leygardagur 12. februar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 30 – 12. februar 2000
Livdu sum føroyingar
SIÐSØGA. Á írsku smáoyggjunum livdu tey
sum føroyingar fyri 100 árum síðan
Eftir Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Føroyingar eru væl fyri, tá tað
snýr seg um siðsøguligar bøkur.
Seinastu mongu árini eru javnan
bøkur útkomnar, skrivaðar av
føroyingum um Føroyar.
Bygdasøgur, ættarsøgur, søgur
um heilar vinnugreinar og aftur
søgur um partar av vinnunu og
hvussu fólk búleikaðust eitt ávíst
tíðarbil.
Sjálvdan hevur hjartað bankað
so hart fyri eini bók, sum tá eg
ein kaldan várdag í fjør, í einum
bókakassa frá einum donskum
skipi í Hamborg, fekk bókina
„Maðurin á oynni“ eftir gæliska
íran Tomás Ó Criomhtains upp í
hendurnar. Eg hevði als ikki
hoyrt, hvørki um rithøvunda ella
titul, men longu á fyrstu síðu var
nakað heimligt at síggja og á
hvørju einastu síðu í bókini
kendi eg meg aftur. Hendan
søgan kundi eins væl verið
skrivað í eini føroyskari bygd
fyri fyri hundrað árum síðan.
Søgurnar er meinlíkar teimum
eg hoyrdi sum barn í Oyndar-
firði, har tey vaksnu greiddu frá
tí, tey mintust frá tí, sum
teimum var fortalt av fólki long-
ur aftur í tíðini.
Og sjálvur stílurin er so før-
oyskur, sum hann kann vera. Ein
og hvør, ið dugir at siga eina
søgu, hevur júst somu evnini
sum ein góður rithøvundur.
Hann roynir seg vara ikki við
penninum, men tað hann sigur
frá er eisini skaldskapur. Ein
søga, sum bara nevnir fakta er
ein keðilig søga. Eitt sindur av
skaldskapi eigur at vera uppi í
fyri at ein skal tíma at lurta eftir.
Eitt sindur skal leggjast afturat
og eitt sindur trekkjast frá á
teimum røttu støðunum, fyri at
søgan skal gerast góð, og hetta
nýtist ikki at reingja sannleikan
og moralin í søguni.
Ein fjarskotin oyggj
„Maðurin á oynni“ eru endur-
minningar hjá Tomás Ó Criom-
htains av oynni Stóra Blascaed í
útsynningshorninum á Írlandi
nakrar fáar fjórðingar úr megin-
landinum. Rithøvundurin er
føddur í 1854, og bókin lýsir eitt
samfelag so primitivt, at ein
hevur ilt við at skilja í dag, at
fólk hava verið so tilafturskomin
í Vesturheiminum so seint í
søguni. Málið á oynni var gæl-
iskt og undirvísingin í skúlanum
hevði á barnaárum Tomás bert
eittans endamál, at læra børnini
enskt, soleiðis at tey seinni
kundu flyta til Amerika. Men
Tomás flutti ikki. Hann varð
verandi heima og livdi av tí
jørðin gav, av veiðu og av út-
róðri. Tá hann var komin í miðj-
an aldur, lærdi hann seg at lesa
og skriva á móðirmálinum, á
gæliskum. Í byrjanini av nú
farnu øld komu fleiri málgransk-
arar og onnur til Stóru Blascead
at læra seg gæliskt, og tað var
ein av hesum fremmandu, sum í
1918 fekk eggjað Tomás at seta
seg niður og skriva sína lívs-
søgu. Tomas var tá 60 ára gam-
al.
Tomás helt ikki, at endur-
minningarnar hjá einum vanlig-
um fátækum útróðrarmanni
kundu hava áhuga hjá nøkrum,
men tann fremmandi sannførdi
hann, og tá hesin var farin av
aftur oynni, sendi hann regluliga
14. hvønn dag ein pakka við
penni, blekki og pappíri. Tey
næstu fimm árini sendi Tomás
trúliga pappírini aftur, nú skriv-
aði við endurminningum, til sín
gamla næming. Hetta bræva-
samband varð seinni sett saman
til tvær bøkur. Tann mest kenda
bókin er „Maðurin á oynni“
Hendan bókin er í dag ein klass-
ikari í nútíðar gæliskum skald-
skapi. Bókin kom út í 1925.
