mikudagur 7. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • 28. februar 2007
miðvikan
á við illveðri. Tá var tað eitt
rættiligt tørn at fáa alt und
an, men tað gekk eisini við
hesum raska fólkinum.
Slitu trossan
Einaferð komu vit soleiðis
fyri, at vit mistu ein trossa.
Hann slitnaði, tí tað var so
nógv í sild. Tað var snópis
ligt, men vit høvdu fingið
nakað væl av sild mestsum
ein túr.
Vit vóru millum teir fyrstu
saman við “Vón“sum komu
at brúka nylongørn. Tann
fyrsti sum royndi hetta var
snurriváðsbátur í Porkeri.
Kjartan Mohr bestilti so gørn
til bæði skipini.
Vit fornýggjaðu at byrja
við 10 gørn hvønn túrin.
Tað var munur á, tí tey
vóru løtt at arbeiða, og tey
fiskaðu so nógv betri. Tá
vit fingu eina kvart tunnu
í við hampgørnum, fingu
vit eina heila tunnu í við
nylongørnum. Tað var heilt
gott. Tá liðugt var at draga,
skuldi sildin reinsast. Hon
var avhøvdað og magadrigin.
Síðan varð hon saltað í
tunnur. Aftaná at vera sjúnk
að eitt sindur, varð tunnan
fylt við laka, sum var fult
saltmettaður sjógvur. Síðan
varð botnur sligin í tunn
urnar, og tær vórðu koyrdar
í lastina.
Bushmill og Stavanger
Tað var ofta so nógv toka,
men tað var óført, sum John
dugdi væl at navigera við
Bushbill og Stavanger. Hetta
var tann sokallaða Consol
skipanin, sum gjørdi tað
møguligt at telja seg fram
til, hvar skipið var statt við
at lurta eftir nevndu støðum.
Talt varð upp , hvussu nógv
signal støðirnar sendu
hvønn minutt, og á einum
serligum korti kundi stað
festast, hvar skipið var statt.
Seinni fekk henda skipan
tann bata, at ein pinnur á
radioapp aratinum reistist fyri
hvørt signal, og hetta gjørdi
tað lættari at telja. John
kom altíð so púra beinur.
Tað hendi eisini, at vit
høvdu útgerð við til onnur
skip, og hann peilaði seg til
skipini. Peilari var eisini fram
komin tøkni tá í tíðini.
Seinasti túrur
við Álaker
Eg minnist serliga til síðsta
túr við Álaker. Vit fóru í okto
ber og eg haldi, at vit komu
ikki heim fyrr enn í november
mánaði. Tað var so deiligt
veður tann túrin. Vit vóru fáir
mans. Fólkið var farið av. Vit
høvdu bert 400 tunnur við,
sum var passaligt at hava
í lastini. Vit vóru næstan
norður ímóti Jan Mayen.
John var upp i um náttina. Vit
lógu millum russararnar, men
hann manøvreraði seg burtur
úr við at brúka skrúvuna.
Trupulleikin her var tann,
at føroyingar settu gørnini
undan vindinum, meðan
russarar settu tvørt vindin.
Teir komu so nær men vóru
kortini hampiligir. Onnur skip
tordu ikki at seta millum
russararnar, og teir fingu lítið
Vit koyrdu gørn burtur úr,
so hvørt tey skrædnaðu og
koyrdu eingi upp í aftur, tí
vit høvdu jú ikki so nógvar
tunnur. Men vit fingu sild í
hvørja nátt, hóast garnatalið
kom heilt niður í 40.
Vit fingu upp í tunnurnar
og eg haldi, at vit høvdu 10
ella 20 tunnur á dekkinum,
sum vit saltaðu í fiskakassar,
tá vit fóru at sigla inn. Hetta
var síðsti túrur við Álaker, og
var hetta í 1961.
Besta árið fingu við 2.600
tunnur av sild. Bert “St
Jaques” úr Vági hevði fleiri,
men hon var eisini eitt størri
skip. Vit fingu eisini góða
inntøku.
Tað kann verða nevnt, at
hendan veiðan gav nógv
arbeiði á landi, har øll sildin
skuldi pakkast umaftur og
skiljast í støddir og góðsku.
