mikudagur 7. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 47 - 7. mars 2007
tíðindi
Av tí at okkara dugnaligi lønarumsitari
hevur sagt upp og fer í annað starv,
verður hervið søkt eftir lønarumsitara/
skrivstovufólki til Fíggjardeildina á
Strandfaraskipum Landsins.
Starvið
Tann, sum settur verður, skal tryggja eina
effekt iva umsiting av lønarútreiðslunum
og skrá setingum á Strandfaraskipum
Landsins.
Høvuðsuppgávurnar eru:
• Skráseting og avstemman av
tímaseðlum o.l.
• Viðlíkahald av starvsfólkadátabasu
• Umsiting av sáttmálum við fakfeløg
• Samstarv og samskifti við:
Starvsfólk og deildarleiðarar á fyritøkuni
Fakfeløgini
Fíggjarmálaráðið/Lønardeildina
• Útgjalding av lønum o.ø.
• Tryggja at lønarútreiðslurnar verða
skrásettar á rætt endamál og stað
• Uppseting av lønarhagtølum
• Inntøpping og bóking av
bókhaldsskjølum
• Avstemming av bankakonti
• Avgreiða fyrispurningar frá kundum
Annar týðandi partur av starvinum er at
samstarva við Starvsfólkadeildina um at
loysa felags uppgávur.
Førleikakrøv
• Skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Kunnleiki og royndir í Navision
fíggjarstýringsskipanini og Løtt Løn
• Kunnleiki og royndir í Microsoft Offi ce
forritunum
• Góð evni at orða seg bæði skrivliga og
munnliga
• Góðan røkjuskap
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sátt mála
millum Fíggarmálaráðið og Starvs manna-
felagið, og verður lønt í lønarfl okki 4.
Arbeiðsstaðurin er í løtuni Yviri við Strond
4 í Tórshavn. Frá 1. januar 2008 er
arbeiðsstaðurin á Tvøroyri.
Uppgávurnar hjá Fíggjardeildini
Høvuðsuppgávan hjá Fíggjardeildini er at
veita leiðsluni í fyri tøkuni eina úrslitagóða
búskaparfyrisiting, herundir sam skipa,
viðlíkahalda og menna búskapar stýring-
ina hjá fyritøkuni.
Aðrar høvuðs uppgávur eru:
• Fyriskiping av roknskaparverkinum
• Uppseting av fíggjarætlanunum
• Roknskaparlig skráseting
• Roknskaparframløga
• Játtanareftirlit
• Lønarfyrisiting
Umsóknir
Umsókn við próvskjølum og møguligum
viðmælum skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Stílað: Starvsfólkadeildin
Postrúm 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta
lagi hósdagin 15. mars 2007 kl. 12.00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú
ringja til Jógvan Rubeksen, fíggjarleiðara,
á tlf. 343021 ella t-post: jor@ssl.fo
sansir.fo
Starv sum
lønarumsitari
Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, og hevur sum
endamál at nøkta landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Strandferðslan umsitur
29 farleiðir (7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir). Talið á fl utningsførum er 8 ferjur og 40 bussar.
Samlaða talið av starvsfólkum svarar til 120 ársverk.
Av tí at okkara dugnaligi
skipsinspektørur hevur valt at fara í
annað starv, verður hervið søkt eftur
nýggjum skipsinspektøri at byrja sum
skjótast.
Ert tú neyvur og álítandi? Hevur tú fokus
á útreiðslur, trygd og umhvørvi? Trívist tú
við at hava nógv at gera?
Strandfaraskip Landsins sóknast eftir
einum skipsinspektøri at byrja sum
skjótast.
Tú kemur at arbeiða á rakstrardeildini, ið
hevur ábyrgdina av rakstrinum av øllum
skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Starvið
Skipsinspektørurin stendur fyri
umsjónini og eftirlitinum við skipunum
hjá Strandfaraskipum Landsins. Tú
skalt samskipa, leggja til rættis og
fylgja viðlíkahaldi av skipum, skipa fyri
umvælingum og seta skip í dokk.
Skipsinspektørurin tekur sær av teknisku
ráðgevingini til skipsleiðsluna, og hann
skal syrgja fyri, at formligu ásetingarnar,
trygdarútgerð og siglingarloyvi eru í lagi.