Eftirnølari
Tomás byrjar bókina soleiðis:
»Eg minnist at eg lá við móður-
bróst. Eg var fýra ár, áðrenn
mamma slepti. Eg var gruggið í
fløskuni, tann seinasti av systk-
inum og tí tí slapp eg at súgva
so leingi.
Eisini var eg forkelaður, eg
átti fýra eldri systrar, og tær
góvu mær allar eyka góðgæti.
Tær vóru um meg, sum áttu tær
eina pisu. Tær vóru allar eldri
enn eg, og eg var lítil og tí var
tað ikki so løgið, at eg gjørdist
kelibarnið. Og ongin roknaði við
mær, tá eg varð borin í heim.
Pápi var lágur av vøkstri,
sterkur og tjúkkur. Mamma var
høg eins og ein politistur, hon
var lívlig, reyst og ljóshærd.
Men lítil neringur var í hennara
mjólk. Og haraftur at var eg
eisini kálvurin undan eini
gamlari kúgv, og tað var torført
at fostra meg.
Deyðin, tann gavstrikur, hann
tók tey sunnu børnini til sín,
men lat meg vera. Tað var helst
ikki stríðið vert hjá honum at
taka meg við sær. Eg vaks og
fekk megi, og gjørdi tað, eg
hevði hug til. Men systrarnar
høvdu eyguni við mær, at eg
ikki kom ov tætt at bakkanum,
sum gekk niður í fjøruna. Eg
gekk í ullintum kjóla og bundn-
ari húgvu. Tey leskaðu meg, eg
fekk viðhvørt eitt egg, eitt sind-
ur av smøri, eitt fiskasporl,
fjørumat og annars eitt sindur av
hvørjum, ið havið gav.
Fullar tunnur av grind
Eins og í Føroyum kundi tað
ganga harðliga fyri seg, tá menn
møttust í grind. Tomás greiðir
frá:
„Ein morgun fekk eg loyvi at
fara oman á sandin saman við
systir míni Máire. Tá eg kom
oman, rann eg, og Máire hugdi
seg í kring. Hon fekk eyga á ein
nísuflokk, sum kom undan tang-
anum fyri sunnan. Nísurnar
høvdu sjógv á bak og steðgaðu
ikki fyrr enn tær vóru beint út-
fyri okkum á sandinum. Hornini
komu uppundan og nísurnar
svuvu eins tætt og annar fiskur,
eg hevði eygleitt. Máire hevði
fyrr sæð einstaka nísu, men
ongantíð ein heilan bólk. Hon
óttaðist, at nísurnar fóru at gera
landgongd, tók meg á bakið og
rann heim.«
»Tá vit komu heim, segði
mamma, at bátar longu vóru hjá
nísunum og teir fóra at royna at
fáa tær at gera landgongd. Um
hetta mundi vóru tríggir stórir
snurri-váðsbátat í oynni og sjey
og sjey úr Dun Chaoin. Allir
Hetta eru húsini Tomás sjálvur bygdi sær, tá hann var vorðin vaksin og hevði fingi konu. Sjálvur dragsaði hann grótið til húsini og hann eisini bygdi
hann húsini einsamallur. Húsini høvdu papptak, og hetta hevði ein fyrimun. Nú kundu hønur ikki longur sita át tekjuna og skvøtta. Í barndóms-
heiminum Tomás vóru altíð høsnareiður á takinum og hetta sá heldur óunniligt út, tí høna skvøttir har hon stendur
Nr. 30 – 12. februar 2000
21
bátarnir á oynni royndu at fáa
nísurnar at gera landgongd,
meðan bátsmanningarnar frá
Dun Chaoin bara flentu at uttan
at hjálpa til. Teir lógu bert uttan-
fyri og gjørdu einki. At enda
kom ein nísa upp á turt. Ein
dugnaligur maður skar hana á
háls beinanvegin, og tá hinar
nísurnar tevjaðu blóð gjørdu tær
allar landgongd.«
»Tá menninir frá Dun Chaoin
sóðu allan fongin, hildu teir seg
framat fyri at fáa part av fongi-
num. Men tey, sum høvdu luttik-
ið í drápinum vildu ikki lata
teimum nakað. Handafast var og
skjótt vóru menn blóðdálkaðir
eins og nís-urnar og løta gekk
áðrenn fremmandamenninir vóru
riknir burtur. Umborð á einum
av fremmandu bátunum høvdu
mennirnir ikki spottað, meðan
drápið fór fram. Oyggjabúgvar-
nir góvu teimum størstu nísuna,
meðan hinir seks bátarnir fingu
einki, og fleiri umborð vóru
særdir í bardaganum.“
»Tað var drúgvt arbeiði at taka
upp, at fáa nísurnar heim og
síðan at salta niður í tunnur.
