leygardagur 12. februar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Høgni Mohr
- Her kann vera eitt sindur eins-
ligt í píkatíðini, heldur gjáar-
konan, Friðrika fyri, meðan hon
blídliga kínir yngstu dóttrini,
Jacobinu, um ennið.
Friðrika er fyrrverandi havnar-
kona. Tá ið nógvir føroyingar
lótu seg draga av bygd og í bý,
valdi hendan móðurin at taka
barnaflokkin av asfaltinum í
høvuðsstaðnum við sær og hús-
bóndanum, ganga ímóti streym-
inum og búseta seg á bygd.
Men hjá fyrrverandi býar-
búgvum, kann bygdalívið gerast
eitt varandi hugasveiggj millum
friðin og frælsið í bygdini og hin
vælsignaða hurlivasan í Havn.
Í løtum eisini ein bardagi móti
hóttandi einsemi.
Men tað ber til at búseta seg á
bygd, og trívast.
Ferðingin millum bygdasligt
kosmos og skipað býarkaos er
helst neyðug. Bæði í huga og
gerð. Serliga um veturin, tá ið
fáir gestir leita sær til bygdar. Tá
setir Friðrika seg í bilin, og
leggur leiðina til Havnar.
Sjálvboðin til Gjáar
Á sætta ári búleikast sjey-
ogtredivu ára gamla, fyrrverandi
havnarkonan, Friðrika Morten-
sen, við Gjógv. Undir hennara
veingjarbreiði eru fýra børn
millum fýra og tólv ár. Samlivin,
ið er ættaður frá Gjógv, hevur
starv á sjónum. Hann er stýri-
maður við garnabátinum, Okn-
ini, ið roynir eftir svartkalva.
Friðrika er húsmóðir.
- Alt gott um mín gamla heim-
stað, Tórshavn. Men tað tykist
mær, sum øll vilja búseta seg í
Havn, har tað mangan tykist
vera hægsti móti ikki at hava
tíð. Tað skilji eg ikki rættiliga,
sigur Friðrika, sum kortini púra
sjálvboðin leitar sær í stórbýar-
rumblið í høvuðsstaðnum við
jøvnum millumbilum.
Sambært Friðriku, er ein av
orsøkunum til, at tey fluttu úr
Havn til Gjáar, idealisma. Ser-
liga maðurin, vildi fegin gera
sítt til at menna heimbygdina.
Umstøður til djúphugsni
Søgan um Friðriku og samlivan,
Jóhan Kristiansen, er ikki heilt
vanlig. Talan er ikki um mannin,
ið finnur sína hjartans kæru
uttangarðs, tekur undir armin á
sprundið sínum, og leiðir tað inn
um egnar bøgarðar. Og síðani
stingur av til sjós, meðan hetta
neyðardýrið situr einsamalt eftir
í hansara heimbygd.
Nei, familjan Mortensen/
Kristiansen búsettist við Gjógv í
semju. Tey lótu seg rúsa av
romantisku uppfatanin av
føroyska bygdalívinum. Og
Friðrika er ikki vónsvikin.
– Ein vanligur spurningur, eg
fái í Havn, er: Nú, búgva tit
virkuliga enn við Gjógv..? Tá ið
eg játti, halda tey undrandi fyri,
at tað er virkuliga flott, at vit
framvegis eru við Gjógv, sigur
Friðrika, men skoytir
beinanvegin upp í, at eftir
hennara tykki, høvdu flestu
føroyingar trivist við Gjógv.
Eisini tráspyrjandi havnarfólk.
– Eg haldi tað vera íspunnið,
at bygdafólk skulu hava hesi
serligu evnini at hugsa djúpri
um tilveruna, enn tey í býnum.
Men kanska eru umstøðurnar á
bygd betri til júst at hugsa
djúpri, gitar Friðrika.
Hon heldur, at júst umhvørvið
og góðu stundirnar á bygd geva
kosmos størri rásarúm enn í tí
stundum kaotiska býarskundi-
num.
– Tað kann geva sítt til sálina,
at liggja og dusa sær á sofuni í
fullkomuligari kvirru, sigur hon
og flennir hart.
Árstíðartreytað trongd
Friðrika Mortensen hevur, sum
áður nevnt, ikki slept høvuðs-
staðnum heilt. Tað hevur týdn-
ing fyri hana og familjuna at
sleppa av bygdini við jøvnum
millumbilum. Serliga um
veturin, tá alt tykist dimmari, og
romantiska myndin knappliga
gerst kámari. Ofta eru tey í
Havn og vitja familju, vinir og
burturflutt bygdarfólk. Sum
heild dámar Friðriku væl at vitja
og at fáa vitjan.