Vandamikil streymur
Eg kann minnast, at vit ein
aferð fóru heim við fullum
skipi av sild, John var tá
við eisini. Eg stýrdi, tá vit
komu fyri Leirvík, og tað var
norðan. Nú kemur ein streym
kurðil, og eg fekk hana ikki
upp ímóti fyrr enn mitt á
fjørðinum, so trupult var tað
at sigla. John segði, at hann
var einaferð komin soleiðis
fyri, at hann var einsamallur
norður eftir við “Álaker”.
Hann mundi
farið á
land við
Mjóvanes.
Skipið var í
jaðaranum
millum norð
urrákið og
suðurrákið.
Tað var
eisini tungt
at stýra við
ketustýring.
Vit komu
einaferð
forbí Nevið
hesumegni
Halgadal. Eg
stýrdi sjálvir,
tað hevur
rikið suður
við landinum
og norður
eitt sindur út
frá. Knapp
liga dreyar
hann beint inn ímóti. Ein
klaksvíkingur var við tá, sum
kendi til tað á Rivtanganum.
Tað var gott veður, og tað var
atdjúpt eisini. Hann orðnaði
beinanvegin at koyra róðrið
í borðið og at sigla norðeftir.
Um eg var einsamallur, hevði
eg sikkurt farið suður eftir.
Kann bert bera teim
um á Álaker alt gott
Ikki eri eg heldur gloymdur
á Skipasmiðjuni. Eg fekk fyri
kortum heilsan frá Søren
Pram Sørrensen, sum enn er
har. Hann var tvey heyst við
Álaker og var ein ”deiligur
drongur”.
Eg skal bera teimum, sum
áttu Álaker við Kjartan Mohr
á odda, alt gott. Reiðaríið var
gott, og teir spardu ikki út
gerð. Men vit spardu okkum
heldur ikki, og tí kom eisini
so væl burturúr hjá báðum
pørtum.
Manningin á Álaker var sera støðug
Vit endurgeva manningarlistan 1.túrin í 1959. Teir mynstra 21.mars, og er
hetta tann túrurin, teir vegna illveður fara beinleiðis inn í Vestmannaoyggj
ar, og manningin fer at arbeiða íslendskan garnafisk, sum greitt er frá í
frásøgnini:
føddur Heimstaður
John Joensen, skipari,
10.9.1918 Oyndarfjørður
Andrias Sofus Andreassen, 1.bestim 1.12.1906
-
Ditlev Houmann, 2.bestimað
5.4.1916
-
Kristoffur Joensen, motorpa
5.9.1926 Eiði
Jákup M Joensen, smyrjari
7.12.1934 Oyndarfjørður
Hans Johannes Gaard, kokkur
6.10.1915
-
Mejnhard Joensen, lastamaður
1.12.1916
-
Hans David Davidsen, dekkari
25.09.1908 Haldarsvík
Hans Jacob Johansen
28.07.1905
-
Hans Martin Hammer
9.4.1914
-
Daniel P Henriksen
19.10.1902 -
Jákup Hendrik Rinkustein
24.11.1938 Oyndarfjørður
Jógvan Petersen
16.7.1937
-
Poul Garðshorn
17.6.1936
-
Jóhannes Brúðarfoss
28.3.1911 Hellurnar
Jacob Høgnesen
18.4.1931
-
Anthon Jacobsen
25.7.1911 Fuglafjørður
Jákup Martin Joensen saman við konuni Magdalenu th. og systir hennara Petrinu. Jákup Martin
var við Álaker og saman við Andrias øll árini. Jákup Martin var beiggi John skiparain, og teir vóru
fýra beiggjar við. Jákup Martin var eisini við ”Víkingini”, sum vit umrøða í komandi og seinasta parti.
Myndirnar frá ”Álaker” hava vit lænt frá Jákup Martin og takka vit honum fyri beinasemið. Hann
letur sera væl at Andrias sum skipsfelaga, eins og allir aðrir av hansara skipsfeløgum hava gjørt
Pól Garðshorn var eisini við Álaker. Her er hann saman við Jóhannu í 100 ára føðingardegi hjá Andr
ias. Pól var ein av teimum, sum ikki fekk kekkin útloystan í Reykjavík, og har menninir gjørdu bart
Poul Klein vaskar á heimferðini
Uttast t.h. Arne Andreassen.Uttast t.v. Gutti í Vík, næstur honum Per í Tjørnuvík og
Jógvan Petersen