Men fólk vóru hugaði, tí í teim-
um døgum noyddist tú at fjakka
víða, áðrenn tú møtti einum,
sum vildi býta eina nísu um við
eitt vanligt svín. Andlitið á pápa
var blóðdálkað av hansara egna
blóði og av nísublóð. Men eg
kendi hann, tí eg var vorðin so
stórur nú. Eg argaði eina gamla
konu, sum kom við einari fullari
tævu á herðunum við tvøsti og
spiki. Tað sá út, sum hon kom
beinleiðis úr eini nísu. Men hon
hevði verið røsk í dag, hon
hevði sligið so dygt ein av báts-
formonnunum á einum av
fremmandabátunum við einum
spaka, at hann mundi doyð.«
»Eftir hetta áttu øll á oynni
nóg mikið at nísukjøti til eitt
heilt ár og ein dag, og hevði tað
ikki verið, at tey góvu so nógv
til slekt og vinir, hevði verið nóg
mikið til heili tvey ár.«
Kolu og troðborð
Í Føroyum var vanligt áðrenn
tallerkurin kom, at fólk ótu øll
úr sama troði. Soleiðis gjørdu
teir eisini á Stóru Basaed.
»Í teimum smáu húsunum var
eitt troðborð nýtt. Troðið stóð á
einum trýfóti, ið kundi leggjast
saman og hesin varð saman við
troðnum hongdur upp á veggin,
tá vit vóru liðug at eta.«
Tomás
avmyndaður
uttanfyri
húsini. Hann
er ein sera
góður
frásøgumaður
»Tær fyrstu lampurnar, eg sá,
vóru kolur. Kolurnar vóru fyltar
við lýsi ella feitti og rakurin var
siv úr haganum. So hvørt sum
rakurin brendi vaðr hann hálaður
eitt petti burtur úr koluni. Feitti
fingu vit burtur úr rossamakreli
ella bláseiðalivur, sum vit smelt-
aðu. Vit brúktu eisini kópalýsi.
Men hetta var ikki vanligt, tí
kópalýsi varð nýtt sum dyppilsi
til maisbreyð og tað var neyð-
ugt, annars fekk tú tað ikki nið-
ur.«
»Kolan var gjørd úr jarni, hon
hevði ein tút ella tveir. Jarnbein
vóru undir og eitt handtak á
síðuni. Veikurin ella rakin varð
dyppaður í feitti, síðan varð end-
in lagdur út á kantin á tútinum
og síðan varð fest í.«
Nógvan fisk
Tomás greiðir frá: »Tá eg var
ungur, ótu vit tvær reisur um
dagin. Eg fór altíð fastandi frá
húsum og hevði gjørt stórverk,
áðrenn morgunmaturin varð
etin. Sólin var altíð niðurfarin,
áðrenn við fingu at eta um
kvøldið.
Epli og fiskur og ein mjólk-
sopi var vanligi kosturin tá á
døgum. Tá eplafruktin sveik,
høvdu vit majsmjøl, sum varð
bakað til gróthørð breyð. Í dag
havi eg hvørki tenn ella heilsu
til slíkan kost.
