mikudagur 7. mars 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 47 - 7. mars 2007
viðmerkingar
Føroya Arbeiðarafelag
lýsir sín fulla stuðul til
Havnar Arbeiðsmannafelag
í sambandi við máli um
portørarnar. Sáttmálaøkið,
sum Starvsmannafelagið
roynir at troðka seg
inn á, hoyrir til arbeiðs
mannafelagið í Havn.
Í Føroyum er fakfelags
frælsi, men hetta virða
ikki øll, tíverri. Starvs
mannafelagið hevur lagt
stórt trýst á portørarnar
um at melda seg úr arbeiðs
mannafelagnum, tí er ikki
talan um fakfelagsfrælsi.
FA átalar harðliga, at
galdandi fakmørk ikki
verða vird.
FA má tíverri staðfesta,
at hetta ikki er fyrstu ferð,
at
Starvsmannafelgið
roynir at gera seg inn á
starvsøki, sum altíð hevur
hoyrt til annað fakfelag. FA
mælir øllum fakfeløgum í
Føroyum at standa saman
um, at fakfeløg ikki gera
seg inn á øki, har annað
fakfelag hevur haft sáttmála
í ártíggju.
Føroya Arbeiðarafelag
fer, eins og Havnar Arbeiðs
mannafelag, at stríðast fyri
vunnum sáttmálaøkjum,
sum felagið hevur haft rætt
til í áravís.
Tað er spell, at Starvs
mannafelagið leggur upp
til spjaðing og stríð innan
føroysku fakfelagsrørsluna,
slík framferð tænir ikki
áhugamálunum hjá løn
takarum. Heldur áttu
feløgini at staðið saman
um vunnin rættindi og
samstarva, so at fakfel
øgini í Føroyum jaliga
seta dagsskránna í arbeiðs
marknaðarmálum.
Tórshavn, hin 1. mars
2007
Vegna Føroya
Arbeiðarafelag,
Ingeborg Vinther
YVIRLÝSING
Kann tykjast, at flytingin av
SSL var nakað klossut,
men hyggja vit nærri at
veruleikanum, er hetta ikki
so.
- Tykist meiri løgið, at
Útvarpið ikki ger meiri
burtur úr
strategiska lekanum um
ætlanina og hvaðani hann
kemur
Seinastu vikuna hevur verið
sonn rokan í samband við at
stovnurin SSL skal flyta til
Tvøroyrar 1. januar 2008.
Lat meg í fyrsta lagi geva
teimum rætt, sum siga, at
málið kann tykjast klossut
handfarið av teirri orsøk, at
fjølmiðlarnir bóru boðini,
áðrenn starvsfólkið var
kunnað.
Men er tað nú so, um vit
hyggja at royndunum?
Aðrir møguleikar
royndir
Seinastu 25 árini hevur
frá ávísum meiriluta verið
ynski um, at føroyska sam
felagið skal vera annað
enn Havnin umsitingarliga,
og mong uppskot hava
verið frammi um, hvussu
almennir landsstovnar skulu
flytast út um landið. Føroya
Kommunufelag hevði í nøkur
ár fyrst í 1980unum eina
“desentraliseringarnevnd”,
sum bæði arbeiddi fyri
at fáa almennar stovnar
fluttar út um landið og at
desentralisera ávís mál.
Hetta varð torpederað frá
hægsta staði!
Fyri nøkrum árum síðani
fóru ávísir politikarar
uttanfyri høvuðsstaðin at
tosa saman um hvussu tilbar
at fáa stovnar fluttar út, sum
kundu rekast minst líka væl,
kanska bíligari og við meiri
støðuføstum starvsfólki.
Íbirtarin var av fjølmiðlum og
sentralistiskum politikarum
kriminaliseraður.
Flytingin av SSL kann í
fyrstu syftu tykjast klossut,
men hetta hevur tíverri
verið einasti vegur at ganga,
tað hava vit eisini fingið
staðfest við flytingum av
Skipaeftirlitinum, Almanna-
og Heilsuskúlanum og nú
SSL. Rætt er, at neyðugt
verður við aðrari og meiri
hóskandi framferð, men
tað krevur nakað av politik
arum.