Umsøkjarin
Tú ert útbúgvin markinsverkfrøðingur ella
hevur í minsta lagi 3 ára útbúgving sum
maskinmeistari, og tú hevur kunnleika til
viðlíkahaldsskipanir og royndir við skipa-
rakstri. Vit leggja dent á, at tú hevur fokus
á rakstrarútreiðslur, trygd og umhvørvi.
Vit rokna við, at tú dugir at brúka tekst-
viðgerð, rokniark og dátabasu, og tað
er ein fyritreyt, at tú hevur góð evni at
orða teg bæði skrivliga og munnliga á
føroyskum og enskum. Vit vænta, at tú ert
lættur at samstarva við, tolir broytingar
og ert vanur at hava nógv um oyruni
samstundis.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og
ábyrgd arfult starv, har góður møguleiki
er fyri menning. Vit hava eitt gott arb eiðs-
umhvørvi við samstarvssinnaðum
starvsfelagum, og arbeiðsdagurin er
mangan fjølbroyttur. Lønar- og set anar-
viðurskiftini verða skipað sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og av varð-
andi yrkisfelag.
Arbeiðsstaður
Arbeiðstaðurin verður í Tórshavn til uml.
ársskifti, har síðan arbeiðsstaðurin veður
á Tvøroyri.
Setan og umsókn
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Tú fært meira at vita við at seta
teg í samband við Regin Vágadal,
rakstrarleiðara, tel 34 30 00 / 543041 ella
t-post rev@ssl.fo
Umsókn við próvskjølum og møguliga
viðmælum verður í seinasta lagi 15. mars
at senda til:
Strandfaraskip Landsins
Att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
ella send ein t-post til pah@ssl.fo
sansir.fo
Starv sum
skipsinspektør
Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, og hevur sum
endamál at nøkta landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Strandferðslan umsitur
29 farleiðir (7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir). Talið á fl utningsførum er 8 ferjur og 40 bussar.
Samlaða talið av starvsfólkum svarar til 120 ársverk.
Poul Michelsen løg
tingsmaður Fólka
floks ins í Suður
streymoy leggur Land
stýrið undir at hava
lumpað Løgtingi und
ir viðgerðini av Fígg
jarlógini fyri 2007.
Politikkur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í lesarabrævi í dag skrivar
Poul Michelsen, at tað var
eitt mistak, tá hann atkvøddi
fyri
fíggjarlógini
2007,
men:
“Eg vil tó ikki taka størri
ábyrgd av mistakinum, enn
eg veruliga havi. Eg havi
verið í iva, um landsstýrið
veruliga lumpaði orðingina
um sendistovuna inn í við
merkingarnar til fíggjarlóg
ina, men eftir at hava lisið
Bjarna Djurholm, eri eg
sannførdur um, at hetta
veruliga var so.”
Hann vísir á, at viðmerk
ingarnar um sendistovuna
ikki vóru í viðmerkingunum
til fíggjarlógina, við 1. við
gerð í oktober, og at tá fígg
jarnevndin legði fíggjarlóg
aruppskot ið fyri tinginum
19. desember, høvdu hvørki
fíggjarnevndarlimir
ella
tinglimir stundir at lesa all
an tekst, og tí varð bert tal
tilfarið gjøgnumgingið.
Poul Michelsen staðfest
ur:
“Fíggjarlógin fyri 2007
varð samtykt í einum ruðu
leika av rossahandlum, og
tá uppskotið, seint á kvøldi
tann 21. december, bleiv
samtykt, vóru tað bert fáir,
sum vistu av láturligu sendi
stovutekstin. Løgmaður og
Djurholm vóru so tveir av
hesum.
Tað er tí ov bíligt av teim
um at goyma seg aftan fyri
tær 32 atkvøðurnar í tingin
um, sum bert hava samtykt
taltilfarið. Her er ikki farið
rætt fram.”
Poul Michelsen sigur seg
ikki vilja hava ábyrgd av
skommini, og at hann fyri
at rætta mistakið hevur lagt
uppskot ið fram um, at vit í
Íslandi bert skulu flagga
við føroyskum flaggi.
Hann sigur somuleiðis, at
fyri hann er púra greitt, at
sendistovuætlanin hjá løg
manni beinleiðis skaðar
samvinnuna landanna mill
um.
Landstýrið lumpaði Løgtingið