Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 • 28. februar 2007 miðvikan 3 Vit eru komnir til seinast í apríl, og vit mundu ikki hava meira enn 1.000 fisk­­ar tilsamans. So fara vit vest­ur­ um. Hetta hevur verið fyrst í mai. Tað var fínasta veð­ur, og vit fara á ta gomlu leið­ ina, í Víkarálina, og har fingu vit fisk. Sleip við inntøkutapi uttan endurgjald So boðar “Sigurfarið” frá, at teir høvdu mist skrúv­ una og ynskir, at vit skulu sleipa skipið til Reykj­a­ víkar. John hevði siglt við “Sigurfarinum” árið framm­an­undan við Urbanus ­Ol­sen. Vit høvdu mett okkum at hava kunnað fingið eini 14 skippund tann fyrsta dag­in, eftir tí vit fingu fyrra part­in av degnum. Hetta var rok, men vit fara at sigla til Sig­ur­farið, og tað gekk gott at sleipa. Tað gingu 4 døgn, frá tí vit fóru, og inntil vit vóru aftur í Víkarálini, og vit mettu okkum at hava mist eini 40 skippund av hesum sleipi. Vit koma so heim, og tað gekk gott tann túrin. Nú er tað tryggingin fyri veiðutapið av sleipinum, sum greiða mátti fáast á. Dánjal Jákup Vilhelm, sum ar­beiddi á Skipasmiðjuni, fór til stjóran á tryggingina at tosa um hetta her. Men her fekst einki burturúr. Stjór­in segði bert, at tað gamla var at siga takk. Tað var ein dummheit av okkum ikki at lata íslendingar taka “Sigurfarið”, tí tá hevði trygg­ingin ikki sloppið undan at gjalda. Dánjal Jákup Vilhelm segði, at tað nyttaði einki hjá okkum at leggja sak, tá rokn­ast kundi við, at alt fór í sak­ar­kostnaði. Soleiðis gekk tann túrurin. Ein annar túrur á Suðurlandinum Vit fingu so uppí skipið tann túrin eisini. Hetta var rák­a­leið, tað kundi reka eftir øll­um grunninum, og tað vóru slíkir skøltar (plinkar, mið) man kom um. Begynti man at fáa ein ella tveir kongafiskar, so var man sikk­ ur upp á at fáa einar tveir dráttir. Tað ráddi um at fáa 8-10 skippund, og tað var so gott. Fólkið stóð stútt við lúnn­ingina. Eg minnist eina viku, tá vit sóu, hvussu nógv agn hev­ur at siga. Vit fóru út av Pá­treks­ fjørðinum, har øll skipini høvdu ligið, og tey høvdu lig­ið leingi. Vit høvdu ringt agn ta vikuna. Vit eru so úti á Barðargrunninum. Skipini fáa nógvan fisk tann dagin alla ta vikuna, men vit fáa lít­ið. Tað var bert agnið, sum hevði skuldina. Vit føldu fisk, og skiparin skjeyt ritur til agn, men tað nyttaði einki. Vit kundu fáa 8 skippund og hini 18-20. Har fór tann vik­an, og John fór ikki mitt í viku inn eftir agni. John var ein driftigur mað­ur, og hann vildi ikki missa nakran dag. Tá sunn­u­dag­urin kom, fóru vit rím­iligt inn eftir agni. Tað var ofta, at man kundi fara inn á Sugandafjørðin, tí tað var stutt at fara út frá har. Leiðin gekk út frá Ísafjørðinum, tí hetta var ein so deilig leið og ójavnt dýpi. Og har kundu vit fáa ein dag meira enn hini skipini fingu. John hevði eisini ein skikk, tá tað var landnyrðingur ella eyst­ur­ ætt, at royna skáan út frá Fuglatanganum. Man sá út á bakkan, um tað vóru líkindi at fara út. Har skáðaði út um Breiðubuktina. Tað var ikki altíð at tað var fiskur. Eg minn­ist, at vit kundu liggja har og fáa nakrar fáar fiskar, ikki størri enn seiður. Men ein­a­ferð komu vit í eina toskatorvu. Tað minnist eg so sera væl. Tað stóð so dei­l­iga væl niður, so tað var einki trol (tá snørini fløkjast inn í hvørt annað). Tað var eitt passaligt lot, og snørini stóðu leys frá skipinum. Skoytti uppí snørið Mær dámdi at hava fleiri húkar á teininum, men okk­ um dámdu ikki at hava hes­ar nylongreiðirnar tá. Skip­ar­ anum dámdi betri tær gomlu greið­irnar við tveimum húk­ um, og tað gjørdi ein partur av mann­skap­i­num eisini. So vit góvust at brúka snelluna, sum annars var roknað fyri at vera eitt stórt framstig. Og hendan dagin var ein forferdiligur fiskur. Eg minn­ist, at tað var smáur tosk­ur, millumfiskur, 22" til longd­ar. Eg minnist, at tað var eingin fíling. Fiskurin tók beinanvegin, sum loddið kom niður, og eg fekk 3 og 4 fiskar á hvørja ta einastu ferð. Hetta er tað móðasta, eg havi verið við lúnningina, hó­ast tað ikki var langur dagur. Eg fekk hendan dagin 280 fiskar, og miðlingarnir lógu um 180. Eg fekk 100 meira enn miðlingarnir, og man hetta vera tí, at eg hevði eyka húkar. Og nú vit fara at reinsa. Ein maður, sum stóð aft­an fyri stórvantið, hevði fingið 180 fiskar, og hann var óð­ur, tí hann skuldi arbeiða fyri meg. Soleiðis var tað í sjálv­drátti. Hetta gjørdist ein ó­føra góður dagur. Onnur hending. Ein annan dag okkurt ár framm­anundan liggja vit á