Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 7. mars 2007 31 Bátur til sølu Aquastar 33. Fult útgjørdur og klárur til fiskiskap. Tlf. 220763 Hús til Sølu Matr. nr. 1002ag Undir Heygnum 32. 2x160 m². 4 stórar íbúðir og ein lítil. Grundøkið 596 m² Frítt og gott útsýni yvir Havnina, fjørðin, Argir og Sandágerði. Stórt parkeringsøki inni á stykkinum. Tann eina íbúðin í neðra hevur egna terassu. Tlf. 217300 • www.ognir.fo SERNÁMSDEPILIN Avloysari fyri talilærara/audiologoped Vegna farloyvi frá 15. mars 2007 til 15. juni 2007 sóknast vit eftir fólki hetta tíðarskeið at veita taluvenjing og at virka í talumennandi arbeiði, í mestan mun við børnum undir skúlaaldur. Førleikakrav Pedagogur ella lærari við serlæraraútbúgving – best við talu sum sergrein, audiologopedur, ið hevur royndir at arbeiða við smábørnum ella á annan hátt eftirútbúgvin pedagogur/ lærari við áhuga í talumennandi arbeiði. Løn Eftir sáttmála við Føroya Lærarafelag, lønarfl . 23 – 2 til 30 – 3. Umsókn við avriti av próvskjølum og møg. viðmælum eigur at vera Sernámsdeplinum í hendi tann 15. mars 2007. Meira fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali – hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 e-postur: sernamsdepilin@snd.fo Fast starv á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familju­ deildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt fulltíðarstarv er leyst til setan frá 01.05.2007 ella skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við­ komandi útbúgving. Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam­ starvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðinum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Útbúgving: Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio­ terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina terapeutiska eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið, verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21.03.2007 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Brynhild M. Joensen deildarleiðara ella Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steingøta 10 100 Tórshavn A ð A l f u n d u r Felagið Vágar hevur aðalfund í Pakkhúsinum í Bø, hóskvøldið 22. mars kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin Sjúkrarøktarfrøðingar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra­ røktarfrøðingar á sjúklingadeildini í tíðarskeiðnum 1. juni til 30. septembur 2007. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggj­ armálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara tlf. 37 11 33 lok. 110 ella fyristøðukvinnuna lokal 128. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Suðuroyar Sjúkrahús att. umsjónarmaðurin Postsmoga 51 810 Tvøroyri ella ssh@ssh.fo umsóknarfreist: 22. mars 2007. Suðuroyar Sjúkrahús FO­800 Tvøroyri Tlf: 37 11 33 · Fax: 37 11 42 E­mail: ssh@ssh.fo Frá Sandoyar Javnaðarfelag Aðalfundur verður í Samljóð Skopun Leygarkvøldið 10. mars kl. 18.00 Kl.19.00 verður fundur undir heitinum »Flokkurin møtir veljarunum«. Við á fundunum verða ting- og landsstýrisumboð floksins. Nýggir limir kunna tekna seg. Sandoyar Javnaðarfelag lýsingar