Um summarið er eingin trup-
ulleiki. Tá koma so at siga øll til
Gjáar at vitja. Og Fríðrika nevn-
ir Gjáar bygd eitt paradís um
summarið. Vanligt er at fara
norður í Ambadal í føgrum veðri
at spæla sær og skoða Búgvan
millum Rivtanga og Hvalsrygg.
Staðið er tiltikið vakurt.
Men trongdin at sleppa burtur
at vitja onnur, er árstíðartreytað.
Hon stingur seg upp tá ið fyrsta
følvið legst, og vitjanirnar við
Gjógv fara at fækka. Nú, á há-
vetri, er heldur deyðligt við
Gjógv. Serliga hesa tíðina, tykist
tað, sum sambandið við høvuðs-
staðin hevur sera stóran týdning
fyri familjuna. Tá er hon vanlig-
ur gestur í Havn. Eina ferð um
árið skipa útlagin bygdarfólk
fyri Gjáar-veitslu í Havn, har tey
hitta fólk, sum enn búgva í
bygdini. Friðrika og tey eru við
hvørjaferð.
Bjartskygdur romantikari
Hóast tey eru røsk at vitja í
Havn, stendur eitt púra fast.
Megintátturin í tilveruni er við
Gjógv. Tí er gott at vera
bjartskygdur.
- Vit royna at síggja alt í
einum farra av ljósareyðum.
Royna at tvíhalda um ta
romantisku myndina av bygdar-
lívinum, og seta tær góðu upp-
livingarnar fram um tær verru,
sigur Friðrika, sum skýrir seg
sjálva optimist, ið kundi búð
allastaðni. Treytað av, at hon
hevur tað, ið hon rópar sítt egna,
og at børnini trívast.
Og sjálvbodna bygdakonan,
Friðrika, livir í vónini, skilst á
orðavalinum, tá framtíðin verður
tikin upp á tunguna.
Millum kosmos og kaos
FAMILJULÍV. Í stovu síni í snotuligu sethús-
unum í Heygnum við Gjógv, greiðir Friðrika
Mortensen frá lívinum á bygd. Friðrika er til-
flytari úr Havn
– Eg hopi, at tað lagar seg
soleiðis, at vit verða búgvandi á
bygd, sigur hon, vónrík á málin-
um. Hon kennir tað sum sína
skyldu at vera positiv í einum
landi, har grenj trívist væl, og
fólki dámar væl at binda hvønn
annan í trongar básar.
– Eg havi altíð roynt at møtt
fólki við opnum sinni og við
einum smíli. Tað hevur givið
mær nógv – serliga her við
Gjógv. Eg eri komin at kenna
fleiri fólk í míni tíð sum
gjáarkona, enn tá ið eg búði í
Havn, avdúkar hon
Heimagjørd námsfrøði
Lívið var øðrvísi áðrenn 1994,
tá ið familjan flutti úr Havn til
Gjáar. Friðrika og Johan
arbeiddu bæði, dagin á tamb.
Men eitt endamál var kortini við
stríðnum. Uppspardi peningurin
skuldi nýtast til húsabygging –
við Gjógv.
Komin til bygdar, valdi Frið-
rika alt fyri eitt at vera heima, tí
við Gjógv eru aðrar møður eisini
heimagangandi.
Hesar kvinnur koma nógv
saman gerandisdagar. Hvønn
mánadag hittast tær til binding
og kortspæl. Nógv verður eisini
gjørt saman við børnunum. Tá ið
veðrið er til vildar, ganga tey
túrar. Í ruskveðri verður farið
undir tak at klippa, tekna og
mála. Serliga væl dámar teimum
at bobba. Í heiminum hjá Frið-
riku er stovan karmur um hetta
námsfrøðiliga virksemið. Borðið
er tiltaklað við tusjum, pappíri
og saksum. Móti vegginum
stendur bobb-borðið klárt.
Sjálvstøðugur sonur
Men, sum í øðrum bygdum, eru
fá ungfólk við Gjógv. Elsti
sonurin í húsinum, 12 ára gamli
Dánjal Jákup, hevði verið fegin,
um hann hevði onkran javnaldur
at spælt við. Tí hann hevur
nógva frítíð. Longu klokkan
hálvgum ellivu hendan dagin,
Sosialurin er og vitjar, hevur
hann fingið frí úr skúlanum.
Beinanvegin fer hann niður í
kjallaran at finglast við sín
fiskireiðskap. Har gongur hann
so og hugnar sær. Einsamallur
við síni állalínu.
Niðri við Gjónna hava Dánjal
Jákup og pápin eitt seksmanna-
far standandi. Góðveðursdagar á
hásummri verður tað javnan
flotað. Slíkar dagar, tá ið havið
glógvar í sólarbrandi, dregur 15
hesta leysamotorurin bátin við
bygdardreinginum við fúkandi
ferð gjøgnum alduriðilin, eystur
um Flesjarnar og út í Djúpini at
seta kalvalínu við pápa.
