mikudagur 7. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 47 - 7. mars 2007
Einskiljingin av Føroya
Banka er nú kunngjørd at
fara fram í ár.
Fíggingargrunnurin og
Føroya Banki hava bæði í
útlendskum og føroyskum
fjølmiðlum latið ljóðað, at
í ár verða tveir triðingar av
partabrøvum felagsins til
sølu. Ikki allur bankin í
einum gloypibita, men í
minsta lagi í tveimum
umførum
TINGHELLA
Hermann Oskarsson
Men hvussu skal sølan fara
fram? Hví er akkurát hesin
leisturin valdur? Hevði hetta
kunnað frarið fram á annan hátt?
Hvør fer at fáa part í virðinum?
Hvussu verður selt?
Tilgongdin hevur verið tann,
at tríggjar ráðgevarafyritøkur í
2004 skrivaðu eina frágreiðing
um einskiljingarmálið,
sum var grundarlagið undir
Løgtingssamtyktini í 2006. Nú
hevur so Fíggingargrunnurin,
saman við leiðslu bankans,
kunngjørt hvussu farið verður
fram.
Sum eg havi skilt málið, er
hetta í stuttum tað, sum partarnir
hava sett sær fyri at gera:
§ Avgjørt er, at Føroya banki
skal ikki seljast til ein einstakan
“strategiskan íleggjara” – t.d. ein
íslendskan, danskan ella norskan
banka – og hetta er orsøkin til, at
søluhátturin verður hesin:
§ Í fyrsta umfari verða seld 66
prosent av partapeninginum
§ Ongin fær meira enn
10 prosent av atkøvðunum,
uttan mun til hvussu nógvan
partapening tey fáa hendur á
§ Fíggingargrunnurin velur
sjálvur hvørjum hann fer at selja
partabrøv – og hvussu mong
partabrøv verða til hvønn
§ Fíggingargrunnurin kunnger
longu nú, at hann um nøkur fá ár
fer at sleppa sær av við seinasta
triðingin av partabrøvunum
Hvussu sær marknaðurin út?
Tað er ikki á hvørjum ári at
bankar eru til sølu í Føroyum. Og
bankavinna her heima hevur altíð
verið eitt serligt slag av virksemi
– annaðleiðis enn trolaradrift
og handilsvinna – tí á so lítlum
marknað, sum tí føroyska, fær
fíggingarfyritøkan avbera stóra
makt. Bankarnir hava tí so at
siga sveimað einastaðni millum
vanliga vinnumarknaðin og
politisku maktina. Søgan sigur
okkum eisini, at avgerðir bankans
hava ikki altíð verið greitt
vinnuligar, men hava í avgerandi
førum verið búskaparpolitiskar
ella tjóðarpolitiskar.
At Føroya Banki er til sølu, eru
tí risatíðindi.
At bankin verður seldur
akkurát í 2007, hevur eisini
týdning. Varð bankin seldur fyri
fimm árum síðan, hevði støðan
eisini verið annarleiðis, tí tá
høvdu tað verið fáir føroyskir
keyparar, sum áttu so frægt at
pengum, at teir taldust millum
nóg sterku keypararnar. Ein heilt
fittur partur av tí stóra privata
kapitalinum var tá bundin í
fiskiskip og virki, sum í dag
er fluttur í fíggjargrunnar, sum
eru til reiðar at fara í holt við
annað virksemi enn fiskiskap og
fiskaframleiðslu.
Pengagrunnarnir eru ungir,
men hava rættuliga einsljóðandi
søgu. At fíggjargrunnarnir eru
ríkir, stendst fyrst og fremst av,
at teir hava fingið almenna fæið
ókeypis við sær, tá teir góvust í tí
vinnu, teir frammanundan vóru
í. Bæði ókeypis fiskikvotur og
studningar av ymsum slag.
Bankavinna er lukrativ vinna
tá marknaðurin er so lítil, at lítil
og eingin kapping er. Soleiðis var
støðan í nógv ár og er partvíst
soleiðis enn, hóast ein ávís
kapping um vinnufígging hevur
verið at hóma seinastu árini, eftir
at Kaupthing kom á marknaðin.
