týsdagur 20. februar 2001síða 9
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 20. februar 2001
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 35 - 20. februar 2001
gult cyan magenta svart
Fyrra hálva tíman
høvdu gestirnir stutt
tjóður í heimalið-
num, men eftir fleiri
útvísingar á rað, fall
alt saman hjá
botnliðinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var so avgjørt toppur
og botnur, sum hittust, tá
Tjaldur um vikuskiftið fór
til Vágs at spæla móti besta
kvinnuliðnum hjá VB.
Liðini hava alt ár verið at
finna í hvør sínum enda, og
innanhýsis úrslitini higartil
høvdu eisini verið greiðar
ábendingar um, at talan
bert var um ein avgreiðslu-
spurning hjá VB.
Javnt fyrra umfarið
Ivaleyst hevur stóri favo-
rittleikluturin gjørt sítt, og í
øllum førum var tað ein
sannroynd, at VB í fyrra
hálvleiki
hevði
stórar
trupulleikar av gestunum.
Bert trý mál skiltu partar-
nar, og gestirnir fóru
spakuliga at halda, at tær
møguliga kundu skapa eina
sensatión av teimum heilt
stóru.
At byrja við var heldur
ikki talan um tann stóra
munin í seinna hálvleiki,
men brádliga vórðu tær á
útiliðnum álvarsliga skerd-
ar. Útvísingar fóru at hegla
oman yvir tær, og hesum
dugdu tær á heimaliðnum
at gera sær dælt av. Betri
gjørdist tað ikki, tá Beinta
Joensen varð rikin av vølli
fyri at brúka seg ov nógv,
og tá so bæði Milica Ergic
og Ann Mari Østerø høvdu
fingið tríggjar útvísingar,
gekk at kalla heilt galið. So
illa stóð nú til, at eyka-
málverjin hjá Tjaldri mátti
fáa sær ein vest, soleiðis at
liðið kundi vera full-
mannað seinastu løtuna.
Sostatt gjørdist talan
eisini um væntaða stórsig-
urin til heimaliðið, tá av-
tornaði, men tær fingu í øll-
um førum eina ávaring um,
at tað valla loysir seg at
undirmeta
nakran
sum
helst. Heldur ikki um talan
er um eitt lið, sum ongan
dyst hevur vunnið í hálvt
annað ár.
Hetta var annars fyrsti
dysturin, at Tjaldur heðvi
jugoslavisku Jelena Jevtic
við á liðnum. Sum skilst,
fekk hon ikki tað stóra
burtur úr dystinum, men
hinvegin man tað enn vera
nakað tíðliga at meta um,
hvussu hon fer at roynast
fyri botnliðið.
Illa nøgdar um
dømingina
Eftir dystin fingu vit orðið
á Beintu Joensen, ið sum
nevnt varð rikin av vøllin-
um, og sum vera man var
hon sera hørm um hend-
ingina, sum kostaði henni
reyða kortið. Ikki minst, tí
tað so avgjørt ikki var úr
hennara munni, at orðini
komu, sum fingu dómarar-
nar at taka reyða kortið
fram.
– Eg má siga, at hetta
følist heilt ræðuligt. Eg
havi ongantíð í øll tey árini,
sum eg havi spælt, fingið
leikbann, Nú noyðist eg at
sita yvir, og ikki minst er
tað keðiligt, tí eg als ikki
skuldi fingið reyða kortið.
– Tað hendi soleiðis, at
eg hevði júst fingið tveina
útvísing. Meðan eg so sat á
beinkinum, fór ein hending
fram úti á vøllinum, sum
fekk eina aðra á okkara
liðið at senda eina við-
merkingar eftir dómarun-
um. Úrslitið av hesum var,
at eg varð revsað fyri hetta,
og tað eri eg sjálvandi sera
hørm um, segði Beinta um
hendingina, har hon fekk
reyða kortið.
Annars var Beinta av
teirri áskoðan, at nógvu
útvísingarnar, sum Tjaldur
fekk í seinna hálvleiki,
oyðiløgur dystin fyri teirra
viðkomandi.
– Eg haldi so avgjørt
ikki, at vit spældu somikið
hart og ófantaligt, at tað
varð neyðugt við øllum
hasum útvísingunum, sum
vit fingu í seinna hálvleiki.
Fram til tað, høvdu vit sum
so spælt ein fínan dyst, og
eg haldi eisini, at vit fingu
loypt ein ordans hvøkk á
VB, sum als ikki tóktust
uppsettar, tá dysturin byrj-
aði. Møguleikin hjá okkum
fór so avgjørt fyri skeyti av
hesum, og tað er sjálvandi
keðiligt hjá okkum.