Hóast bert 12 ára gamal,
hevur hann longu fingið fyrsta
kalvan, vaðanskalvan, ið fyrr
varð mettur at vera gáttin inn í
manndómin.
Í bøi og haga trívist Dánjal
Jákup eisini væl. Seyð dámar
honum væl at fáast við, og á
hvørjum ári er hann og skjýtur
harur við pápanum. Í fjør fingu
teir fjúrtan.
Men millum kalvafiskiskap,
állalínur og haruskjóting, er
kortini eisini rúmd fyri video og
play-station í snotuligu stovuni í
Heygnum. Ravtøkniligu
spælistøðina hevur hann sjálvur
forvunnið sær fyri við at selja
bløð í bygdini.
– Gott er hjá børnum at læra
at vera sjálvstøðug. Hetta tænir
teimum sjálvum, familju og
landi, sigur momman.
Av bygd at spæla
Eingin hevur nóg mikið í sjálv-
um sær. Heldur ikki óvitarnir
við Gjógv. Og at Dánjal Jákup
kundi ynskt sær fleiri leikbrøður
er eingin loyna longur.
Fyri stuttum var spennandi
samstarv millum smáu skúlarnar
í Norðureysturoy og Norður-
streymi. Tá hevði drongurin
størri samband við javnaldrar.
Tíverri helt hetta skúlasamstarv
uppat.
– Hóast skúlin við Gjógv er
góður, kundi eg hugsa mær, at
tað samstarvið varð tikið upp
aftur, sigur Friðrika og hevur
óivað elsta drongin í huga.
Tá ið Friðrika og tey fluttu til
Gjáar, var ein familja við tveim-
um dreingjum í bygdini, men
hendan familjan er flutt til Eiðis.
Dánjal Jákup er sostatt ofta á
Eiði og vitjar gomlu kammerát-
arnar. Men um veturin er ofta
neyðugt at vera aftur við Gjógv
áðrenn klokkan sjey á kvøldi. Tá
gevast teir at grava millum
skørðini.
Um summarið spælir Dánjal
Jákup fótbólt við EB, og tá er
sambandið stútt og gott millum
vinmenninar í bygdunum
báðum.
»Komið til Gjáar...«
Friðrika noyðist at ásanna, at
lívið á bygd kann hava sínar
avmarkingar. Kortini kennir hon
tað sum sína skyldu at reklamera
við bygdalívinum, ið kann vera
so sera ríkt.
– Men, sigur Friðrika, neyðugt
er, at viljin at nøra um bygdalív
og útjaðara er í fólkinum. Hetta
fram um øll møgulig politisk
stig, sum tosað verður um.
Persónligur hugur er alneyðugur
í hesi stremban, sigur hon
avgjørd. Og grundgevingarnar
eru stuttar og greiðar.
– Fólk áttu at tráa eftir óspiltu
náttúruni. Her er nakað so
einfalt sum friður, ið gevur
fuglasongi, jarmi og áarsuði
rúmd...
Og Friðrika er fullvís í, at
børnini við Gjógv hava tað eins
gott, sum onnur føroysk børn, ið
tey eiga framtíðina saman við.
– Bygdabørn eru ikki nógv
øðrvísið, enn tey í býnum. At
bygdabørn duga at keða seg er
kortini helst satt, heldur Friðrika
fyri.
Hon hevur eini ráð til barna-
familjur, ið sóknast eftir rótfesti
og stríðast móti bústaðarloysi í
høvuðsstaðnum:
- Komið til Gjáar!
Áðrenn vit fara úr túninum í
Heynum, tekur hon í armin á
myndamanninum, ið hevur konu
frá Gjógv:
– Jens Kristian. Vælsignaðu,
flytið norð, sigur hon bønliga.
Gjáar bygd tørvar ungfólk,
skilst.
Men vit hava skund. Skulu til
Eiðis. Av Eiði til Kvívíkar. Og
síðani til Havnar eftir børnum
og konum. Heim at eta. Síðani á
fund...um stundir verða til tess.
Vit fara. Úr jarðbundnum
kosmos við Gjógv og heim í
skipað kaos í Havn.
’’
- Vit royna at síggja alt í einum farra
av ljósareyðum...
– Tað tykist mær, at øll vilja
búseta seg í Havn, har tað
mangan tykist vera hægsti
móti ikki at hava tíð, sigur
Friðrika Mortensen, idealist-
isk mamma við fýra børnum.
Familjan flutti úr Havn til
Gjáar, tá ið mong rýmdu av
bygdunum.
Mynd: Jens Kristian Vang