Subjektivur
tíðindaflutningur
Vit hava í seinastu viku sæð
útvarpsstovnin undir okkara
sokallaða Public Service,
Kringvarpi Føroya veruliga
verið í arbeiði, har týðiliga
er prógvað teirra subjektiva
tíðindaflutning, hvussu hesi
fjølmiðlafólk einsrættað og
barnsliga hava skorða undir
mótstøðuna fyri politisku
avgerðini at flyta stovnin út
úr høvuðsstaðnum.
Einki nýtt er í, at tá tað
hóvar Útvarpinum at mani
pulera, so gera teir tað.
Tað kann tykjast sum um,
teir sjálvir hava áhugað at
mynda tíðidini heldur enn at
geva Føroya fólki eina rætta
uppfatan av veruleikanum.
– Hetta er ein álvarsom
ákæra, men hon er verulig og
próvføst, tí er hetta ikki minni
álvarsamt. Tað verða hvørki
nýggj kringvarpsnevnd ella
fjølmiðlaábyrgdaralógin sum
fer at broyta hetta, men bara
broyttur hugburður fyrst og
fremst hjá leiðsluni og síðani
hjá tíðinafólkunum.
Stóri trupulleikin í hesum
máli er, at ein strategiskur
leki hevur verið, men heldur
enn at Útvarpið kannar
lekan, av eini hvørjari orsøk,
sum eg ikki kenni, men kann
gita mær til, fer stovnurin
eftir landsstýrismanninum,
sum undir ongum umstøðum
hevur kunnað handfarið
málið øðrvísið, um hann
vildi hava eitt úrslit.
Thomas Arabo, fyrr
verandi stjóri á SSL og
landsstýrismaður sigur, at
”tað er einki nýtt, at tað lek
ur í Tinganesi”. Men er tað
úti í Tinganesi? Vit kunnu
gita uttan at koma til ein
sannleika. Men hvar er áhugin
hjá okkara “objektiva” Public
Service stovni, hevur hann
ongan áhuga í at kanna. Nú
er Havnin ikki serliga stór,
er tað so, at so nógv hongur
á sama seymi.
Nei, sannleikin er helst,
at Útvarp Føroya og teirra
fjølmiðlafólk eru ikki komin
longur enn fara í part við
Reidari Nónfjall og øðrum
mótmælarum, sum bæði
úttala seg ábyrgdarleyst og
undir ongum umstøðum
kunnu prógva, at tað teir
siga, er rætt.
Kristian Davidsen, var
bæði varligur og kendi
ábyrgd, tá hann sum professi
onellur úttalaði seg, og hann
er maðurin, sum fekk skil á
rakstrinum av SSL.
Sentralistarnir skriva
Nú hava ymiskir sentralistar
úttala seg í bløðunum og
tað er einki løgið í tí, eitt nú
Høgni Mikkelsen, mín góði
vinmaður og partamaður
Poul Michelsen, Anfinn
Brekkstein, Thomas Arabo
og sjálvandi hava Annita
á Fríðriksmørk og Høgni
Hoydal trongd til at siga
“okkurt”, fyri at verja seg
politiskt.
Hesi tosa eitt nú um
ein “sorlaðan stovn”, um
“ótryggleika” um “rossa
handil við millumhandli Kyoto
og SSL”, um at “stovnurin
kundi tað sama verið fluttur
til Danmarkar ella Íslands”.
Sjálvandi kunnu verða
ávísir flutningstruppuleikar
í fyrstuni.
SSL hevur minst líka góðar
møguleikar at verða væl rikin
á Tvøroyri sum í Havnini,
tí stóru trupulleikarnir á
nógvum almennum stovnum
í høvuðsstaðnum er, at
bæði leiðarar og starvsfólk
steðgað ov stutt, tí tað eru
betri størv at fáa. Tey eru júst
komin inn í málini, tá hesi
skifta, og tí verða so mangir
stovnar ikki riknir optimalt.
Nei, var okkara Public
Service stovnur ábyrgdar
fullur og objektivur, hevði
hann ikki handfarið hetta
málið so klossut og subjektivt
sum gjørt hevur verið.
