mikudagur 7. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 47 - 7. mars 2007
tveimum triðingunum av
partapengunum, er kortini bara
fyrsta stigið í tilgongdini. Skal
eftirfylgjandi gongdin stuðla
upp undir somu strategi, so
má Fíggingargrunnurin royna
at tryggja sær, at eigaraskarin
framvegis verður so smábýttur
sum gjørligt, tá síðsti triðingurin
verður seldur. Men valla ber til
í nógv ár aftrat at forða fyri, at
partaeigararnir verða freistaðir
til at selja ognarrættin til onkran
av útlendsku bankunum, sum
kanska framvegis verða áhugaðir.
Er tann sølukursurin tá
munandi hægri, enn úrvaldi
skarin keypti partabrøvini fyri,
hevur Landsstýrið avhendað
bankan ov bíliga í fyrru søluni.
Verður sølukursurin lægri
ella tann sami, er ætlanin
um at varðveita føroyskt
bankakynstur miseydnað, og tá
er ætlanin púrasta óneyðug og
eisini miseydnað, tí tá verður
fíggjarmarknaðurin integreraður
við umheimin kortini.
Einasta væleydnaða úrslitið
verður, um tað í rættuliga nógv
ár eydnast at halda útlendskar
bankar burtur av føroyska
fíggjarmarknaðinum og
varðveita bankan í hondunum
fíggjargrunnunum. Og so má
man spyrja – er tað ætlanin?
Hví ræðast strategiskar
íleggjarar?
Varð bankin boðin heilur til
sølu, hevði kanska Danske Bank
ella íslendski Landsbankin farið
við sigrinum og bankin hevði
tá verðið dótturfelag teirra í
Føroyum. Menningardeild,
roknskapardeild, KT
deild, fyristøða annars og
servitanardeildirnar høvdu verið
minni ella høvdu als ikki verið í
Føroyum. Føroyska dótturfelagið
hevði fingið atgongd til allar
sertænasturnar í onkrum
høvuðssæti í Keypmannahavn
ella Reykjavík. Deildin í
Føroyum hevði bara havt
kundarnar at hugsa um, og so
ráðgivið høvuðssætinum um
kappingina við hinar bankarnar í
landinum.
Hetta er eisini orsøkin til, at
stórir útlendskir bankar høvdu
viljað goldið meira fyri bankan,
enn føroyskir fíggjaránarar
orka. Stórrakstrarfyrimunir og
hollur rótfestur kunnleiki til
bankavirksemi seta teir førar fyri
at keypa ognina fyri størri prís,
enn føroyskir fíggjargrunnar
klára.
Meðan hetta kanska ljóðar
skilagott í oyrunum á onkrum,
tykjast politikararnir ikki at
hoyra sama ljóðið. Og tí vilja teir
heldur selja bankan fyri minni
penga – fyri at varðveita bankan
á “føroyskum hondum”. Fyri ikki
at missa serføroyska førleikan í
fíggingarkunsti av hondum.
ankakynstri
SkrivStovufólk
Starvið
Talan eru um starv í avgreiðsluni á Viðarnesi í Havn. Í løtuni er arbeiðsøkið í høvuðsheitum:
• Kundaavgreiðsla, serliga um telefon
• Ordramóttøka og koyriplanlegging
• Upprætta nýggjar avtalur og kundar
• Virka fyri meirsølu av vørum og tænastum hjá Shell
• Bókingar og avstemmingar
• Aðrar umsitingarligar uppgávur
Føroya Shell er í ferð við at umskipa umsitingina. Lyklaorðini í hesum sambandi eru betri og
sterkari kundatænasta og umsiting, har dentur verður lagdur á eitt mennandi og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi og førleikamenning.
Talan er um fulltíðarstarv, men ávísir møguleikar eru at arbeiða niðursetta tíð.
tann, vit leita eftir
Hevur royndir í skrivstovuyrkinum, er fyrikomandi og nærlagdur, hevur lætt við at samskifta og
hevur góð samstarvsevni. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir í kundaavgreiðslu og dugir at
arbeiða við EDV.
vit kunnu bjóða
Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóðingum og møguleikum fyri persónligari
og yrkisligari menning. Talan er eisini um góða løn við eftirlønarskipan í samsvari við útbúgv-
ing og royndir.
Hevur tú hug at vita meiri um hetta starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnni
Poulsen, fíggjarleiðara, á telefon 34 74 00.
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Johnni
Poulsen, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo. Umsóknin má
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 19. mars.
føroya Shell P/f | vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | fo-110 tórshavn | telefon 34 74 00 | fax 34 74 90 | shell@shell.fo
R E P R O Z
Shell sóknast eftir tveimum fólkum til umsitingina
Hugsar tú um eina betri framtíð?
www.shell.fo
AvloySAri fyri StjórASkrivArA
Fyri skrivara okkara verður søkt eftir avloysara, fyribils inntil 31.12.2007.
Starvið
Talan er um áhugavert starv sum skrivari hjá stjóranum. Harumframt eru fleiri sjálvstøðugar
uppgávur at loysa.
tann, vit leita eftir
Hevur royndir við telduarbeiði og dugir at nýta forritini Word og Excel. Góður málkunnleiki,
serliga til føroyskt og enskt, gevur fyrimun. Ástøðilig útbúgving er fyrimunur, men eingin
treyt. Dentur verður lagdur á, at tú hevur áræði, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur royndir
í skrivstovuyrkinum.
vit kunnu bjóða
Góð arbeiðsviðurskifti, góða løn við eftirlønarskipan í samsvari við útbúgving og royndir,
umframt góðar møguleikar fyri persónligari menning.
Hevur tú hug at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hákun
Djurhuus, stjóra, ella Johnni Poulsen, fíggjarleiðara, á telefon 34 74 00.
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Hákun
Djurhuus, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo. Umsóknin má
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 19. mars.