Við ósigrinum er Tjaldur
framvegis á niðasta sessi,
har tær enn eiga fyrsta
sigurin til góðar, meðan VB
hinvegin framvegis heldur
fast í Stjørnuni í dystinum
um silvurmerkini. Gull-
merkini kunnu sjálvsagt
røkkast enn, men hetta
krevur so hjálp frá øðrum
liðum, og í øllum førum
skal annað spæl finnast
fram, um sigrar framhald-
andi skulu koma móti
ovaru liðunum í deildini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Christina Ho,m 9(1),
Andrea Lütz 5(2), Regina
Radó 3, Gurið Mortensen
3, Mary Krosslá 2, Mar-
gretha Augustinussen 2,
Eyðbritt Krosslá 1
Tjaldur:
Beinta Joensen
3(1), Kristine Ellingsgaard
3(1), Milica Ergic 2, Jelena
Jevtic 2, Mona Langgaard
2, Turið Lamhauge 2, Odd-
vá Fossdalsá 1
Brotskøst: VB 4, Tjaldur 3
Útvísingar: VB 2, Tjaldur
11
Diskvalifikatiónir: Tjaldur
3 (1 beinleiðis reytt og 2
fyri 3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hanus
Kúrberg og Hans Thomas-
sen
Komandi kapping-
arár fer Vesna
Tomajek, sum nú er
farin aftur til
Jugoslavia, at spæla
við Tjaldri
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum kunnugt, hevur
ársins hondbóltsleikari í
kvinnudeildini, Vesna
Tomajek, boðað frá, at
hon ikki longur ætlar
sær
at
spæla
við
Stjørnuni. Hetta hevur í
eina tíð verið greitt, og
leygardagin var seinasti
dagur hennara her á
landi í hesum umfari.
Til Runavíkar
Tað var tó ikki fyri well,
tá Vesna hesa ferð segði
farvæl við Føroyar, tí
komandi
kappingarár
verður hon aftur at
síggja í kappingini. Tá
verður tað tó ikki við
Stjørnuni, at hon skal
spæla, men hinvegin við
Tjaldri í Runavíkini.
Sosialurin hevur fing-
ið upplýst, at Tjaldur
hevur gjørt sáttmála við
Vesnu um, at hon kom-
andi kappingarár skal
verða høvuðsvenjari fyri
alla ungdómsdeild fe-
lagsins. Í løtuni fevnir
hendan um aldursbólk-
arnar upp til 14 ár, men
ætlandi skal hetta so
víðkast, soleiðis at fe-
lagið sum frálíður fær
umboðan í øllum ung-
dómsdeildunum.
Tjaldur er jú eitt rætti-
liga nýtt felag, og ung-
dómsarbeiðið hevur at
kalla ikki verið nakað í
nógv ár inni í Runa-
víkini. Í fjør varð tó
sjøtul settur á hetta, tá
Sverri Jacobsen legði
lunnarnar undir nýggja
ungdómspolitikkin, og
nú er so ætlanin, at
Vesna Tomajek skal taka
yvir í so máta.
Umframt at vera venj-
ari, skal Vesna so eisini
spæla við besta kvinnu-
liðnum í Runavík, og
einki er at ivast í, at hetta
verður ein risa stórur
styrkur hjá botnliðnum
at fáa.
Stóri spurningurin í so
máta er helst, um tær
megna at halda sessin í
deildini, har tað fyrst og
fremst er Sóljan, sum
tær skulu sleppa upp
um, um talan ikki skal
vera um aðru deild kom-
andi ár.
Tóku kjansins
Úr Runavík frættist, at
sambandið
millum
Tjaldur og Vesnu kom í
lag, tá tað kom fram, at
alt ikki ruggaði sum tað
skuldi í Klaksvíkini.
Skjótt frættist, at Vesna
Tomajek hevði gjørt av
at stinga í sekkin, og so
gjørdu runavíkingarnir
skjótt av. Tey settu seg í
samband við Vesnu, og
aðrenn langt var liðið,
var alt komið í rættlag,
soleiðis at Vesna kom-
andi ár verður knýtt at
Tjaldri.
Sum skilst á lagnum,
eru tey í Runavíkini
ógvuliga spent uppá,
hvussu Vesna fer at
roynast sum venjari hjá
teimum. At hondbólts-
evnini eru góð, er einki
at ivast í, og umframt
heiðurin
sum
ársins
leikari, varð hon eisini
kosin ársins venjari í
fjør, og ivaleyst hevur
hon nakað at læra frá
sær til ungdómin.