Skáanum, men tá var so nógv alda. Tað var ein leygardag, og skipini lógu øll inni. Vit lógu eins­a­mallir úti, tað var so ó­gem­eint veður. Nú koma vit inn á Patreksfjørðin ein sunn­u­ morgun. Vit høvdu mált 14 skip­pund niður, og tað var al­tíð góð vekt hjá okkum. Vit máldi ongantíð meira enn 400 skippund niður og høvdu upp til 560 skippund, tá landað varð. Kurvarnar vóru rok­aðar, og var ein hálv kurv, fór hon til góða vekt. Tá var ringt lag á hinum skip­u­num. Tey lógu inni leyg­ ar­dagin, meðan vit høvdu rokast. Ein dagin vit lógu í Vík­ar­ ál­ini, nú kemur ein stórur súl­u­flokkur. Vit fingu væl av fiski, og súlurnar stoyttu seg niður eftir fiskinum, sum var á snørinum. Vit fingu fleiri súlur, men sleptu teim­um avstað aftur. Tær vóru svangar. Tá vit fóru at reinsa, var lag á súlunum. Vestanmenn, sum royndu á norðurlandinum, dámdu ikki at royna longur enn til hálvan september, tá heyst­aldan var komin. Tá var næst­an ikki farandi framvið har á landnyrðingi, tað bleiv so sera ringur sjógvur. Tað vóru tveir mánaðir frá tí vit vóru á Oyndarfirði, til vit komu aftur á Oyndarfjørð við 560 skippundum annað ár­ið og 563 skippundum ann­að árið. Tað var grúilig, sum Mein­ hard Emil var raskur. Hann var lastamaður, og tað var ikki hissini avrek at arbeiða ta lastina einsamallur og aft­ur­at tí at vera miðlingur at fiska. Lomvigur sum pisur Trý tey fyrstu árini høvdu vit eina lomvigu hvørt árið. Tær blivu so sera spakar. Tær sótu á flekiborðinum, og um náttina gingu tær í vaskikassanum. Tað var ein stuttleiki at hava tær um­borð. Teimum dámdu væl nebbasild og kundu fara á flog um dagin, men komu altíð aftur. Eina ferð høvdu vit eina álku eisini, men tær riggaðu ikki saman, og lom­ vigan rýmdi at enda. Tann triðja pisan, sum vit høvdu, var framvegis við, tá vit vóru á veg heim. Tað var eitt frískt lot av landnyrðingi, men tað var góð ársins tíð. Vit koma til Mánaðaroyggjarnar. Tað er sum ein skergarður (norðan fyri Rauðasand), og tað blív­ur so ringur sjógvur, men tað var einki ódnarveður. Tá høvdu vit lomviguna í skut­inum á bátinum. Tann lítli ritubáturin stóð í stóli á dekkinum, og bjarg­ing­ ar­báturin stóð í gálgum framman fyri stórmastrina. Og vit fingu eitt brot, tað hevur verið eitt grunnbrot. Bát­ur­in fór, og annað beinið á stólinum skræddi ein planka úr dekkinum, av tí at surringin stóð niður gjøgnum dekkið, og so var ein jarn­ pláta uppi undir. Plankin var tó ikki ordiliga leysur, og vit fingu dunkað hann nøk­u­lunda niður við eini sleggju. So vit við margarini at smyrja, har opið var, og so at negla skottini omanyvir. Last­in var smekkfull av fiski. Bátin sóu vit ikki aftur og heldur ikki lomviguna. Á sildaveiðu Tað lá eisini stak væl fyri hjá John á sildaveiðu við gørn­um. Vanliga gongdin var, at fyrst varð farið til Íslands við snøri og síðan á sild, tá kom­ið var út á summarið. Hetta var eitt strævið lív, ser­liga tey fyrstu árini, tá vit ikki vóru so vanir við hendan veiðuháttin. Eisini vóru gørnini vánalig. Tey vóru úr hampi, sum vóru sera tung at arbeiða við. Eg minn­ist, at vit keyptu ein heil­an reið­ skap frá einum svensk­um sild­a­báti. Men gørnini vóru bukt­arotin. Hetta førdi til nógva bøting, sum var ringt fyri hendurnar. Sum árini gingu fingu vit so við og við nylongørn, og lætti hetta munandi um. Tey vóru lættari at arbeiða, og tey vóru nógv sterkari, so tað slapst undan bøting. Á sildaveiðu var mann­a­ gongdin tann, at gørnini vóru sett seinnapartin á degi, og tey vórðu sett so hvørt, sum skip­ið rak undan vindinum. Vindurin avgjørdi tískil, hvussu skjótt tað gekk við set­ingini. Drigið varð so morgunin eftir, og hvussu skjótt hetta gekk valdaðist eisini, hvussu nógv var í. Tá liðugt varð at draga skuldi gerast reint. Sild­in varð avhøvdað og síðan saltað í tunnur. Síðan skuldu tunnurnar fyllast við saltlaka, og botnurin slá­ast í. Tá hetta varð gjørt, skuldu tunnurnar fá­ast niður í lastina. Hetta var sera strævið, tí hvør tunna vigaði meira enn 200 pund. »Álaker« rullaði illa, so tað hevur verið strævið hjá teimum sum stúvaðu í lastina. Kortini kundu last­ a­menn fáa nyttu burtur úr rulli­num at fáa tunnur uppá pláss. Tunnurnar vóru loraðir nið­ ur við spæli. Einaferð mundi ver­ið galið, tá vit mistu eina tunnu í lastakarminum, men tí­betur var eingin undir. Eg minnist serliga eina setu. Tað var nógv sild í gørnunum, og tá brast hann Teir taka sær av løttum á heimferð. F.v. Jákup Martin Joensen og Jógvan Petersen.