Lat meg til seinast koma
við hesi áheitan á løgmann,
“boygna og skinkla nú ikki
í hesum máli, men halt fast
og lat teg ikki órógva av
hesum barnsligu og óbúnu
álopum frá Útvarpi Føroya
og sentralismuni”!
“Public Service” og sentralistarnir
løgtingsmaður
Jógvan við
keldu
Føroya einasti frískúli
verður í løtuni víðkað
ur við einum tilbygn
ingi. Hetta merkir
tvífalt so nógv pláss
til teir 116 næmingar
nar, sum í dag fingu
frí í sambandi við, at
bygningurin varð
reistur
ÚTBYGGING
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í nógv ár hevur verið alt
ov lítið pláss til næmingar
og lærarar á Føroya einasta
frískúla. Ætlanin var, at
útbyggingin av Adventista
skúlanum skuldi vera liðug
longu við skúlaársbyrjan í
fjør, men striltið gekst við at
fáa byggiloyvi, og ikki fyrr
enn í dag, varð bygningurin
reistur. Hetta merkti, at teir
116 næmingarnir fingu frí
í dag, tí ikki var ráðiligt at
hava nakran á skúlanum,
meðan stórur krani arbeiddi
á spæliplássinum.
Skúlin er 400 fermetrar
til støddar, men fær nú
slakar
300
fermetrar
afturat. Plásstrotið hevur
gjørt, at fleiri flokkar hava
hildið til í kjallaranum á
Adventistakirkjuni.
– Skúlin hevur verið ov lítil
í eini 20 ár, so hetta er ein sera
tiltrongd útbygging, sigur
Janne Johnsson, skúlastjóri
á Adventistaskúlanum.
Frískúlin við Hoyvíkstjørn
hevur fýra skúlastovur
á
sjálvum
skúlanum,
umframt fimleikarhøll og
skrivstovu.
Útbyggingin
umfatar
tríggjar nýggjar skúlastovur,
skrivstovu, lærarahøli og eitt
serhøli, sum er ætlað at hýsa
tænastuni hjá heilusystrum
og sálarfrøðingum.
Kostnaðurin av útbygg
ingini liggur á leið fýra mió.
krónur, men tá er innbúgv
ikki íroknað. Tað er p/f
Norðsetur í Hvalvík, sum
byggir skúlan.
– Eftir ætlan skuldi
byggingin vera liðug til várs,
men nú verður tað vónandi
til skúlaársbyrjan næsta ár,
sigur Janne Johnsson, ið
gleðir seg at fáa betri pláss.
– Tað er sera trongligt í
kirkjukjallaranum, og lærarar
okkara hava ikki í mong ár
havt nøkur høli at savnast í,
vísir skúlastjórin á.
Pláss fyri forskúla
Nýggi bygningurin fer at
minka eitt sindur um skúla
garðin, men hetta fær ikki
ta stóru ávirkanina á úti
umhvørvið hjá næmingun
um, heldur Janne Johnsson.
Adventistaskúlin hevur
færri næmingar í hvørjum
flokki, enn fólkaskúlarnir
hava. Í mesta lagi 20 næm
ingar kunnu ganga í hvørjum
flokki, men Janne Johnsson
sigur, at tey miða ímóti bert
at hava 16-18 næmingar í
hvørjum flokki. Hetta styrkir
undirvísingina, heldur hon.
Tá skúlastjórin sigur, at tað
ikki verður pláss fyri fleiri
næmingum, tekur hon tó
eitt fyrivarni.
– Um skipanin við forskúla
kemur í lag, fáa vit helst
ein heilan flokk afturat við
smáum næmingum, sigur
Janne Johnsson.
Adventistaskúlin hevur
bert barnaskúla, so tá nýggi
bygningurin er liðugur,
verður ein stova til hvønn
av flokk. Væntandi verður
tá flutt úr kirkjukjallaranum,
men um forskúli verður
settur á stovn, verður ivaleyst
flutt innaftur tá.
Adventistaskúlin betri pláss
Næmingar og lærarar á Adventistaskúlanum fingu frí í dag, tá
nýggi tilbygningurin varð reistur
Mynd: Jens Kr. Vang