Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 47 - 7. mars 2007 ] Tey yngru sluppu rættiliga at royna seg í flogbólti farna vikuskiftið, tá FM var á skránni fyri yngru deildirnar. Her gjørdist TB heilt stóri vinnarin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Farna vikuskiftið var stórt flogbóltstiltak á skránni, tá yng­ru deildirnar skuldu kapp­ast um før­oya­meis­ta­ra­ heit­ið. Innleiðandi bólkarnir bli­vu spældir í Gund­a­dals­ høll­ini, Hoyvíkshøllini og høll­ini í Kollafirði tíðliga leyg­ar­dag­in, meðan fin­al­u­r­ nar hjá teimum yngstu vóru á skránni seinni leyg­ar­dag­ in. Sunnudagin var so stórt finalutiltak í Hoyvíkshøllini, tá finalurnar hjá teimum 14 ára gomlu og hjá ung­ling­un­ um vóru á skránni. Hesir dyst­ir blivu spældir á tara­ flex-gólvinum hjá Flog­ bólts­sam­band­inum, og tí var hetta helst ein heilt ser­ lig løtu hjá teimum, sum ikki hava roynt at spælt á slík­um gólvi áður. TB vann alt Kappingin hjá teimum yngs­ tu gentunum, gentum 10, var ikki á skránni hetta viku­ skift­ið, og tí vóru tað bert trígg­ir gentualdursbólkur, sum kappaðust farna viku­ skift­ið. Kappingin hjá gentum 12 var tann einasta gen­tu­kapp­ ing­in, sum bleiv avgjørd leyg­ar­dag­in- Her var slett ein­gin ivi um, hvat var tað sterk­as­ta felagið. TB hevur víst í onkrari kapping fyrr í ár, at tað eigur nógvar góðar spæl­ar­ar í hesum ald­urs­ bólk­in­um, og aftur hesaferð vís­ti felagið av Tvøroyri, at tað er einaráðandi í hesum ald­ri. TB fór nevniliga av­stað við øllum heið­ur­s­ merk­ju­num, og í finaluni møtt­ust TB a og TB b. Hen­ da dystin vann TB a, og so­statt fóru tær avstað við gul­l­heið­ur­s­merk­jun­um. Silv­ur fór til TB b, meðan TB c vann bron­su­heið­urs­ merk­ini. Eitt sera flott úrslit av TB í hesum aldri. Dráttur og TB sigraðu hjá dreingjunum Hjá dreingjunum blivu tvær kapp­ing­ar avgjørdar leyg­ar­ dag­in, og hetta vóru sjálv­ sagt kappingarnar í teimum yngstu aldursbólkunum, drein­gir 10 ár og dreingir 12 ár. Hjá teimum 10 ára gomlu vís­tu vágafeløgini seg at ve­r­a sterkast. Dráttur er ser­ li­ga kent fyri flogbóltin á kvin­nu­síð­uni, men teir yngs­ tu dreingirnir hjá felagnum du­ga eisini. Teir megnaðu nevn­i­li­ga at spæla seg í fin­ al­una, og her var mót­støð­u­ lið­ið hitt vágaliðið, SÍ. Drátt­ur dró longra stráið í hes­um dystinum, og sostatt vun­nu teir gull frammanfyri SÍ, sum fekk silvur. Bronsu­ heið­urs­merk­ini fóru til Fleyr a. TB er ikki bara væl fyri hjá teimum 12 ára gomlu gen­tu­num, tí dreingirnir vís­ tu leygardagin, at dugur ei­si­ni er í teimum. Teir ko­mu allan vegin til fin­alu­ na, har mótstøðuliðið var Mjøl­n­ir úr Klaksvík. Her vís­ti TB seg at vera tað sterk­ara liðið, og sostatt trygg­jaði TB sær sítt næsta gull­heið­urs­merki við sig­ri­ num hjá dreingjum 12. Mjøl­n­ir fekk silv­ur­heið­urs­ mer­ki, meðan bronsu­heið­ urs­merk­ini fóru til Sør­ vágs. Stórt