Men tað kravdist ein ávísur
Søren Bruhn, sparikassastjórin í
Suðuroyar lítla sparikassa, til at
seta hol á kappingina um privatu
kundarnar.
Serføroyskt ella globaliserað?
Tað almenna, sum gjøgnum
Fíggingargrunnin eigur Føroya
Banka, kann fyriskipa søluna
á so ymsan hátt, alt eftir hvørji
endamál, man setur sær fyri við
søluni. Óiva eru fleiri atlit at taka
í málinum, men her eru serliga
tvinni atlit at taka., sum kortini
hava ávirkan hvørt á annað.
Fyrru atlitini eru, um seljarin
vil hava sum mest fyri ognina,
sum seld verður. Vil eigarin tað,
so skal sølan leggjast soleiðis
til rættis, at hetta málið verður
rokkið. Í hesum førinum hevði
tilráðingin verið at selt allan
bankan sum hann er, uttan at
avmarka keyparaskaran, og
latið útlendskar bankar sloppið
at kappbjóða um søluvøruna:
Føroya Banka.
Hini atlitini snúgva seg um
tey árin, sum sølan fer at hava
á framtíðar bankarakstur og
fíggingarmarknað í landinum.
Verður bankin seldur allur sum
hann er, er mest sannlíkt, at
tað verður onkur útlendskur
banki, sum keypir bankan.
Gerst Føroya Banki partur
av einum íslendskum, dons
kum ella norskum bank
asamtaki, so broytir tað
púrasta fíggingarmarknaðin
og kappingastøðuna hjá
hinum pengastovnunum á
marknaðinum.
Hetta man hava tókst
politikarunum sum siglingin
millum tær báðar Skylla og
Karybdis. Sum mest av pengum
fyri bankan, afturfyri at lata
stórkapitalin sleppa fram at. Ella
minni fyri bankan fyri at sleppa
undan útlendskum bankakapitali.
Ongin orsøk er til at spæla
myrkaspæl, so vit mugu nokk
eisini rokna ein annan faktor
við í myndina, og tað er tætta
sambandið, sum altíð hevur
verið millum politikarar og
ríkar pengaeigarar í landinum.
Tað er ongin ivi um, at teir
– eftir føroyskum máti – sterku
pengagrunnarnir, sum hava
sæð dagsins ljós hesi seinastu
árini við “fólksins ogn” sum
jarðamóðir, antin so ella so
mundu spæla ein ávísan leiklut,
nú sølutilgongdin er løgd til
rættis.
Endaliga uppskriftin, sum er
eitt samankók av politiskum,
fakligum og vinnuligum
avgerðum, gjørdist so tann, at
selja bankan í minst tveimum
umførum, við avmarkingum
mótvegis “strategiskum
íleggjarum” – t.v.s. útlenskum
bankum – og við fyrimuni til
fíggjargrunnar. Keypararnir
sleppa so at bjóða frítt, men
seljarin tilskilar sær rætt at velja
sær teir burtur úr skaranum, sum
honum hóvar.
Hetta er samstundis eitt val
um at forða sum longst fyri, at
føroysk fíggingarvinnað verður
fult og heilt integrerað við
fíggingarmarknaðirnar kring
okkum. Ein stuttlig avgerð, nú
visjónsbólkar hjá sama landsstýri
mæla til luttøku í globaliseringini
og somu politikarar valla gloppa
varrarnar uttan at “alheimsgerð”
ella “globalisering” rullar av
tunguni.
Men avgerðin fer at seinka
hesi integrasjón í Norðurlond,
í Evropa og heimin allan sum
hann er. Tað ber kortini ikki
til at steðga gongdini, men at
seinka hesi tilgongd - tað tykist
vera fremsta endamálið hjá
seljaranum. Endamálið tykist
vera at varðveita gyrðingarnar
kring føroyska fíggjarmarknaðin
sum eina verju móti integrasjón
við stórar útlendskar
fíggjarmarknaðir.
