Sunnudagsskúl. Kl. 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 Sunnudagsskúli, sunnukvøldið kl. 19 er møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 6 Morgunbøn, kl. 17 Landsbøn, í morgin kl. 6 Morgunbøn, kl. 11 Morgungudstænasta, kl. 18 Møti, kl. 22 Útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 6 Morgunbøn, kl. 20 Bønarskúlin. Missiónsvika á Argjum Leygarkvøldið kl. 20 Møti við Regin Høgnesen. Ung av Argjum syngja. Innsavnað verður til húsið. Sunnudagin kl. 14 Familjumøti við Kristian Matin Petersen, Teen-Sing syngja, kl. 18 Møti við Niels Jacob Nielsen, Argjakórið syngur. Innsavnað verður til Heimamissiónna. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 er bøn og kl. 18 er møti, har fólk úr Tjørnuvík verða við. Mánakvøldið kl. 20 Bønarmøti hjá Sofrid og Sámal í Depli, Tjarnalág 14. Verið øll hjartaliga vælkomin KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoma við Steinbjørn B. Jacobsen, evni: Háskúlin 100 ár. Týsdagin kl. 16.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin kl. 11 Møti, kl. 13.30 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18 Møti. Finngerð Djurhuus Olsen talar. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið kl. 21 Café-kvøld. Bill Justinussen luttekur við sangi og vitnisburði. Sunnudagin kl. 17 Møti og Sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Kvívík Møti verður í Glæmuni sunnukvøldið kl. 19 við Regin Høgnesen. Magni Christiansen syngur. Øll eru vælkomin. Gøtu kirkja Í kvøld kl. 20 Møti við Una Næs, presti. Streingjakórið av Toftum syngur. Innsavnað verður til Heimamissiónina. Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 18 Møti við Alfred Petersen. Trinitatis syngur. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 12. feb.: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Sunnudagin 13. feb.: Pól Johs. í Horni, tlf. 444038 Norðoyggjar: Magnus Magnusssen, tlf. 455451 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús, ungdómur úr Imanuel luttekur. Sunnudagin møti kl. 17, Annika við Skipá tosar um evnið: Familjan. Barnamøti kl. 17. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 við Vagn Foldbo. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Ørkin Evangeliskt møti verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum »Hæddini« í Saltangará sunnudagin kl. 17. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 18.30 Lovsang- og bønarmøti, kl. 19 Møti. Missiónshúsið á Tvøroyri Í kvøld kl. 18 Møti við Kaj Eyvindsson og Johan Thomsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Porkeri Í kvøld kl. 20 Ungdómsmøti. Ung úr Vágunum luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Í kvøld kl. 20: Uppbyggingarfundur við Poul Færø og Jákup Eli Øster. Sunnudagin kl. 11 Breyðbróting, kl. 13.30 Sunnudags- skúli og kl. 18 Evangeliskur fundur við Poul Færø og Jákup Eli Øster. Mánadagin kl. 20 Bønarfundur. Týsdagin kl. 20 Kvinnufundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbyggingarfundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: kl. 11: Morgunmøti, kl. 11.30: Sunnudagsskúli, kl. 18: Evangeliskt møt . Telefonandaktin svarar á 373777. Århus Møti verður í missiónshúsinum Carmel í Århus leygar- kvøldið 19. februar kl. 19.30. Luttøka úr Esbjerg. 8. februar fingu Edel M. Davidsen og Káti G. Simonsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3645 gr. 8. februar fingu Maria og Olfrid, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr. 8. februar fingu Randi og Palli Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr. 8. februar fingu Augusta Mikkelsen og Jón Krage- steen, Tórshavn, ein son. Hann var 59 cm. langur og vigaði 4400 gr. 9. februar fingu Maria og Hjaltur Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4410 gr. 9. februar fingu Erla H. Smith og Ingi S. Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600 gr. 9. februar fingu Rannvá Amalia Hansen og Petur Nolsøe, Kaldbak, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3350 gr. 9. februar fingu Maria N. Gram og Svend Heinesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3350 gr. 9. februar fingu Jonna og Jens Klæmint Jacobsen, Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vig- aði 3650 gr. 10. februar fingu Sunrid Petersen og Leivur Ree Torvadal, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 10. februar fingu Finngerð Egilsnes, Vestmanna og In- golf Debes, Oyri, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3650 gr. ANDLÁT Mánadagin 14. februar hava hjúnini Meta og Hans av Fløtum, Lambagerði 8, Tórshavn, gull- brúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Silvurbrúdleyp Leygardagin 11. mars giftast í Hvalbiar kirkju, Noomi Hammerfoss, Froðba og Danjal Olsen, Hvalba. Vælkomst verður í Royn-høllini kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 375071 ella 375129, í seinasta lagi 26. februar Brúdleyp