Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 47 - 7. mars 2007 ] Her skuldi TB a spæla ímóti ÍF, og hetta gjørdist ein spen­nan­di dystur. Munurin á liðunum var ikki tann stó­ ri, men hetta var bara kapp­ ing­in hjá TB. TB a megnaði nevniliga at basa dreingjunum úr Fug­ la­fir­ði, og sostatt vann TB sítt triðja gullheiðursmerki í FM, meðan ÍF mátti taka til takkar við einum silv­ur­ heið­urs­merki. Gullheiðursmerki var tó ikki einasta heiðursmerki, sum TB tryggjaði sær í hes­ um aldursbólkinum. Leyg­ ar­dag­­in hevði b-liðið hjá TB nevniliga vunnið bron­ su, og tí var hetta ein sera góð kapping fyri 14 ára gom­lu dreingirnar av Tvør­ oy­ri. Fleyr vann hjá gentum 14 Fleyr hevur víst stóra styrki hjá gentum 14 ár í ár. Tær ha­va vunnið bæði FK-kapp­ ing­ini, Mjølnir-kappingina og Dráttur-kappingina í ár, og tí vóru tær eisini fav­o­ritt­ ar at vinna før­oya­meis­ta­ra­ heit­ið farna vikuskiftið. Leyg­ar­dag­in megnaði Fleyr ei­si­ni at spæla seg fram til fin­al­una, og her var mót­ støðu­lið­ið KÍF úr Kolla­ firði. Nógvir áskoðarar høvdu leit­að sær til henda dystin, men spenningurin bleiv ik­ki tann heilt stóri. Fleyr var betra liðið allan vegin, og tær vunnu eisini ein rætt­ i­li­ga tryggan sigur. Sostatt fekk Fleyr sítt fyrsta gull­ heið­urs­mer­ki í hesi kapp­ ing­ini, meðan KÍF fekk silv­ ur. Á triðja plássi endaði Mjøl­nir. Mjølnir og SÍ vunnu ung­ling­arnar Kappingarnar hjá kvin­nu­ ung­ling­un­um hava verið se­ra spennandi í ár. Í teim­ um trimum kappingunum, sum hava verið á skránni und­an FM, høvdu trý ymisk lið vunnið tær. KÍF vann FK-kappingina, SÍ vann Mjøl­n­ir-kappingina, meðan Mjøln­ir vann Dráttur-kapp­ ing­ina. Tí kundi hugsast, at FM fór at gerast sera spen­ nan­di hjá kvin­nu­ung­ling­ um. Leygardagin gjørdist greitt, at Mjølnir og SÍ møtt­ ust í finaluni, og hesin dyst­ ur­in gjørdist rættiliga spen­ na­n­di. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, men á degnum vísti Mjølnir seg at vera sterkara liðið. Tær vun­nu finaludystin, og so­statt tryggjaðu tær sær gull­heið­urs­merk­ini, meðan SÍ fekk silvur. Dráttur end­ aði á triðja plássi. Hjá mansunglingunum hev­ur SÍ verið sterkasta lið­ ið í ár. Fleiri av mans­ung­ ling­un­um hjá SÍ eru eisini við til at manna best liðið, og tí vóru teir favorittar und­ an kappingini. Nøvan hevur tó eisini vunnið onkra kapp­ ing í ár, og tað vóru júst hesi bæði liðini, sum møtt­ ust í finaluni. Enn einaferð vísti SÍ seg tó at vera betra liðið, og teir vun­nu finaludystin ímóti Nøv­uni. Sostatt vann SÍ sítt fyrs­ta gullheiðursmerki í FM, meðan Nøvan fekk sítt ein­as­ta heiðursmerki við silv­ur­krún­un­um í mans­ung­ ling­um. Á triðja plássi en­da­ ði Mjølnir. Eftir FM kann bert sigast, at kappingin eydnaðist sera væl. Bæði innleiðandi um­før­ini og finalurnar vístu seg at ganga væl, og stóri vinn­ar­in í FM hesaferð bleiv TB av Tvøroyri. Stórfeløg eftir Schmeichel Sonurin hjá fyrrverandi danska landsliðsmálverjanum, Peter Schmeichel, er blivin eitt heitt navn fyri stórfeløg í Evropa. Kasper Schmeichel er knýttur at Manchester City, men í løtuni er hann leigaður út til Falkirk í bestu skotsku deildini. Tað hevur gingið so væl hjá Schmeichel í Falkirk, at fleiri stórfeløg hava fingið eyguni upp fyri unga málmanninum. Serliga skotska stórfelagið, Glasgow Rangers, tykist hava stóran áhuga fyri unga dananum. Teirra málmaður, Stefan Klos, er komin væl upp í aldurin, og tí leitar Rangers eftir einum málmanni, sum kann taka yvir eftir Klos, og her stendir Schmeichel ovarlaga á listanum. Bjørg klár til Oyggjaleikirnar Vit skrivaðu í blaðnum í gjár, at tveir svimjarar høvdu klárað kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar, tá svimjistevna var í Klaksvík næstsíðsta vikuskiftið. Hetta er ikki heilt rætt, tí tað vóru heili tríggir svimjarar, sum kláraðu kravtíðirnar á føstulávintsstavnuni í Klaksvík. 15 ára gamla Bjørg Seloy úr Havnar Svimjifelag kláraði eisini kravtíðina til Oyggjaleikirnar á teinunum 50 metra ryggsvimjing. Hon kom á mál í tíðini 31,88 sekund, og sostatt er hon eisini klár at fara til Rhodos í summar. i SÍ. Á triðja plássi endaði Dráttur. SÍ hevur verið sterkasta liðið hjá mansunglingum í ár, og teir vunnu eisini FM um vikuskiftið. Nøvan endaði á øðrum plássi, meðan Mjølnir endaði nummar trý. TB 3 gull 1 silvur 2 bronsu SÍ 1 gull 2 silvur 1 bronsu Mjølnir 1 gull 1 silvur 2 bronsu Fleyr 1 gull 1 bronsu Dráttur 1 gull 1 bronsu KÍF 1 silvur ÍF 1 silvur Nøvan 1 silvur Heiðursmerkjabýti: vinnarin