Tá eg var ungur, fingu vit 12
pund av mjøli til jóla. Eg var
vaksin, áðrenn te kom til oynna.
Vit fingu eitt pund av te hvørt
húskið og so væl varð hetta
dríggjað í summum húsum, at
tað rakk til næstu jól.«
Róðu um kapp
Nógvastaðni í bókini eru sam-
røður, sum Tomás hevur hoyrt,
sum hann hevur skrivað niður
og tær minna nógv um samrøð-
unar vit hoyra heim í Føroyum.
Her er eitt dømi um pápan og
Tomás, ein maður úr bygdini,
sum kom at vitja:
»Tað fyrsta teir tosaðu um var
tað brennandi skipið.
»Tomás, seg ði pápi, »var tað
ikki ein stríggin dagur, tú
minnist tað brennandi skipið?«
»Jú, « segði Tomás. »Tað var
um reppið, at tveir av okkara
monnum sigldu av, tá teir góvust
at rógva.«
»Vit áttu at vita,« segði pápi,
»at tað átti at vera eitt ella
annað, sum gav skipinum ferð,
tá tað ikki steðgaði og ongin
eldur var í tí. Vit fingu tað ikki
aftur, sjálvt um tað ongi segl
hevði og stilli var.«
„Tað var tað fyrsta guvu-skip-
ið sum legði at i Luimneach,“
segði Tomás.
»Og tað var á veg til harra
Ruiséal við majs,« segði pápi.
»Tað vóru eisini bátar frá Dún
Chaoin og fra Feiri-téaraigh
sókn sum fylgdi skipinum á veg
norður eftir, « segði Tómas.
»Hetta var júst eina viku áðrenn
St. Pádraigs dag,« segði hann.
»Hvussu langt aftan á tað
komu teir feitu oksarnir. sum
róku á land,« segði pápi.
»Júst eitt ár seinni. Um várið
vikuna fyri St. Padraigs dag,
segði hann.
»Vit bjargaðu nógvum, og teir
vóru bæði reinur og frískir.,«
segði pápi.
»Ongin veit, hvussu nógv-ir
róku á land.,« segði Tomás. » Í
einum húsi í Fearann sókn salt-
aðu tey upp í 12 tunnur,« segði
hann.
Hendan myndin kundi við eitt
sindur av hugflogi eins væl
verið tikin í Skúvoy ella
Mikladali, so meinlíkar eru
umstøðurnar
»Eg haldi, at vit her í okkara
oyggj fingu minst,« segði pápi.
»Ja,« segði hann. »Men tað
hevði eisini sína orsøk, veðrið
var vánaligt, og vit sluppu ikki
av oynni eftir salti. Men líka
mikið hvussu lítið vit fingu, so
høvdu vit nóg mikið av kjøti til
eitt heilt ár. Eg hevði sjálvur nóg
mikið av kjøti til meir enn eitt
ár, og eg var tann, sum fekk
minst til høldar, tí eg átti so lítið
salt. Eg haldi, at tú hevði nóg
mikið eisini til at rinda tað tú
skyldaði Dónall,« segði hann.
»Vit áttu fýra fullar tunnur,
vælsaltaðar og klárar at koyra í
pottin.« segði pápi.
„Tað vóru tvey góð ár bæði til
epli og fisk.“ segði pápi.
»Bátsparturin hjá okkum var
30 pund,« segði Tomás.
»Var tað ikki tað árið Gamla
Nora kom higar?« spurdi pápi.
»Árið eftir,« segði Tóomas.
»Og vit vunnu ongar pengar tað
árið....« og soleiðis heldur
sam~røðan fram.
Bókin er fylt við hendingum
frá oynni. Her verður greitt frá
kópaveiðu, frá handilsferðum
inn á meginlandi, frá kærleika
millum mann og kvinnu og frá
vøkrum náttúrulýsingum. Bókin
kundi eggjað føroyingum at sett
seg niður at skriva um teirra lív.
Bókin er útgivin á Husets
Forlag í Aarhus í 1996.