Hjartaleyst og óføroyskt
Brúkarin – tað eru vit borgarar
og vinnulívið – hava kortini ein
heilt annan tørv. Tað er at fáa
so bíliga fígging sum gjørligt
av tí virksemi, sum vit hava sett
okkum fyri. Um tað er at byggja
hús, fíggja onnur keyp ella at
fíggja vinnurakstur og gera
realar íløgur. Haraftrat ynskja vit
so stórt avkast sum gjørligt av
sparingini – um tað so er sparing
til ellisár ella tað er fíggjarlig
íløga av øðrum slag.
Sum partaeigarar í fæ Føroya
Banka ynskja vit, at fáa sum
mest fyri bankan, so at almenna
skuldin kann gjaldast aftur,
ella at tað almenna fær ráð til
átroðkandi íløgur.
Men serligi søluhátturin,
sum nú er fyriskipaður,
gongur hvørgum av hesum
brúkaraynskjum á møti. Heldur
tvørturímóti. At varðveita
serføroyskt bankakynstur hava
vit ikki serliga góðar royndir
av, og føroyski brúkarin hevur
stóran áhuga at fáa part í
teimum tilboðum, sum útlendski
fíggjarheimurin hevur at bjóða.
At varðveita, ella kanska
heldur endurreisa, alt ov tætta
sambandið millum føroyska
vinnukapitalin og Føroya Banka,
er váðaverk. Í søgu bankans
liggur slóðin eftir tveimum
óhugnaligum kreppum, sum
báðar hava røtur í serliga
institusjonella trúlovilsinum
millum bankakapital, vinnulív
og politikk. Tað rýkur enn út
toftunum.
Eg veit væl, at ræðumyndin,
sum politikarar og vinnulívsfólk
mana fram, er hon, at ein
“strategiskur íleggjari” fer at
vera ein kynisk forrætning.
Hjartaleys og óføroysk. Men
eg fari tvørturímóti at siga,
at tað er henni, vit hava brúk
fyri. Eina fulla liberalisering
av fíggjarmarknaðinum og
integrasjón við umheimin. Ein so
óføroyskan banka, sum til ber.
Hvørji eru motivini?
Sjálvandi skal man ikki
bara illneitast, men vit mugu
forvænta at fáa sakligar og
haldgóðar grundir fyri at sølan
skal fara fram á hendan hátt
– partvís og kontrollerað søla til
fíggingargrunnar, sum ikki hava
strategisk endamál.
Tað má grundgevast fyri,
hví vinnupolitisk atlit skulu
skarva av tí inntøku, sum føroya
fólk fær av bankanum. Tað má
grundgevast væl og virðiliga fyri,
hví tað er so umráðandi, at halda
útlendskar bankar burtur frá
føroyska fíggingarmarknaðinum.
Tað er ikki haldbart at spæla, at
Fíggingargrunnurin eigur bankan
og at Løgting og Landsstýri,
fólksins vegna, ikki hava eitt
avgerandi orð at siga í hesum
máli. Fíggingargrunnurin er
ein teknisk konstruksjón, sum
er skipað, fyri at halda dagligu
avgerðirnar av vinnuligum slag,
burtur av fundarborðinum í
Tinganesi. Løgtingssamtyktin
um søluna av bankanum eru
boðini frá sanna eigaranum
til tekniska umsitaran, sum er
Fíggingargrunnurin.
Aftan fyri avgerðina tykist
standa ein sprøklutur skari,
hvør við sínum áhugamálum.
Ein partur eru politikarar við
misfataðum tjóðskaparligum
marknaðaratlitum. Ein annar
partur eru teir politikarar, sum
vildu ynskt at globalisering
fekkst í lag uttan at bjóða
stórkapitalinum til Føroya. Ein
triði partur eru teir føroysku
fíggjargrunnarnir, sum hóma eina
lukrativa íløgu. Ein fjórði partur
vil bara hava bankan einskildan,
uttan mun til hvussu tað fer fram.
Fíggingargrunnurin sjálvur tykist
miða eftir sama máli, sum hesin
ymiskliga litti skari.
Fer ætlanin at eydnast?
Sjálv sølan av hesum
Varðveitsla av føroyskum ba