Hetta er samstundis
ein ásannan í Runavíkini
av, at nóg mikið ikki
hevur verið gjørt við
yngru hondbóltsdeild-
irnar. Tað eru hóast alt
hesar, sum skulu verða
grundarlagið undir fe-
lagnum framyvir, eins
og tey felagnum meta
seg skylda stóra bak-
landinum, at eitt miðvíst
arbeiði eisini verður
gjørt á hesum økinum.
VB-Tjaldur 25-15 (11-8)
Tjaldur kløkkaði VB
VB kvinnurnar fingu ein
hvøkk í fyrra hálvleiki, men
tær megnaðu tó at fáa
væntaða trygga sigurin til
høldar, tá avtornaði
savnsmynd
Vesna fer til
Tjaldur
Vesna Tomajek er nú farin av landinum, men komandi
kappingarár fer hon at royna seg hjá Tjaldri í Runavíki
Kyndil megnaði bert í
pørtum av dsytunum
at halda heimaliðnum
í tjóðri, og nú tykist
nærum greitt, at tað
verða strandingar,
sum fara avstað við
silvumerkjunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað líktist mest av øllum
eini uppgerð um silvur-
merkini,
longu
áðrenn
dysturin byrjaði.
Gullmerkini hava satt at
siga ikki verið nakar spurn-
ingur kappingarárið á tamb,
og meðan vestmenningar í
stórum stíli eru komnir
alsamt nærri gullmerkjun-
um, hevur silvurdysturin
alla tíðina staðið ímillum
StÍF og Kyndil.
Avrikini
hjá
havnar-
monnunum hava tó ikki
verið serliga sannførandi
síðani vetrarsteðgin, og
tískil var tað eisini tving-
andi neyðugt hjá teimum at
vinna dystin á Skála, um
strandingar ikki skuldu
sleppa leysir av Kyndli.
Fyrstu løtuna av dystin-
um var heldur ikki líkt til,
at Kyndil ætlaði at lova
vertunum nakað sum helst.
Teir løgdu stóran dent á
verjupartin, har teir við
kontantum og til tíðir hørð-
um spæli gjørdu sítt til, at
uppgávan
hjá
Jens
í
málinum gjørdist eitt sind-
ur lættari, enn hon hevur
verið fleiri av seinastu dyst-
unum.
Yvir høvur var kyndils-
avrikið sera sannførandi
hesa fyrstu løtuna. Verju-
parturin riggaði væl, og við
útgangsstøði í hesum fingu
teir fleiri ferðir sett mótálop
í gongd, soleiðis at menn
sluppu leysir við Johan í
StÍF málinum.
Steðgaðu upp
Góða gongdin hjá Kyndli
helt sær í einar tíggju
minuttir, og størsta einstaka
orsøkin til, at alt nú kopp-
aði hinvegin, mundi vera
Costin Dumitrescu. Fyrstu
løtuna av dystinum hevði
hann hildið seg á beink-
inum, haðani hann royndi
at stýra sínum monnum,
men tað var tó greitt, at her
máttu evni hansara sum
hondbóltsleikari
eisini
koma upp í part.
Hetta setti beinan vegin
meira ferð á álopsspælið,
men tað var serliga í verju-
partinum, at StÍF nú fekk
fatur á Kyndli. Seinastu 20
minuttirnar undan steðg-
inum skoraði Kyndil bert
trý mál (harav tvey brots
køst), og strandingar fóru tí
spakuliga upp á javnt, og
síðani fram um gestirnar.
StÍF hevði tak á
Ringi endin upp á fyrra
hálvleik, sat helst eisini
onku staðni í heysinum á
kyndilsmonnum, tá teir
fóru undir seinna umfarið.
Nærlagni teirra í verjupart-
inum var als ikki eins stórt
longur, og fleiri ferðir sóust
StÍF álop endað við eini
fríspæling í gapandi stóru
holini í kyndilsverjuni.
Í álopspartinum gekst tó
betri hjá Kyndli nú, og teir
megnaðu eisini stóran part
av tíðni at fylgja við strand-
ingum í málskjóting, men
kortini var tað ikki líkt til,
at teir skuldu venda dyst-
inum til egnan fyrimun. Tú
sat alla tíðina við kensluni
av, at StÍF hevði tamarhald
á tí mesta, sum fyrifórst úti
á vøllinum, og líka mikið
hvussu Kyndil royndi, so
kom munurin ikki niður um
tvey mál.