finalutiltak Sunnudagin kom so dag­ur­ in, tá ið stóra finalutiltaki var á skránni í Hoy­víks­høll­ ini. Her skuldu fýra fin­alu­ dyst­ir spælast, og tað, sum var sera spennandi hjá leik­ ar­un­um og helst eisini eitt sind­ur øðrvísi, var, at teir skul­du spæla finaludystirnar á taraflex-gólvinum hjá Flog­bólts­sam­band­inum. Magn­us Tausen, formaður í flog­bólts­sam­band­inum lat væl at finaludegnum. - Sunnudagurin eydnaðist sera væl. Vit byrjaðu tíðliga á morgni við finaluni hjá dreing­jum 14 ár, og tá vóru ikki so nógvir áskoðarar, tí het­ta var jú tíðliga uppá dag­ in. Seinni um dagin vóru nógv­ir áskoðarar til dyst­ir­ nar, og serliga gott lív var í til finalurnar hjá gentum 14 og kvinnuunglingum. Magnus helt eisini, at spæl­ar­ar vóru glaðir fyri at spæ­la á taraflexgólvinum. - Eg eri heilt vísur í, at spæl­ar­ar­nir vóru glaðir fyri at spæla á taraflex-gólv­in­ um. Hetta er ein øðrvísi upp­liv­ing hjá teimum yngru leik­ar­un­um, sum teir virk­i­li­ ga síggja fram til. Flogbóltssambandið hevði eisini syrgt fyri, at góð­ir dómarar vóru til fin­ alu­dyst­ir­n­ar, og m.a. dømdi okk­ara altjóða dómari, Jan Hent­ze, tvær tær fyrstu fin­ al­ur­nar. TB fekk triðja gullið Fyrsti dysturin, sum var á skrán­ni sunnudagin, var fin­ al­an hjá dreingjum 14 ár. Slagsmál í Valencia Tað er synd at siga, at dysturin millum Valencia og Inter var eitt stórt fótbóltsupplivilsi. Men dramatikkurin, sum manglaði í sjálvum dystinum, hann kom so sanniliga til sjóndar eftir dystin. Her bleiv eitt stórt slagsmál mitt á vøllinum, og hetta endaði við, at útskiftarin hjá Valencia, David Navarro, kom rennandi inn á vøllin og breyt nøsini hjá Nicolas Burdisso. Slagsmálið helt fram í eina góða løtu, bæði á vøllinum og eftir at spælararnir vóru farnir av vøllinum. Bæði feløgini kunnu vænta sær bøtur og leikbann, tá UEFA hevur sæð upptøkurnar. Celtic-áskoðari doyði Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið doyði ein Celtic- áskoðari undan seinnu áttandeilsfinaluni í Champions League ímillum AC Milan og Celtic. Maðurin skuldi fara yvir um vegin í italska stórbýnum Milano, tá hann bleiv yvirkoyrdur av einum taxabili. Hetta sigur bretska konsulatið í Milano. Sum skilst, so var talan um ein 37 ára gamlan skota. Annars endaði fyrri dysturin millum Celtic og Milan 0-0, og tí er dysturin púra opin undan seinnu áttandeilsfinaluni. Dreingir 10: Dráttur SÍ Fleyr a Dreingir 12: TB Mjølnir SÍ Dreingir 14: TB ÍF TBb Mansunglingar: SÍ Nøvan Mjølnir VINNARAR DREINGIR Mjølnir vann kappingini hjá kvinnuunglingum. Tær vunnu finaluna ímót TB fór avstað við øllum hjá gentum 12 ár. TB a og TB b møttust í finaluni, og her fór a-liðið avstað við gullinum. Eisini bronsan endaði á Tvøroyri, tí TB c vann nevniliga bronsuheiðursmerki. Gentur 12: TBa TBb TBc Gentur 14: Fleyr KÍF Mjølnir Kvinnuunglingar: Mjølnir SÍ Dráttur VINNARAR GENTUR TB gjørdist stóri