mikudagur 7. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 47 - 7. mars 2007 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Sjálvt um Liverpool
tapti seinnu
áttandeilsfinaluna í
Champions League
ímóti Barcelona, so
hevur enska felagið
allíkavæl tryggjað sær
víðari luttøku til
næstu rundu
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Liverpool hevði eitt sera
gott
útgansstøði
undan
seinna dystinum í áttan
deilsfinaluni í Champions
League, har teir tóku ímóti
varandi meistarunum, FC
Barcelona, á Anfield Road.
Liverpool hevði nevniliga
vunnið fyrra dystin á Nou
Camp 2-1, og tí skuldi
ganga
sera
væl
hjá
Barcelona, um teir skuldu
tryggja sær víðari luttøku
til fjórðingsfinalurnar.
Liverpool trýsti
Heimaliðið,
Liverpool,
legði fyri sum eitt satt ódnar
veður í seinnu áttandeils
finaluni
í
Champions
League. Teir løgdu Barce
lona undir eitt stórt trýst frá
fyrsta bríksli, og her var
beinanvegin líkt til, at
Barcelona fór at fáa ein
harðan dyst.
Var nakar, sum roknaði
við, at trýstið hjá Liverpool
fór at linka, so fóru tey heilt
skeiv. Liverpool helt á at
trýsta út á fyrra hálvleik, og
tá 25 minuttir vóru spældir
av dystinum, hevði Liver
pool havt níggju royndir á
málið hjá Barcelona, meðan
Barcelona ikki hevði havt
eina roynd á málið hjá
Claudio Reyna í hinum
endanum.
Liverpool hevði eisini
fleiri sera góðar møguleik
ar í fyrra hálvleiki, og tann
størsti kom, tá Liverpool
fekk ein trídupultan møgu
leika. Craig Bellamy slapp
leysur í høgru síðu, men
Valdes bjargaði royndini.
Bólturin endaði tó fyri føtr
unum á Kuyt, men eisini
hesa ferð megnaði Valdes
at stórbjarga í Barcelona-
málinum. Vandin var tó ikki
av á hesum sinni. Enn
einaferð endaði bólturin hjá
einum Liverpool-spælara,
men Puyol bjargaði skallar
anum frá Riise á sjálvari
málstrikuni, og so var tann
vandin av.
Eingin ivi var um, at
Liverpool
sat
á
øllum
spælinum í fyrra hálvleiki,
og m.a. hevði Mohamed
Sissoko eitt skot á tvør
træið, men inn vildi bólturin
ikki. Hálvleiksstøðan var 0-
0, og hetta kundu sponsku
gestirnir gleðast yvir.
Gudjohnsen
birti eina vón
Fyrri hálvleikur hevði verið
alt annað enn góður hjá
katalanska
stórfelagnum,
og um teir skuldu gera sær
nakrar vónir um at koma
víðari, so skuldu teir fáa í
minsta lagi tvey mál í dyst
inum, og tí skuldu aðrir
bollar í suppuna í seinna
hálvleiki.
Sjálvt um Liverpool helst
eisini
var
spælstýrandi
fyrstu løtua av seinna hálv
leiki, so var Barcelona nógv
betri við nú. Teir skaptu
onkrar
møguleikar,
og
Ronaldinho var sera tætt
við sjey minuttir inn í
seinna hálvleik, tá hann
hevði eitt skot á tvørtræið.
Steven Gerrard hevði eisini
ein stóran møguleika at
leggja Liverpool á odda, tá
hann bleiv rættiliga fríur
frammanfyri málið, men
hann misnýtti stóra møgu
leikan.
Í staðin fyri eina leiðslu
til Liverpool, so vóru tað
gestirnir úr Barcelona, sum
skaptu veruligan spenning í
dystin
móti
endanum.
Íslendingurin, Eidur Gud
johnsen, bleiv spældur leys
ar við Liverpool-málverj
anum, og hann sveik ikki
álitið. Hann rak fram við
Reyna og legði bóltin í tað
tóma málið, og so var 1-0
til Barcelona, men teir
máttu skora enn einaferð,
um teir skuldu víðari í
kappingini.
Síðstu løtuna av dystinum
royndi Barcelona at trýsta,
men hetta gav ikki nakað
úrslit fyri varandi meistara
liðið. Liverpool helt høvdið
kalt síðstu løtuna, og sein
asta møguleikan í dystinum
fekk Peter Crouch, men í
góðari støðu sendi hann
bóltin væl upp um málið
hjá Barcelona.
Endaliga støðan gjørdist
1-0 til Barcelona, men
sjálvt um Barcelona vann
dystin, so er tað tó Liver
pool, sum er víðari í kapp
ingini uppá flest skotin mál
á útivølli. Sostatt er greitt,
at Barcelona ikki fer at
endurvinna
Champions
League.
Mourinho
sendi
Porto út
Mourinho og
hansara menn í
Chelsea sendu í
gjárkvøldið gamla
felagið hjá
Mourinho, Porto,
úr Champions
League-kappingini
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Seinna áttandeilsfinal
an millum Chelsea og
gamla
felagið
hjá
Mourinho, Porto, var á
skránni í gjárkvøldið.
Fyrri dysturin endaði
0-0, og tí var alt opið
undan seinna dystin
um.
Gestirnir úr Portugal
fingu eina góða byrjan
uppá
dystin,
tá
Quaresma legði teir á
odda eitt korter inn í
dystin. Leiðslan helt
sær til nakað út í seinna
hálvleik, tá Robben
javnaði fyri Chelsea
við einum merkisverd
um máli. 10 minuttir
fyri leiklok tryggjaði
Chelsea sær sigurin , tá
Ballack legði teir á
odda 2-1. Hetta gjørdist
eisini endaliga støðan,
og sostatt er Chelsea
klárt til áttandeilsfinal
urnar.
Roma vann
úti á Lyon
Størsta
yvirraskilsi
kom í Fraklandi, har
Roma vitjaði hjá Lyon.
Fyrri dysturin í Rom
var endaður við javn
leiki 0-0, og tí var Lyon
helst favorittur at spæla
seg víðari í kappingini.
Roma vann tó dystin 2-
0 við málum frá Totti
og Mancini í fyrra
hálvleiki, og harvið eru
teir víðari í kappingini.
Í síðsta dystinum tók
Valencia ímóti Inter, og
hesin dysturin endaði
0-0. Við málleysa javn
leikinum er Valencia
víðari í kappingini.
Champions League:
Liverpool sendi meistararnar út
Úrslit í Champions League
Liverpool – Barcelona 0-1
Chelsea – Porto 2-1
Valencia – Inter 0-0
Lyon – Roma 0-2
Gleðin var stór hjá Liverpool-spælarunum, tá teir vunnu samanlagt á Barcelona í Champions League. Her fegnast Dirk Kuyt og
John Arne Riise eftir dystin.