Strandingar gjørdu sær
rættiliga dælt, tá Kyndil
seint í hálvleikinum varð
rakt av eini útvísing, og
eftir at teir høvdu økt upp í
fimm mál, var spurningurin
bert, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Kyndil royndi seinastu
løtuna at mansverja bæði
Artur og Costin, aum báðir
høvdu verið sera sjónligir í
spælinum, men hetta gav so
aftur meira pláss til liðfe-
lagar teirra. Sostatt kundi
tað seinastu minuttirnar
gera tað sama, at Bjarni
veruliga
hevði
grivið
kanónina fram, og millum
annað lat nøkur súsandi
undirhondsskot fara í StÍF
meskarrnar.
Hyggja aftureftir
Við
sigrinum
syrgdu
strandingar fyri, at tað nú
skal meira enn bert eitt tap
í útidystinum móti Kyndli
til tess at silvurmerkini
skulu koma í vanda. Gull-
merkini eru sjálvsagt ein
møguleiki enn, men tað er
helst bert ein spurningur
um tíð, áðrenn vestmenn-
ingar læsa allar dyr í so
máta.
Hjá Kyndli tykist alt nú at
vera fallið í fátt, eftir at
liðið annars undan jóla-
steðginum gjørdi rættiliga
um seg. Mett varð tá, at
Kyndil kanska sýndi vakr-
asta
hondbóltsspælið
í
landinum, men hetta er so
als ikki komið ferð síðani
steðgin.
Stigamissir móti KÍF eru
heldur ikki tað, sum styrkja
mest um vónirnar fyri me-
tallum, og satt at siga, so
skal Kyndil heldur ansa
eftir, hvør er í hølunum á
teimum. Har hevur yngra
havnarliðið bert eitt stig at
geva av niður til skjótt 70
ára gomlu grannarnar.
Finna kyndilsmenn spæl-
ið frá í heyst fram aftur, er
helst eingin vandi fyri at
missa nakað sum, men
spurningurin er helst, um
tað er gjørligt at fáa sama
vilja fram aftur í leikarar-
nar. Tá stríddust teir fyri
hvønn bólt, og viljin til at
vinna lýsti úr leikarunum.
Sunnudagin var hesin sami
vilji bert at hóma fyrstu
løtuna, og eftir at strand-
ingar høvdu lagt seg fram-
um, var viljin burtur.
Sinniliga yvirskotið tókt-
ist heldur ikki vera eins
stórt, og tað hjá mótstøð-
uni, og m.a. sóust kyndils-
menn ofta illneitast á hvønn
annan, dómarar ella mót-
støðumenn, heldur enn at
royna at stuðla uppundir
hvønn annan.
Hetta seinastu dugdu teir
á heimaliðnum, og sum
spælið er í løtuni verður
eingin sum tekur teir av
silvurplássinum.
Teir
megnaðu óvæntað at koppa
VÍF í steypafinaluni, men
hetta letur seg neyvan gera í
landskappingini. Hinvegin
man árið ikki hava verið
heilt miseydnaði, um talan
verður um eitt gull- og eitt
silvurmerki, tá avtornar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu
7(1), John Petersen 7(2),
Kristjan Petursson 6, Bent
Djurhuus 2, Alexndur Jo-
hansen 2, Artur Johansen 2,
Marius Joensen 2
Kyndil:
Bjarni Wardum
8(2), Heini Bendtsen 4, Uni
Wardum 2(2), Janus Einar
Sørensen 2, Høgni Klein 2,
Hans Áki Dahl Christ-
iansen 2, Jónleif Sólsker 2,
Hanus Jensen 1, Regin M.
Petersen 1
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 4
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar úr Stjørnuni: Geir
Wardum og Carsten Ande-
rsen. Framdu sjálvandi
eisini síni mistøk ígjøgnum
dystin, men tó alla tíðina
tamarhald á tí, sum fyri-
fórst, og ongan tíð var dyst
urin um at gleppa teimum
av hondum.
StÍF-Kyndil 28-24 (12-10)
Strandingar á silvurkós
Seinna umfarið var kyndilsverjan als ikki nóg væl skipað, og fleiri ferðir spældu strandingar seg inn til gapandi stór hol millum
verjuspælararnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Costin Dumitrescu helt sær á beinkinum fyrsta partinm av dystinum, og tað var heldur ikki fyrr enn hann kom innn, at StÍF
vann sær yvirtakið í dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen